Hesaferð eru tað granskarar á tí kenda Harvard-universitetinum í USA, sum eru komnir til ta niðurstøðu, at vandin fyri hjartasjúkum minkar munandi, um tú leggur av at roykja.
Granskararnir siga, at vandin minkar ikki so nógv hjá fólki, sum hava sukursjúku, men at hann kortini minkar, og tí loysir tað seg eisini hjá teimum at leggja av.
Umleið 3.000 fólk vóru við í kanningunum, og úrslitið er, at hjá teimum, sum klára at halda seg frá royking í fýra ár, minkar vandin fyri hjartasjúkum 54 prosent.
Tað er einki nýtt, at tað sæst aftur á vektini, tá fólk leggja av at roykja, og í Harvard-kanningini vísti tað seg, at í meðal tyngnaðu fólk seks kilo tað fyrsta hálvárið eftir, at tey góvust at roykja. Men tað eigur ikki at vera nøkur forðing fyri at leggja av, sigur Dr. James Meigs, sum stóð fyri kanningini.
-Kanningin vísir, at vandin fyri hjartasjúkum minkar munandi, sjálvt um fólk taka uppá, tá tey leggja av, sigur hann.