Móðurmálið er grundin, amboðið og sálin!

Tórbjørn Jacobsen

Liggur ein norskur línubátur á Klaksvík, ein skotskur togari á Tvøroyri, ein amerikanskur marglætisleinari á Molanum ella Veðrurin liggur og bunkrar frá oljutangunum í Søldarfirði, tá eiga heimildir at vera í føroyskari kirkjulóg fyri, at farast kann til Magnus Brahe, Jónsvein, Sonju og Meinhard, sum síðani snúgva sær til Føroya biskup í hvørjum einstøkum føri, fyri at fáa játtan um, at annað mál enn føroyskt kann brúkast í kirkjuligum handlingum, táið føroyingar sambært siðvenju ikki brúka sínar halgidómar. Onki er meira rímiligt enn tað. Tað snýr seg um at gera brúk av katedralunum, at boða gleðiboðskapin, líkamikið á hvørjum tungumáli røtt og sungið verður. Hesum verður eisini tikin hædd fyri í lógaruppskotinum, sum stud.teol. Theodor Olsen hevur tikið upp til viðkomandi, gagnligt og neyðugt kjak í Sosialinum í hesum døgum.

Kjakið er íkomið, nú føroyingar standa á gáttina til at skipa sína egnu lógligu verju og karm um um sítt gamla hús – kirkjuna. Manna millum verður hetta rópt fyri at vera ein yvirtøka. Kirkjan, sum hevur verið stjórnað eftir donskum lógarleisti, skal nú latast í føroyskan ham. Hulisliga er farið fram. Løgmaður segði á Ólavsvøku seinast, at hetta var seinasta skrúðgongan úr danskari kirkju. Ein geistligur og ein politiskur fylgibólkur hava sitið kring lógarsmiðjuna, okkurt sløð er komið út á heimasíðuna hjá Mentamálaráðnum, sum borgarin sporadiskt hevur kunna tikið støðu til. Havi bara loyvt mær tann demokratiska rætt, at gera viðmerkingar til nakrar prinsipiellar spurningur, har eg als ikki eri samdur við hesum úrvalda liði. Tjóðveldisflokkurin er umboðaður í fylgibólkinum. Vit hava ikki viðgjørt málið og gongdina, tí alt skuldi vera so ófatiliga lokað og konfidentielt, nú fólksins kirkja skuldi flytast úr donskum í føroyskt lógarhøpi. Harvið standa mínar viðmerkingar bara fyri egnu rokning.

Ongin ivi er um, at málspurningurin í føroyskum kirkjum hevur verið eitt mentanarstríð av teimum beiskastu. Ein klassiskur kampur í kolonihøpi. Danskt mál dragnar ikki fyrrenn í mínari tíð, dastið av ungdóminum sungu vit danskar sálmar í Glyvra Kirkju, so av og á, ein støða sum í dag er óhugsandi. Men hon er ikki komin av sær sjálvum, eitt øgiligt seiggið, hjá málmonnum, progressivum prestum og próstum og trýstið uttanífrá gav móðurmálinum fullan og heilan heimarætt, allastaðni uttan í lógarkarminum, sum framhaldandi varð danskur. Og nú væntaði ein, at hetta megnarstríð, hjá so mongum, skuldi innsiglast í føroyskari lóg. Men gakk.

Lisbeth, Bergur og Sjúrður komu undan væðingini í vikuskiftinum. Og sannast má, sum skaldið orðaði seg, at tað eru ikki júst berserkar, sum koma hagani, fyri at leggja síni gullkorn í orðaskiftið.

Vit bæði Lisbeth eru og verða ongantíð samd um støðu Føroya í mun til sentralmaktina í Keypmannahavn. Tí er betur at lata ta debattina liggja á hesum sinni. Málspurningurin er eksistentiellur fyri allar føroyingar, úti og heima, og liggur í heilt aðrari og hægri sferu enn tí partapolitisku. Ongin og øll eiga málið. Líkamikið hvør observansurin er. Móðurmálið er eittans. Grundin, amboðið og sálin í øllum sum vit takast við í hesum samfelagnum. Tí mátti tað verið so sjálvsagt, at ásetingin í komandi kirkjulóggávuni staðfesti greitt, og einaferð fyri allar, at føroyskt mál er meginmálið í øllum kirkju- og samkomu viðurskiftum. At javnseta eitt av øllum fremmandamálum heimsins við móðurmálið, tykist malplaserað, sum ein kolonialistisk anakronisma, gomul leivd, ið juridiskt hevur fløkt seg á leiðir, har hon eingi beitisrættindi hevur. Harfyri skal donsk tunga, á sama hátt sum allar aðrar heimsins tungur, í serligum førum fáa heimildir, at vera brúkt í føroyskum kirkjum. Ongin ivingur um tað. Men framhaldandi haldi eg fast um, at skipast skal soleiðis fyri, at kirkjuviðurskiftini hjá føroyingum bert kunna avgreiðast á móðurmálinum. Teir fremmandu prestar, ið ikki ynskja at ganga undir hesi krøv, eiga at fáa kravboðini, lov følge ella land fly. Tað fer at nærkast hálvum millennium síðani trúðbótina, 500 ár, tí tykist hendan diskussiónin eitt sindur, ella rættari rættiliga, absurd í 2007. Tí skal mítt treytaleysa tilmælið verða, at danskt mál verður flutt niður í flokkin, har onnur mál eru bólkað, og at føroyskt stendur einsamalt sum meginmálið. Hetta burdu vit bæði Lisbeth kunna samst um. Hóast alt. Punktum.

