Dávid Isfeld
Tá ein lesur um føroyskar garpar, sum mugu vera fimm í tali, fyri at fáa ein samkyndan mann í gólvi, fyri síðan at sparka hann, vekjur hetta fyrst andstygd fyri hesum feiku monnum og teirra gerð, síðan hugsar ein um henda neyðar mann at vera soleiðis viðfarin, fyri eini kynsligari orientering, ið ongum ger mein. Eftir hesar fyrstu hugsanir og kenslur hesum viðvíkjandi, byrjar ein at hugsað hví hetta hendir.
Í okkara samfelag hava vit bæði politiskar leiðarar og andaligar leiðarar sum prestar og prædikufólk. Hesir leiðarar eru ofta fyrimyndir fyri borgararnar og tískil ofta undangongufólk, og seta onkunsvegna ein standard fyri hvussu ein ber seg at í samfelagnum. Tá so presturin í Hvalvík alment melur til, at samkynd áttu at havt skerdar arbeiðsmøguleikar, og soleiðis ynskjur, at gjørdur verður greiður mismunur millum fólk, er tað neyðugt at fáa tey samkyndu vard av rasismulóggávuni, fyri at mismunur ikki skal fáa fótafesti í okkara annars demokratiska samfelag, ið hámetur javnstøðu.
Eru nøkur meira líka enn onnur?
Vanliga er tað so, at tá samfelagið kennir seg at hava fyri neyðini at avmarka fríheitina og valmøguleikarnar hjá fólki, er tað tí hesi fólk antin bróta lógina ella eru til sterkan ampa fyri fólk, ið møguliga er í stríð við lógina. Hví verður so lagt eftir samkyndum í Føroyum? Tey samkyndu eg kenni gera ongum ónáðir, og so vítt eg havi skilt, skal samfelagið verja okkum móti ágangi og órætti herundir, mismunur. Neyðtøkumenn gera seg inn á konufólk, pedofilar gera seg inn á børn, tjóvar og harðskapsfólk stjala og gera seg inn á øll fólk. Hesi harðskapsfólk og tjóvar eru tey, ið skulu hava avmarkaða fríheit og læsast inni. Samkynd fólk gera seg ikki per definitión inn á onnur fólk, tí tey fólkini, tey hava seksuella samveru við, eru eisini samkynd og tískil samsint. Tí spyrji eg aftur: hví ikki verja okkara samkyndu ímóti hesum mismuni, sum nøkur vilja hava í lag? Hesin ynskti mismunur tykist onga nøktandi meining ella orsøk hava minnir ræðandi nógv um mannajagstran, sum vit hava sæð í kommunistiskum londum undir kalda krígnum og í Nazi-Týsklandi.
Hetta er ikki ein ákæra móti presti ella politikarum, men ein observatión um nakað, ið fer fram á sera ósømiligan hátt, sum krevur av teimum, ið hava úttala seg, at rættvísgera teirra eftirlýsta og ynskta mismun millum føroyingar. Eg vildi hildi tað vera ynskiligt hjá føroyingum, at vit sum grundarlag ganga inn fyri, at øll eru líka og verða vird líka, uttan so, at ein hevur gjørt seg inn á fólk; men tað sær út til, at nøkur meina sum George Orwell segði at øll eru líka, men nøkur eru meira líka enn onnur.
Bíblian: greið tala um ein ynskir tað
Av tí at tilelvingin til at diskriminera samkynd, sum vit higartil hava sæð, tykist at koma úr Kristindóminum, eru vit noydd at finna svør og frágreiðingar í Bíbliuni. Fleiri staðni í Bíbliuni stendur, at maður ikki má liggja hjá manni sum hann liggur hjá konu ofta orða á ymiskar hættir. Tískil vil eg taka nøkur dømir úr Bíbliuni og hyggja at, um tað nú rættvísger hetta heldur dømandi sjónarmið, sum í løtuni hevur ræði á nógvum føroyingum og tykist enntá hava ræði á Tinginum. Tá nú hetta er sagt, lat okkum so hyggja nærri at Bíbliuni og tosa um, hvat tað merkir og inniber at vera kristin; men fyrst vil eg líka koma við einum øðrum dømi sum samanbering, ið vónandi kann kasta ljós á mína hugsan um tað, at vera kristin og hvat tað inniber.
Um tú ert útlærdur timburmaður og biður um eitt arbeiði hjá einum timburmeistara, má hesin timburmeistarin kunna vænta nøkur ávis ting frá tær, sum tú eigur at liva upp til: Tú skalt møta til ásettu tíð, vera verandi á arbeiðsplássinum eftir avtalu og sostatt ikki fara heim áðrenn ásettu tíð, og tú skalt gera eitt ábyrgdarfult og væl úr hondum greitt arbeiði. Hetta eigur ein timburmeistari at kunna vænta frá einum, ið sigur seg vera útlærdur timburmaður.
