Fyrrakvøldið var hátíðarhald hildið í samband við, at fleiri borgarar hava lokið integratiónsskeiðið, sum Eysturkommuna bjóðar útlendingum búsitandi í kommununi.
Hetta er aðru ferð, at skeiðið hevur verið hildið, og tilsamans hava 26 borgarar luttikið á báðum skeiðunum.
Cresyl Sevdal, ið er ættað úr Filipsoyggjunum og búsitandi í Leirvík, var ein av luttakarunum, og hon letur sera væl at, tá Eysturkommuna fregnaðist.
- Eg havi verið her í næstan trý ár, og eg fekk ótrúliga nógv burtur úr hesum skeiðinum, sigur hon og heldur, at útlendingar hava tørv á at skilja mentanina fyri betri at tillaga seg.
Cresyl Sevdal vísir á, at á skeiðinum lærdu tey eisini grundleggjandi um føroyska málið, og hetta hjálpti væl við at koma í gongd.
- Eg og fleiri við mær vóna, at møguleiki verður fyri at læra enn meira um føroyska málið, ið er sera torført, og kanska eisini um føroyska søgu, sigur hon.
Nathan, ið er ættaður úr Onglandi, hevur búð í Føroyum í tvey ár, og hann var eisini við á skeiðinum. Hann heldur, at skeiðið var sera gott, bæði út frá einum søguligum og mentanarligum sjónarhorni.
- Eg lærdi eina rúgvu, sum eg ikki visti. Tað var eisini gott at læra eitt sindur um føroyska málið. Eg dugdi einki áðrenn, men nú skilji eg nøkur ting, sigur hann við heimasíðuna hjá Eysturkommunu.
Luttakarar hesuferð vóru úr Brasilia, Filipsoyggjunum, Tailandi og Onglandi. Seinast vóru luttakararnir úr átta ymiskum londum. Undirvísarar til skeiðið eru Tórhild og Rúni Bjarkhamar.