Trupult er at peila av, hvønn leiklut Bergur Berg og Sjúrður Rasmussen hava í hesum leiki. Hin fyrri díkir á at umseta donsku lógirnar stav fyri stav, komma fyri komma, somu lógir sum danski kirkjumálaráðharrin Bertel Geismar Haarder hevur givið greið boð um, at ruddast skal upp í, táið hann heldur tær vera alt ov komplexar og ótíðarhóskandi. Um Jógvan á Lakjuni hevur rikið Berg út av básinum, sum politiskan buffara, tað veit onkur, men útsagnirnar eru sjaldsamar, og ikki serliga álitisvekjandi. Týðuligt er, at symbolikkurin er avgerandi. Einasta ætlaða nationalpolitiska emblemið í samgongureversinum skal fáast til høldar, kosta hvat tað kosta má. Um lógargrundarlagið er viðgjørt, samtykt ella í lagi - er teimum líkamikið. Vit ”yvirtaka” bara eina vakuum-pakkaða danska kirkju og flyta hana upp á gjøt yvir í eitt føroyskt høpið, restini finna vit onkursvegna útav við tíðini. Sjúrður er húsjuristur hjá løgmanni. Hann vísir til fordømið, táið spurningurin um rættargangslógina § 149 stk 1., um málið í rættinum, varð viðgjørdur. Hann skrivaði tá eitt responsum, sum veik nakað frá ásetingini í heimastýrislógini, og varð sligin dykt á fingrarnar og kolldømdur av danska forsætismálaráðharranum, sum kravdi, at heimastýrislógin slaviskt varð fylgd. Gangi út frá, at hann sigur hetta, fyri samgongunar vegna, at bera í bøtuflaka fyri, at uppskotið til nýggja kirkjulóg sær út sum tað nú einaferð ger. Báðir eru í defensivinum. Og meira politiskir enn gott er. Verja eina støðuna hjá samgonguni, ið tykist vera, at bæði danska grundlógin og heimastýrislógin eru givnar føroyingum úr erva. Frá Honum ið øllum valdar. Mær vitandi hevur Fólkaflokkurin ongantíð alment viðurkent grundlógina, tíansheldur heimastýrislógina, sum stýringsamboð í Føroyum. Tað hevur føroyingurin forrestin heldur ikki. Hin fyrra er smoygd niður yvir okkum, ímeðan ein tepur meiriluti á Løgtingi samtykti heimastýrislógina, sum eitt slag av kreppuloysn eftir stríðsárini. Nú má stundin vera komin, táið landsstýrismaðurin hjá hesum sama Fólkaflokki, Jógvan á Lakjuni, kemur undan væðingini, og sigur okkum, at hann av berari ræðslu og undanstøkking fyri Anders Fogh Rasmussen hevur avgjørt at danskt og føroyskt mál skula hava ájøvn rættindi í komandi føroysku kirkjuni, soleiðis sum Javnaðar, Sambands, - og Sjálvstýrisflokkurin ásettu tað at skula vera í 1948 - samsvarandi donskum kravboðum.

Í samrøðuni Theodor hevur við Lisbeth, staðfestir hon eisini, at hon er vorðin krígsgalin. Sama hervaldið, sum í hesum døgum er eltibløðra og ein av fáum stuðlum hjá krígsgreðinginum George W. Bush, í vitleysa og eskalerandi stríðnum í Iraq, skal sambært fyrrverandi sambandsformanninum eiga serrættindi í yvirtiknu føroysku kirkjuni. Hetta er so hin ultimativa staðfestingin, statementið sum sigur spar tvey til alt. Ránið av øllum frælsi. At implementera rættin hjá fremmandum hervaldi í nationala kirkjulóggávu, má vera heimsmet í undirbrotligheit. At ein stokkonservativ Lisbeth L. Petersen meinar hetta, eru nú sínar sakir, hendan politiska rasan er farandi, men hvat sigur Jógvan á Lakjuni, um yvirskipaða politikkin í hesum, ein av eftirmonnum Tórstein Petersens, ið gav dønum skært uppá og húðflongdi teir í hvassorðaðari røðu umborð á Roar á sinni? Hættir Lakjumaðurin sær ikki undan væðingini, so loysir Eidesgaard kanska embætismenninar av, fyri at siga okkum eitthvørt um, hvat ið samgongan ætlar viðvíkjandi yvirtøkuni av kirkjuni. Tað man eftirhondini vera eitt fólkakrav.

