ein parúkkur frá, sum er at síggja á einum borði inni í hugnaligu húsunum í Klaksvík. Parúkkurin er á einum dukkuhøvdi og tað er nakað síðani, hann hevur verið í brúk. - Ja, hatta er parúkkurin, sum Tóra [...] væl, hvussu tann kenslan var. - At fáa boðini um, at dóttir tín er sjúk, og at tað er nakað so álvarsamt sum krabbamein í heilanum, tað er eitt totalt sjokk. Tú roynir bara at fylgja við í tí, sum fer fram [...] Hóast tað gongur rætta vegin við Tóru, so er hon ikki eins og aðrar 15 ára gamlar gentur. - Enn hevur hon trupult við at ganga. Málið er komið aftur, men røddin er veikari og øðrvísið. Og so hevur hon ógvuliga
hann absolutt onki tilboð hevur fingið. - Eg havi bara sæð hatta í Fiskaren. Eg veit ikki, um ES hevur havt sersamráðingar við Ísland, sum jú er spildurnýtt sum makrel-strandarland, men eg havi ilt [...] føroyskum sjógvi. Men soleiðis tosar hann ikki longur. - Um vit fáa eina semju, og tað vilja vit hava, er tað jú ikki relevant at tosa um, at vit skulu fiska alt í heimasjógvi. Tí seta vit eitt krav og blanda [...] ikki at siga neyvari, hvussu elastiskt kravið er, men skal tað líkjast 15 prosentum, ber valla til at verja eina semju um nakað tal niðanfyri 14 prosent. Tí er eisini greitt, at hóast hýrurin var betri
kollvelting, sum er sæð í føroyskari fiskivinnu, nevniliga tann stóra ísfiskatrolaraflotan við fylgjandi bygging av flakavirkjum um alt landið. At vit skjótt fingu onnur modell av trolarum er ein onnur søga [...] leggja okkara skiparum lag á. Alt hetta er sum so søga, men ein søga, sum hevur ávirkað okkara samfelag heilt nógv. Í hesi seinastu greinini í hesi røð skal Sofus Poulsen aftur fáa orðið, har hann greiðir [...] komnir inn at landa. Tá ið "Hans Olivur" hevði 250 kassar og "Gullfinnur" 350 kassar eftir, nú er stopp, kvotan er uppi! Báðir skipararnir vóru í øðini. Teir sýttu at flyta bátarnar. Men her var eingin bøn
mennast útfrá. Tað er ikki av tilvild, at fólk og tjóðir runt allan heim, og til allar tiðir, miðvíst hava valt at stuðla hjúnalagnum at vera millum mann og kvinnu. Orsøkin er jú, at hetta er einasti hátturin [...] svarini, sum Jenis av Rana gav. »1) Hvorfor er du imod forslaget? 2) Hvad er der efter din mening forkert ved, at to personer af samme køn kan gifte sig? (måske er spørgsmålet allerede besvaret ovenfor) Svar [...] harvið framhaldandi lív á fold, tí samfelagið millum mann og kvinnu er jú einasta hátturin at skapa nýggjar heimsborgarar. Hjúnalagið er ein trygd fyri barnið og komandi ættarlið. Á øllum øðrum samfelagsøkjum
so dánt á heimavølli, tað er broytt nú. Nú er minni munur á útivølli og heimavølli. Men eg skilji væl, tá fólk siga, ”harra gud null stig, hvat er tað?” Tað er null og tað er ikki nóg gott. Men har má [...] sera sterkum bólki. Tað er ein sannroynd, at PR-arbeiðið er vorðin munandi meiri umfatandi og atgongumerkini bíligari. Hongur tað ikki saman við, at áskoðaratalið er hægri nú? Jú, tað ger tað. Men tað hongur [...] var. Men tað er eitt forsømilsi, tí tað burdu vit havt. Eg haldi eisini, at tað var meiningin, men møguliga er okkurt praktiskt komið fyri. Men tað er rætt, tað burdu vit gjørt. Men tað er altso ikki tí
