Eldraráðið heldur, at eyðsæð er, at nógv av teimum eldur kundu hugsað sær at sloppið av við húsini og búð í minni íbúð.
- Býráðið eigur at ganga hesum ynski á møti, antin sjálv at skipa fyri sokallaðum lutaíbúðum ella taka initiativ til, at hesin møguleikin verður tikin við í byggiætlanir kommunurnar, hetta til fyrimunar bæði hjá borgarum, kommunu og heilsuverki, sigur Eldraráðið.
Viðari sigur ráðið, at tá vit síggja, hvussu ofta tey eldru eru hjá tannlækna, mugu vit eisini rokna við tí avleiðig, at tannlæknavitjanirnar eru ein stórur útreiðslupostur, og at tey, ið bert havasína fólkapensjón at líta á, illa megna at røkja sínar tenn. Tí eigur býráðið sjálvt at taka stig til at hjálpa hesum borgarum – og harumframt eisini at heita á landsmyndugleikarnar um at gera tað sama, sigur Eldraráðið.
Í seinni blað fara vit at greiða nærri frá trivnaðarkanningini.