Ímeðan Anders og Bertel seta tummilskrúvurnar undir flagbróstið á Jógvani, og krevja av honum eina disiplin, sum bara hoyrir hjálandaindividinum, í hesum førinum serligu føroysku rasuni homo danicus, til, stríðast teir sjálvir ein avgerðandi bardaga fyri at bjarga donskum í Danmark. Danska snobbið, sum Holberg hevur lýst so serliga væl í komediuni Jean de France, hevði við sær, at tey sum hildu seg vera av tí frægara slagnum tosaðu franskt innanhýsis, týskt við húskallar og arbeiðsgentur og danskt við hundarnar. Hetta broyttist táið danski nationalstaturin fekk skap, tá fingu teir eitt felags mál, sum kundi brúkast í øllum lívsins viðurskiftum, eitt fullkomið og samfelagsberandi mál, sum granskarar nú taka til. Nú halda hesir, at hóttafall aftur er á málinum, í mestan mun av anglikanskum trýsti, og danska málnevndin heitir staðiliga á myndugleikarnar um at gera nakað við trupulleikan. Longu nú er áheitanin tikin til eftirtektar og sakin tikin upp á Fólkatingi. Hetta hendir ímeðan eitt mál, sum er stórthundrað ferðir minni, kemur undir ásetingar og eitt slag desavouering frá sama myndugleika.

Ivaleyst ganga fleiri og klóra sær í nakkanum, og spyrja seg sjálvi, hvar ið geistliga yvirvøldin er í øllum rokanum viðvíkjandi yvirtøkuni av kirkjuni. Har er lokað. Tøgn. Hava teir fingið grímu ella er tað somikið lagaligt at vera danskur funktionerur í Føroyum, at man bara stendur og tøvir mitt í eini meining, sum meiningleysi maðurin hjá Kára P.? Ella hevur Lakjumaðurin mutrað teir við lyftum, sum kanska hava koblað alla offensiva hugsan frá? Tað skal nú vera løgið, um ongin í geistliga liðnum hevur eina meining um hesi viðurskifti. Eiga teir ikki dirvið, so er ræðsluscenario´ið fullkomið, staturin hevur tá sett seg á frælsið hjá kirkjuni, hevur doyvt teir til at fylgja politisku skipanini í einum og øllum. Soleiðis verður boðskapurin í halgidómunum lívsørur. Sum ein spurdi í lesarabrævi nú ein dagin: Hvussu hevði anglikanska kirkjan hjá Desmond Tutu, erkibiskuppi, í Suðurafrika sæð út, um hon ikki hevði átt dirvið, at viðgerða politiska veruleikan, sum var og er gerandisdagurin hjá teimum ið manna kirkjuliðini? Hann róði ímóti Apartheid regiminum, hóast status quo ivaleyst hevði verið ein lagaligari gerandisdagur hjá honum sjálvum. Partapolitikkur og politikkur eru nú ikki altíð leistur av sama vadmali. Langt ífrá tí.
Nógv dømi eru um progressivar rørslur í hava muna. À mangan hátt. Katólska kirkjan fór í part við frælsisstríðsmonnunum í Algeria í síni tíð. Kirkjulið í USA gingu á odda í stríðnum fyri at steðga Vietnam-krígnum og evangeliska kirkjan átti stóran leiklut í fallinum hjá kommunistiska regiminum í DDR.
Her ønir ongin ímóti, at menn royna at definera føroyska veruleikan soleiðsni, at Guð = heimastýrislógina = donsku grundlógina. Heldur ongin andøvir ímóti, at danir sleppa at knæseta hjálandastøðu okkara málsliga og hernaðarliga í tí, sum skal eitast at vera national lóg í 2007. Vælsignaðir menn, klappi hestinum, saðli um, og lati okkum gera ein burtur av føroyskan karm um føroysku kirkjuni. Politikkur snýr seg um at vilja broytingarnar. Skal tað til, at heimastýrislógin má broytast, ella vrakast, hon er ikki guðaborðin, men vanligt mannagjørt lógarverk, lati okkum tá fara til verka í stundini. Okkara lutur skal ikki liggja eftir. Tí er tað nakað vit heldur enn gjarna vilja, so er tað, at kirkjan kemur á føroyskar hendur. Helst sum súla undir føroyska nationalstatinum.
Í hjartatræðrunum eru vit helst allir samdir um, at móðurmálið er grundin, amboðið og sálin. Lat hesa semjuna forplanta seg út í paragraffir og viðmerkingar, tá ber í treysti til at trúgva tí, ið vónað verður.