Ferðin við 62oN endaði í Aberdeen. Tað er ikki minst fiskivinnuøkið, sum hevur merkt sambandið millum Føroyar og Aberdeen.
Í mong ár dúvaðu vit uppá fjarfiskiskap, meðan útlendskir trolarar í stórum tali veiddu undir Føroyum. Ikki minst vóru tað trolarar úr Aberdeen.
Fyrst í 1970-árunum kom tað vestmenningum til hugs, at tá ið tað kundi bera til hjá fiskimonnum úr Aberdeen at veiða undir Føroyum, so mátti tað eisini borið til hjá føroyingum at fiska undir Føroyum við sama slagi av trolarum.
Tískil bílegði p/f Vestur í Vestmanna tveir trolarar júst av sama slag, sum aberdeenarar nýttu undir Føroyum. Hesir vóru Norðfinnur og Vestfinnur.
Hetta var byrjanin til kanska ta størstu kollvelting, sum er sæð í føroyskari fiskivinnu, nevniliga tann stóra ísfiskatrolaraflotan við fylgjandi bygging av flakavirkjum um alt landið. At vit skjótt fingu onnur modell av trolarum er ein onnur søga.
Fyrst í 1970-unum fingu vit eisini ein stóran flota av ídnaðarfiskskipum. Men nakað inn í 70-ini gjørdist ein slík marknaðarkreppa, at henda veiða lønti seg ikki. Tá fóru nógv av hesum skipum at fiska tosk og hýsu undir Føroyum. Men trupulleikin var tann, at føroysku skipararnir kendu ikki botnin á okkara egnu leiðum. Tískil mátti farast til Aberdeen at “læna” skiparar, sum kundu leggja okkara skiparum lag á.
Alt hetta er sum so søga, men ein søga, sum hevur ávirkað okkara samfelag heilt nógv.
Í hesi seinastu greinini í hesi røð skal Sofus Poulsen aftur fáa orðið, har hann greiðir frá síni tíð á umboðsstovuni í Aberdeen.
Sofus Poulsen: Loðsarnar rendu "Sjúrðarberg" uppá land
Í desember mánaði í 1948 var “Sjúrðarberg” við Kaj Johannesen sum skipara á veg til Grimsby við góðum 4.000 kassum av toski eystanífrá. "Selberg", seinni "Mai", lá inni í Aberdeen um hetta mundi. Eg hevði fingið at vita, at “Sjúrðarberg” slapp ikki framat at landa í Grimsby. Eg kallaði so á “Sjúrðarberg” frá "Selberg". Eg segði við Kaj, at hann mátti koma til Aberdeen, tí tað var fult í Grimsby.
So var avtalað, at vit skuldu tosa saman aftur dagin eftir á middegi aftan á søluna á fiskamarknaðinum. Eg fór so oman á “Selberg” um middagstíð dagin eftir og kallaði á “Sjúrðarberg” á fiskabylgjuni. Kaj svaraði, men eg hoyrdi hann sera illa. Eg segði, at eg skilti, at hann ikki kundi klára marknaðin. Jú, so var, segði Kaj. Støðan var tá tann, at hann stóð fastur á klettunum í Noregi. Loðsarnir høvdu siglt hann á land við 13 míla ferð.
"Sjúrðarberg" kom kortini til Aberdeen, har teir landaðu fiskin. Hann fekk yvir 12.000 pund fyri góðar 4000 kassar, kassin var um 50 kg. Og so mátti teir fara til Leith, har trolarin skuldi gerast aftur. Hann hevði skrætt einar 30 føtur av kjølinum. Tíbetur fóru skottini framman millum lastina ikki. Men sjógvur kom heilt upp í yvirkoyggjurnar hjá monnunum í lugarinum.
Føroyskur fiskur munaði væl undir krígnum
Sigast kann, at var tað ikki fyri okkara skip, so hevði verið lítið av fiski um vetrarnar undir krígnum. Tað var altíð mangul. Tað var heilt vanligt, at 7-10.000 kassar vórðu landaðir um dagin.
Tað var ein øgiligur fiskur, sum kom higar, og eg havi roknað út, at vit landaðu undir krígnum tað, sum svaraði til 1,5 mill. "fish og chips" um vikuna. Og í nøgd var tað í miðal øll krígsárini 8.000 kassar um vikuna.
Tá fiskimarkið varð flutt út á 12 fjórðingar í 1964, kom eitt sindur av roki í, og vit fingu eina kvotu ásetta fyri, hvussu nógv vit kundu landa. Eg haldi, at tað var 175.000 pund sterling um ársfjórðingin. Tað bar ikki til at flyta kvotu millum ársfjórðingarnar.
