13 kirkjur umframt skúlan í Gásadali. So tað krevur ávís evni til at samstarva, tí tað eru tríggir aðrir prestar í hesum báðum prestagjøldunum. Tveir í Norðstreymi og ein í Vágum. ? Men tað hevur gingið [...] Uni Næs fer í starv sum prestur í Fuglafirði, ynskir hann at leggja dent á, at tað avgjørt ikki er tí, at honum ikki dámar í Vestmanna. Tvørtur í móti hevur øll familjan kent seg sera væl í Vestmanna, og [...] Johannes Andreas Næs, varð settur í starv sum landsskúlaráðgevi, flutti familjan til Havnar. Hetta var eitt av teimum stóru umskiftunum í lívinum, minnist Uni. Í Havn gekk hann so í barnaskúla, real- og studentaskúla
er vorðið fátækari í orðavali og vendingum, heldur Hanus A. Samuelsen, lærari í føroyskum á Føroya Studentaskúla. Hann heldur, at gamli føroyingurin, sum hann kendi í sínum ungdómi í Húsavík, tosaði eitt [...] vórðu liðug samstundis í 1960 og giftust í 1961. Lívsstarvið byrjar Hanus A. Samuelsen søkti og fekk starv á Føroya Studentaskúla, tá hann var liðugt útbúgvin lærari í 1960. Og í hesum starvi er hann framvegis [...] anæmingum í føroyskum. Og í 1967 førdi hann teir fyrstu av hesum studentunum upp til próvtøku. Hann hugsar seg um eina løtu. Leitar eftir nøvnum og sigur so, at tá hann í dag hyggur seg um í samfelagnum
variantur av V. Men sviar ásannaðu í 2006, at W nú verður so nógv nýttur – serliga á alnótini – at teir góvu honum egið pláss í stavraðnum. W verður líka nógv nýttur í Føroyum sum í Svøríki. C verður enn meira [...] málfólk hava tíverri gjørt eitt mistak, sum í staðin fyri at gera føroyskt rúmligari, ger tað trengri. Sum í staðin fyri at gera tað liðiligari, ger tað stirvnari. Sum í staðin fyri at gera tað størri, ger tað [...] ina so tronga, at Zion í Kollafirði, Mizpa á Eiði, Ebenezer í Havn og Zarepta á Vatsoyrum enda uttanfyri? Tað er eingin orsøk til tað! Avgjørt eitt mál fyri tingið! Tað hevur í kjakinum m.a. verður sagt
kirkjan er ikki fyrst og fremst eitt hús til at prædika í, men eitt hús til at biðja í. Elduvíkar kirkja var tá 54. kirkjan í Føroyum. Kirkjan stendur í Bønhúsgarðinum – væl valdur matrikkul til nýggja halgidómin [...] og vóru inni á gólvinum í hvørjum húsi. Pápi mín, sum hevði búð og gingið í skúla í Elduvík undir krígnum, Trina var gumma hansara, var við í ferðini, og hann kendi hvørja skel í bygdini. Sunnudagin fóru [...] fáa eitt felagsrúm í bygdini, ið kundi rúma øllum frá vøggu í grøv, har ið Harrans miskunn kundi sameina allar lutir í kristna universinum. Sjálvur eri eg uppvaksin í tveimum bygdum. Í Syðrugøtu tey fyrstu
sjálvan í sentrum, og hann tekur so nógv av orkuni, sum er í einum rúmi, sigur hann. Eins við øll fólk Johannes Møllehave hevur vitjað tvær ferðir í Føroyum. Seinnu ferð var í fjør, tá ið hann tosaði í Nor [...] lærari. Møllehave gjørdst í 1963 cand. theol. frá Københavns Universiteti, og seinni starvaðist hann sum prestur millum annað í Statsfongslinum í Vridsløselille, í Virum og í Bruxelles. Hann hevur eisini [...] Møllehave var í 42 ár giftur Herdis Møllehave, sum var sosialráðgevi og rithøvundur, og tey fingu trý børn – Tomas, Mikkel og Kathrine. Herdis doyði í 2001, tá ið tey búðu í Onglandi. Hon er grivin í kirkjugarðinum