Um tú sigur teg vera kristnan, mást tú eisini liva eftir hesum, á sama hátt sum timburmaðurin livir eftir sini ábyrgd sum sveinur (útlærdur handverkari) á einum arbeiðsplássi. Ert tú sveinur, hevur tú eina vitan og ein førleika, sum gevur tær ta ábyrgd, at skulla vera førur fyri at gera eitt nøktandi arbeiði hvønn arbeiðsdag. At vera kristin inniber, at tú hevur eina kristna vitan og ábyrgdina hjá einum kristnum menniskja, til at liva eftir hesi vitan/trúgv við tínum førleikum sum menniskja og ikki sum ein rættvísur og dømandi Guð. At vera kristin inniber í høvuðsheitum, at tú trýrt á hin alvaldandi, alvitandi og alt skapandi Guð; at tú trýrt upp á frelsarin og son Guðs, Jesus Kristus, og at tú livir eftir teimum 10 boðunum í Bíbliuni og virðir øll boðini. Hvørki Guð ella Jesus hava givið menniskjanum loyvi at velja og vraka millum tey 10 boðini, ella tillaga nakað av teimum 10 boðunum eftir egnari fatan, sannføring ella fyrimuni. Hetta hevur við sær, at tá vit siga, vit eru kristin, hava vit eina kristna ábyrgd yvir fyri okkara næstum (medmenniskjum). Henda kristna fatan hevur støði í Bíbliuni og skal útinnast við ábyrgd í samsvar við henni. Í Bíbliuni sigur Jesus, at tað dupulta kærleiksboðið er tað týdningarmiklasta av øllum (óivað m.a. tí, at um tú elskar tín næsta, fer tú ikki at drepa hann, stjala frá honum, vanvirða hann o.s.fr.). Tá ið lærusveinarnir spurdu Jesus: Hvat er hitt fyrsta boðið av øllum? Markus 12,28. svaraði Jesus: Hitt fyrsta boðið er hetta: (...)Harrin er ein. Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum mátti tínum. Annað er hetta: Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Einki annað boð er størri enn hesi. Markus 12,29-31. Dupulta kærleiksboðið (dk) er sostatt tvey boð í einum, men tað er tað seinna boðið í dk, sum hevur størstan týdning í hesi grein, tí tað er tað, sum hevur praktiskan týdning millum menniskju. Fyrri parturin í dk er jú millum einstaka menniskja og Guð, meðan seinni parturin Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. hevur ein sosialan týdning við praktiskum førleika og fylgjum. Tí hevur tú sum kristin, ta ábyrgd at æra hetta boð og soleiðis Guð við at liva eftir hesum.
Føroya Løgting bert kristnan ham?
Hægsti myndugleiki í Føroyum, Føroya Løgting, vildi ikki loyva samkyndum at vera vard við lóg ímóti munnligum ágangi (ærumeiðing) og mismuni t.d. viðvíkjandi arbeiðsmøguleikum. Løgtingið meldaði út við, at tað ikki var neyðugt tó tykist nakað annað liggja aftanfyri, tí tað hevur fleiri ferðir víst seg at vera neyðugt, og ljóðar hetta tíverri meira sum ein undanførsla fyri at svara reiðuligt. Tað ber ikki til at prógva, at uppskotið fall vegna líkasælu ella andstygd yvir fyri samkyndum, men tað er sera ósannlíkt at tingmenninir onki vita um teir trupuleikar okkara samkyndu javnan líða undir og mugu stríðast við; okkurt eiga teir at vita um teir fáu minnilutar vit hava í okkara lítla og lætt yvirskoðiliga samfelag túnatos kemur skjótt runt í lítlum túni; og tí er ilt at trúgva, at tingmenninir lótu uppskotið fella av teirri orsøk, sum teir kunngjørdu. Nei, her sær tíverri út til at vera ein onnur tilelving aftan fyri hesa dáragerð í Løgtingi.
Hóast politikkur og átrúnaður er atskildur í Føroyum, liggur kristni hugburðurin ovaliga í medvitinum hjá nógvum politikarum, tá støða skal takast til eitt mál, ið kann vera í stríð við bíbilskan tekst. Tað er ikki ringt í sær sjálvum, tí Bíblian er ein góður vegleiðari fyri okkum kristnu, men sum kristin skulu vit framíhjá halda okkum til Nýggja Testamentið; serstakliga tað, ið Jesus sigur og ger. Hvat viðvíkur kristna fatan hjá politikarum er hon óivað ymisk, men vit vita, at tað eru menn í Løgtinginum, sum meina tað vera skeivt og synd at vera samkyndur, tí tað stendur í Bíbliuni (í Nýggja Testamentinum sigur Jesus onki um samkynd, men Paulus, ið missionerar í Grikkalandi, vísir aftur á Gamla Testamentið, har samkynd verða fordømd).
