- Eg royni enn at sodna tað

- Hetta gevur mær arbeiðsró í rúma tíð, sigur listakvinnan Hansina Iversen, ið hevur fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.

Mentanargrunnur Landsins kunngjørdi í dag hvørji listafólk hava fingið starvslønir frá grunninum í ár. Longsta starvslønin bleiv givin til listakvinnuna Hansinu Iversen, ið fær løn næstu trý árini frá grunninum.


Sjálv fekk Hansina Iversen boðini fríggjakvøldið, men tá Miðlahúsið fekk orð á hana í dag, hevði hon ikki heilt sodnað boðini enn.


- Eg royni enn at sodna tað. Eg fekk tað at vita fríggjakvøldið, men tað er ikki reiðiliga gingið upp fyri mær enn, sigur Hansina Iversen.


Fyri listakvinnuna merkja gleðiligu boðini, at hon næstu árini fær frið at menna sína egnu list.


- Hetta gevur mær arbeiðsró í rúma tíð og gevur mær møguleikan at fara í dýpdina við mínum arbeiði, uttan at skulu renna eftir verkætlanum, tí eg stúri fyri hvat eg skal liva av næsta mánaðin. Hetta gevur mær meira ró og kann eg miðsavna meg um at eksperimentera og finna fram til nakað enn meira í málningunum, sigur listakvinnan.


Hansina Iversen hevur annars úr at gera í hesum døgum. Í løtuni leggur hon, saman við Jóhan Martin Christiansen, síðstu hond á eina framsýning, ið skal vera í Listahøllini í Skipasmiðjuni, og sum stuðulsskipanin Listaflog hjá Atlantic Airways hevur fíggjað. Síðan hevur hon eina uppgávu fyri Norðurlandahúsið í samband við Barnafestivalin, men tá tað er fingið av skafti, fer hon aftur í sína egna verkstovu.


- Eg havi arbeitt við listini seinastu 25 árini, men verkætlanin heldur fram endaleyst. Um eg fái stuðul ella ikki, so haldi eg fram við hesum. Men nú nýtist eg ikki taka nakað, um eg ikki haldi meg vera til reiðar. Mítt arbeiði á atelierinum er mín verkætlan. Og hvussu skal eg kunna luttaka á nøkrum sum helst, um eg ikki fái tíðina at gera verkini. Uttan arbeiðstíðina í atelierinum fái eg ikki skapt nakað, sigur Hansina Iversen.