teir skulu í barnagarð og skúla. Tað at liva í Føroyum er nýtt fyri teir, og vit gleða okkum øll at liva tætt at náttúruni eftir at hava búð í Keypmannahavn í nógv ár, sigur Jonhard. Sum prestur í Danmark [...] mær greitt, tá ið eg var á bíbliuskúla í Hillerød í 2001 og 2002, at eg skuldi gerast prestur. Eg tók fyrst HF í Keypmannahavn, áðrenn eg byrjaði at lesa gudfrøði í 2005, sigur Jonhard Jógvansson. Hann byrjaði [...] skulu hava. Jonhard Jógvansson varð prestvígdur 13. mai í fjør og hevur verið í stutttíðarstørvum í Glostrup sogn og í Solvang kirke á Amager. – Tað hevur verið ein góð tíð á báðum støðum, og eg havi
gi, sum fólk í Føroyum hava livað við í eini 1200 ár ella kanska nakað longri. Hesin gerandisdagur var dagligt arbeiði heima og úti, í bø og haga og á sjógvi. Hetta málið er grundstøðið í føroyskum. Hetta [...] nøkrum árum síðani eina grein til ”Frøði” um eitt vulkangos í 1816 í Indonesia, tað allarstørsta í nýggjari tíð, sum eisini ávirkaði veðrið í Føroyum. Ein spennandi søga haldi eg enn. Greinin kallaðist ”Árið [...] gerandisdagin at gera, hevur útviklað seg í Føroyum. Tað er kirkjumálið ella tað kristna fakmálið. Í hesum máli eru nógvar abstraktiónir og nógv andalig tala. Men í næstan øllum førum er fak-terminologiin
niðan fyri rundkoyringina í Hoyvík og at ein serstøk elita í Havn avsigur eitt fatwah yvir meg, takið eg nú pennin í hond og royni, við illa vandaðum orðum at siga tað, sum eg í einum ovfærakátum sekundi [...] innan reklamubransjuna í DK, hevði framsýningar ella stóð fyri ella gjørdi tilfar til eina risastóra framsýning í Bella Center ? í misskiltari, føroyskari eyðmýkt. Nic var heitið, og í dag angri eg tað, tí [...] spilt allan sín ungdóm í einum longum narkorúsi, og nú royna teir at fáa nakað aftur av tí mista við at spæla pensionistatannáringar, eins og tey, sum ganga í barndømi. Og tað haldi eg í øllum føri at Terji
dømi eru um progressivar rørslur í hava muna. À mangan hátt. Katólska kirkjan fór í part við frælsisstríðsmonnunum í Algeria í síni tíð. Kirkjulið í USA gingu á odda í stríðnum fyri at steðga Vietnam-krígnum [...] sálin í øllum sum vit takast við í hesum samfelagnum. Tí mátti tað verið so sjálvsagt, at ásetingin í komandi kirkjulóggávuni staðfesti greitt, og einaferð fyri allar, at føroyskt mál er meginmálið í øllum [...] sum í hesum døgum er eltibløðra og ein av fáum stuðlum hjá krígsgreðinginum George W. Bush, í vitleysa og eskalerandi stríðnum í Iraq, skal sambært fyrrverandi sambandsformanninum eiga serrættindi í yvirtiknu
dáragerð í Løgtingi. Hóast politikkur og átrúnaður er atskildur í Føroyum, liggur kristni hugburðurin ovaliga í medvitinum hjá nógvum politikarum, tá støða skal takast til eitt mál, ið kann vera í stríð við [...] er sostatt tvey boð í einum, men tað er tað seinna boðið í dk, sum hevur størstan týdning í hesi grein, tí tað er tað, sum hevur praktiskan týdning millum menniskju. Fyrri parturin í dk er jú millum einstaka [...] tað eru menn í Løgtinginum, sum meina tað vera skeivt og synd at vera samkyndur, tí tað stendur í Bíbliuni (í Nýggja Testamentinum sigur Jesus onki um samkynd, men Paulus, ið missionerar í Grikkalandi,