Lýðið á Meistaran fyrst, lærusveinin næst
Tíverri fær Løgtingið eisini stuðul frá onkrum hissini presti, ið mestur hevur tikið støði í Gamla Testamentinum (GT). Í 3. Mósebók stendur nevniliga: Tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er andstygd. 3 Mós. 18,22. Eitt annað stað stendur: Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir andstygd; teir skulu láta lív; blóðsekt hvílir á teimum. 3 Mós. 20,13. Sum vit vita er GT meira víðgongt enn Nýggja Testamentið (NT). Men skal ein vera reglufastur, má ein eisini fylgja tí, ið stendur skrivað beint áðrenn omanfyri standandi sitat: Maður, sum drívur hor við konu hjá øðrum manni, drívur hor við konu næsta síns, skal týna lívið, bæði horkallurin og horkonan. 3 Mós. 20,10 (týna lívið merkir lata lív drepast). Skulu vit taka støði í hesum, skulu allir horkallar og horkonur eisini líða somu viðferð sum samkynd; tað kann t.d. vera við at hava skerdar valmøguleikar á arbeiðsmarknaðinum (so hevði sanniliga vanta arbeiðsmegi nógvastaðni). Í GT skulu samkynd láta lív, og drepur tú bróðir mín skal eg drepa bróðir tín; har afturat eru fleiri dømir, men tað er NT, ið Kristindómurin er bygdur á og tískil tað, vit skulu lýða á. Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn verður annulera av boðinum: tú má ikki sláa íhel (hóast tey 10 boðini eru skrivað í GT eru tey varðveitt í NT). Tað eru tíverri fleiri mótsøgnir í Bíbliuni, men júst tí er tað, at vit fyrst av øllum skulu venda okkum til NT, tí tað er bert í NT Jesus talar, og tað eru hansara orð, ið eru hornasteinurin og upprunin, ja enntá navngevarin, til Kristindómin. Jesus sigur dupulta kærleiksboðið vera tað fyrsta boðið, og sigur einki annað boð er størri; so um vit skulu kalla okkum kristin og liva eftir hesi sannføring, má næstrarkærleikin takast fram um dømingina av samkyndum sum syndarar (Jesus vardi skøkjuna næstrarkærleikin er størri og fyrigevingin hevur størri týdning, enn dómur og revsing), og í samsvar við hesum andanum eiga vit við lóg at tryggja samkynda minnilutan móti ágangi og mismuni. Statsvald og kirkja er atskilt, og soleiðis skal tað eisini virka.
Áminning og áheitan
Um fríu valmøguleikarnir hjá einum minnilutabólki eru hóttir, vegna homofobi/hatur ella aðra víðgongda og irrationella orsøk, eigur viðkomandi myndugleiki at tryggja hesar valmøguleikar hjá minnilutabólkinum við lóg, annars byrja Føroyar at líkjast eini Taliban-tjóð, har fræls hugsan og næstrarkærleiki lítið og onki rúm hevur, og tað kann ikki vera ynskiligt fyri meirilutan av føroyska fólkinum.
Lat meg líka leggja afturat: hvat er synd og ikki synd stendur í Bíbliuni, men hvat ger mest skaða á fólk síggja vit í samfelagnum, og samkynd gera ongan skaða á fólk við at vera samkynd; meðan ótrúskapurin millum hinskynd hava vit mangan sæð skaðan av, men tað merkir ikki, at tey verða skerd ella diskriminera á nakran hátt; somuleiðis eiga samkynd at vera óskerd og ódiskrimineraði. Í Gamla Testamentinum verða samkynd og horkallar/konur sett í líknandi bás, men samkynd vekja bert andstygd í Guðs eyga, sambært Bíbliuni (uttan at sára fólk), meðan horkallur/kona særir viðkomandi maka, børn og familju. Hvussu kunnu føroyingar so bjóða samkyndum slíka viðferð? Samkynd eru hampafólk sum so nógv onnur; tað einasta, ið er øðrvísi, er tann seksuella orienteringin.
Heksabrenningin og spanska trúarvillingarrannsóknin hevur havt sína tíð og hevur miseydnast nakað so einastandandi. Latið okkum nú koma úr hesi miðaldarligu tulking av Kristindóminum og gera soleiðis, sum Jesus so mangan ger og mælir til í Bíbliuni: nevniliga at fyrigeva og hjálpa heldur enn at døma og revsa.