ndi um føroyska málið, og hetta hjálpti væl við at koma í gongd. - Eg og fleiri við mær vóna, at møguleiki verður fyri at læra enn meira um føroyska málið, ið er sera torført, og kanska eisini um føroyska [...] útlendingum búsitandi í kommununi. Hetta er aðru ferð, at skeiðið hevur verið hildið, og tilsamans hava 26 borgarar luttikið á báðum skeiðunum. Cresyl Sevdal, ið er ættað úr Filipsoyggjunum og búsitandi [...] føroyska søgu, sigur hon. Nathan, ið er ættaður úr Onglandi, hevur búð í Føroyum í tvey ár, og hann var eisini við á skeiðinum. Hann heldur, at skeiðið var sera gott, bæði út frá einum søguligum og mentanarligum
orsøkum enn hesari. Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar? - Havi bara hoyrt tað sum flestu onnur hava hoyrt, serliga um sólarmyrkingina í 1954. Foreldur míni vóru stødd uttanlands um hetta mundið [...] svøvnin av hesum, men sjálvandi er tað spennandi og ein framíhjárættur at uppliva eitt so serstakt og sjaldsamt náttúrufyribrigdi, sum hendan sólarmyrkingin í roynd og veru er. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen [...] sanniliga eisini til hetta fyribrigdið, nú teir í eina tíð hava fyrireikað seg til at taka ímóti trimum ferðamannaskipum seinnapartin av hesi vikuni. - "Black Watch” kemur hósmorgunin, og um kvøldið fer hann
krana. Hann hevur ongar ætlanir um at venda aftur til heimlandið Rumenien. Men, hvussu er tað: Er hann føroyingur ella rumeni? - Nei, eg eri ikki blivin føroyingur enn. Tað fara helst at ganga nøkur ár [...] samband við hetta kenda hondbóltsfelagið. Áðrenn hann kom higar visti hann sera lítið um nýggja heimland sítt. - Eg visti, at føroyingar og rumenar høvdu spælt landsdystir í fótbólti. Lítið meiri enn tað var [...] arbeiðið, har hann nú er. Dagliga arbeiðir hann í Vestmanna Timburhandli, sum nú er farin saman við Fjarðahúsum í Kollafirði. - Tá eg byrjaði í timburhandlinum visti eg ikki nógv um timbur. Í veruleikanum
einaferð í framtíðini. - Men skal eg hugsa um tað, so er neyðugt at eg venji og spæli nógv. Júst tað, er ikki altíð so lætt, tá ein gongur í skúla ella er til skips, sigur Ólavur. At Ólavur var á fundinum [...] undirvísing, er tað altíð ein spurningur um, hvørjar hugsanir Ólavur hevur gjørt sær í framtíðini: Hugsar hann um at gerast urguleikari einaferð í framtíðini? -Nei, eg havi ongatíð hugsað so nógv um tað. Men [...] kenda tónleikalæraranum í Klaksvík, Boga Lützen. - Eg spæli enn hjá Boga, men nú er tað bara av og á, - bara tá eg havi frí, sigur Ólavur. Hann er tó í teirri hepnu støðuni, at hann hevur møguleika at læna
har. Hetta var sera stórt helt eg, fortelur Óli. Sjálvt um Óli er givin við landsliðsfótbólt er ikki greitt, um hann gevst heilt við fótbóltinum. Hann sigur seg ikki hava tikið avgerð um tað enn og greiður [...] heili 82 landsdystir og er hetta met í føroyskum fótbóltshøpi. Mong góð minnir Eftir so mong ár og dystir er sjálvsagt ein rúgva av upplivingum sum Óli hevur fingið. Spurdur um hann kundi nevna nakrar [...] brátagnaði. Tað er eitt gott minni. Rammurnar um hendan dystin í Týsklandi vóru eisini sera stórslignar og professionellar. Hetta eyðkenda tað týska, har alt var eftir bókini og eingin ivi var um nakað sum helst