Meistari uttan kapping HB hevur í ár samlað sær 54 stig saman. Tað er ikki beinleiðis nógv í mun til okkurt annað ár, men alíkavæl er HB greitt meistari. Tað skal einki takast frá HB, sum eisini tykist [...] stóran týdning, so er ilt at koma uttan um miðvøllin. Fróði Benjaminsen hevur verið á sama høga stigi í ár, sum tá hann okkurt ári hevur fingið heitið »ársins spælari«. Bárður Olsen er sum endurføddur á [...] brandur. Tók øll skotini og alt sum HB kom við – uttan málið. Her er talan um rangstøðu. Einki at seta fingurin á. Teitur Olsen: 3 Er lítil av vøkstri, men fyllur alíkavæl nógv tá spælir. Lesur spælið
havt føroyskt í tíggju-ellivu skúlaár. Aftur til hatta Primetime. Primetime er tann tímin í samdøgrinum, tá loftmiðlarnir halda, og tað, sum teir halda, er altíð rætt, at flestu fólk lurta ella hyggja. Kanningar [...] nær Primetime er, og tími heldur ikki at spyrja nakran um tað, ella at fara at leita eftir kanningum ella phdritgerðum um tað. Tí eg eri samdur við tey, sum siga, at hatta við Primetime er tvætl, eitt [...] fólk lurta ella hyggja. Tí er Primetime alt samdøgrið. Primetime er beint nú. Vit eru On air, tú og eg. Og annars, líkasum fyri at turrsalta sárið, síðani internetið kom, er Primetime 48 tímar um samdøgrið
tveimum stykkjum, sum Jaspur Vang og Poul Juul Michelsen eiga, og sum liggja upp at verandi grótbroti í Froðba. Hóast Poul Juul Michelsen er bróðir borgarstjóran, so er gegnisspurningurin eftir øllum at døma [...] ongantíð uppi og vendir. Fyri Jaspur Vang er støðan tann, at hann sum sýslumaður eisini er føddur formaður í lokalu friðingarnevndini. Og tí skal hann viðgera málið, um so er at hansara egna stykki skal brúkast [...] krónur. Hin seljarin, Poul Juul Michelsen, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til sína sølu. - Eg havi onga viðmerking yvirhøvur. Tosa tú bara við kommununa um hatta har, sigur Poul Juul Michelsen, sum
í gerandisdagin. Men niður í beinini broyttist einki. - Nei, har er einki samband niðureftir. Har er alt kvett av, og einki samband er við restina av kroppin, staðfestir Eyðun. Hann hevur tó valt at savna [...] Hansen í Fløttisgøtu 6 í Vestmanna. Uttan fyri er alt túnið grivið upp, og arbeiðsmenn eru í holt við at stoypa og fylla upp í brattlendinum, soleiðis at koyrandi er heilt oman til dyrnar. Inni í hugnaligu húsunum [...] tí har eru tilboðini betri og møguleikarnir fleiri. Men tað er her, at vit hava okkara lív, leggur Linda Christophersen afturat. Sjálv er hon ættað úr Vestmanna. Eyðun vaks upp úti á Heygnum Mikla í Havn
orsøkin er, at arbeiðsloysið er lítið. Almenn umsiting, sum fyrst og fremst liggur í Portree, munar væl. Høvuðsvinnan er annars ferðafólkavitjan, og er tað lætt at skilja, so vakurt sum her er. Tað er nakað [...] Men tíðin er við at fara frá júst hesi framleiðslu, har stórvinna er meira lønandi. Tað er eisini eitt sindur av fiskivinnu, serliga eftir skeljadjórum. Gudstænasta uttan ljóðføri Samfelagið er rættiliga [...] fólkatali. Men kanska er hetta við at broytast eitt sindur. Í hvussu er sóu vit eina kirkju, sum var til sølu. Men kirkjan hevur stóra ávirkan, um hon er minni nú enn fyrr. Tað er ikki langt síðani, at