spurt seg fyri um nakað nýtt var at frætta um virkið og hon hevur sjálv verið á fundi í samband við hetta. - Nei, hetta hevur ikki verið nøkur góð tíð. Eg havi bara gingið og malið rundan um meg sjálva, sigur [...] eina útbúgving, tey koma neyvan aftur, tí tað er einki at koma aftur til. Klárað skerini fyrr Nú er meiri enn hálvonnnur vika síðani Marianna varð uppsøgd, og enn eru eingi útlit fyri at arbeiðspláss hennara [...] sjálvandi keddur um, at konan misti sítt arbeiði. Hann var eisini forferdiliga keddur um at tað skuldi henda so. Serliga tí hetta hendi í sjálvum jólamánaðinum. Kona hansara, Marianna er jú sjálv komin nakað
hevur hann ikki biðið stovnin um at útgreina hetta málið, ið nú er blivið aktuelt. - Nei, tað havi eg ikki gjørt. Eg haldi ikki, at eg sum landsstýrismaður skal biðja um slíkt, svarar Jørgen Niclasen. [...] Men kundi tað ikki verið við til at lýst málið, um tú fekk eina fullfíggjaða frágreiðing frá Taks? - Nei, hetta er eitt gamalt mál, ið longu bæði er meldað til løgregluna og kannað av fútanum, svarar [...] at vera ein frágreiðing um hetta málið, sigur Jørgen Niclasen. Hóast fleiri løgtingslimir, bæði úr andstøðu og samgongu, eftirlýsa eina frágreiðing frá Jørgen Niclasen um hetta málið, so vil landsstýrismaðurin
næmingunum vóru munandi yngri enn Christian, men hetta legði hann ikki so nógv í. - Tað tekur man bara, sum tað er. Eg haldi ikki at tað er nakar trupulleiki, at aldursbýti er somikið stórt, sigur hann. Christian [...] Hann var depressivur og hevði bestan hug at beina fyri sær, so tað er øgiliga gott at síggja, hvussu væl hann er komin fyri seg. Hann er farin á eftirskúla og klárar seg sera væl, greiddi Ingvald á Kamarinum [...] Seinasta vikuskiftið prentaðu vit grein um Fjordskolen í Holbæk. Fjordskolen er skúli har føroyski skúlastjórin Ingvald á Kamarinum hevur latið dyrnar á sínum egnu húsum upp fyri næmingum, ið hava trupult
iðrar seg um tey innsløgini, ið ikki blivu sum ætlað, so dámar honum ikki at gera feilir á skíggjanum. - Nakað, sum irriterar meg, er, tá eg geri ekstremt grovar feilir. Eitt dømi um tað er, tá eg samanbar [...] Lamhauge tykist trívast væl á sjónvarpsskíggjanum, so er tað ikki nakað, hann hugsar stórvegis um. - Eg vil siga sum so, at eg eri ikki meira sjálvsikkur enn øll onnur, sigur Jan Lamhauge og flennir. Bleiv [...] og Viku. Provokerar ikki tilvitað - Tá eg geri innsløg, so er tað ikki soleiðis, at eg royni at provokera við vilja, sigur Jan Lamhauge, sum er ættaður úr Runavík. Jan Lamhauge heldur, at tá hann ger tað
dag, hevði hon ikki heilt sodnað boðini enn. - Eg royni enn at sodna tað. Eg fekk tað at vita fríggjakvøldið, men tað er ikki reiðiliga gingið upp fyri mær enn, sigur Hansina Iversen. Fyri listakvinnuna [...] tí eg stúri fyri hvat eg skal liva av næsta mánaðin. Hetta gevur mær meira ró og kann eg miðsavna meg um at eksperimentera og finna fram til nakað enn meira í málningunum, sigur listakvinnan. Hansina Iversen [...] Men nú nýtist eg ikki taka nakað, um eg ikki haldi meg vera til reiðar. Mítt arbeiði á atelierinum er mín verkætlan. Og hvussu skal eg kunna luttaka á nøkrum sum helst, um eg ikki fái tíðina at gera verkini