Línubátarnir "Hans O. Højgaard" og "Gullfinnur" vóru um hetta mundið komnir inn at landa. Tá ið "Hans Olivur" hevði 250 kassar og "Gullfinnur" 350 kassar eftir, nú er stopp, kvotan er uppi! Báðir skipararnir vóru í øðini. Teir sýttu at flyta bátarnar. Men her var eingin bøn. Sleipibátar komu seinnapartin at toga teir burtur frá fiskamarknaðinum. Og endin var, at teir máttu blaka fiskin fyri borð. Hetta kom sum rímiligt er illa við.
Men hetta gjørdi eisini, at keypararnir vóru í øðini, tí teir vildu fegnir hava fiskin. Hetta gjørdi so sítt til, at flakavinnan í Føroyum fór rættiliga at mennast. Men sigast kann, at "utak er verdens løn", og orðini hjá Churchill um, at føroyingar ikki skuldu vera gloymdir, vóru skjótt gloymd.
Annars sá eg Churchill. Tá eg hevði verið her í eina viku varð Churchill útnevndur til heiðursborgara í Aberdeen. Tað vóru í túsundavís av fólki í Union Street. Eg og John, bróður, vóru eisini har. Og tá kemur Churchill koyrandi í opnum bili beint framvið okkum. Hetta var nú stuttligt at uppliva, tá havt verður í huga, hvussu stóran leiklut Churchill hevði havt - eisini í okkara tilveru í Føroyum.
Føroysku konurnar í Onglandi komu væl fyri
Eg havi eisini havt nógv samband við tær føroysku konurnar, sum komu higar aftaná kríggið. Eitt av ørindum teirra kundi vera at fáa ferðamøguleika heim við onkrum fiskiskipi, sum var og landaði. Hetta var nú ikki altíð so stuttligar ferðir, tí skipini vóru jú rættuliga sjóverkslig.
Sigast kann eisini, at tey flestu av hesum hjúnarløgum hildu, hóast konurnar komu til heilt aðrar umstøður, enn tær vóru vanar við.
Dóttir Louis Apol, Johanna, var ein teirra. Hon giftist við Harry Wilson, hvørs søga fyrr er umrødd í Miðvikuni, sum saman við FF-blaðnum hevur havt fleiri frásagnir um hesar konur.
Eitt annað dømi um ferðaumstøðurnar tá, er tá ið sangkórið í Ebenezer fór til Aberdeen við sluppini "Føroyingur" í 1948.
Koyggjur vóru gjørdar í lastini, har kórið búði tey tvey samdøgrini ferðin tók. Slíkt hevði ikki so mikið sum komið uppá tal í dag!
Syrgilig vanlukka
Ein syrgilig hending fór fram í 1951 við "Tróndi í Gøtu". Tað lógu fleiri trolarar uttan á hvørjum øðrum í Aberdeen. Benny Hansen hjá Marsannu og Langa Petur Hans í Norðragøtu, Benny var systkinabarn pápa mín, fór í land saman við hinum av manningini. Av lúnningini á einum trolara leyp hann yvir á tað, sum hann helt vera lastalúkuna. Men her var eingin lúka, bara ein presending, sum lá útyvir, har lúkan skuldi verið. Hann datt niður í lastina og kom illa til skaða. Benny varð lagdur á sjúkrahús í Aberdeen. Men tíverri fekk hann lungnabruna og doyði. Heima sat einkjan, Frida, við 7 børnum, tað minsta tvey ára gamalt.
Men Frida var eitt jarn og øll børnini komu væl undan.
Tá "Gullborg" gekk burtur í 1971
Ein av luttakarunum á ferðini var Niels Jacob Nielsen av Strondum. Hann hevði eitt serligt samband við Sofus. Hetta var í sambandi við eina heilt serligan hending, nevniliga tá ið Gullborg, sum Niels Jacob átti og førdi gekk burtur í 1971, og tað var um reppið, at teir komu undan.
Vanlukkan hendi uml. 60 fj. sunnanfyri Hetland eina viku fyri jól. Tá teir vórðu bjargaðir, høvdu teir verið í einum gummibjargingarflaka í 27 tímar, og vóru teir koppaðir tríggjar ferðir. Fyrstu ferð fóru teir úr flakanum fyri at fáa hann aftur á "rættkjøl". Men hetta orkaðu teir ikki at gera báðar teir næstu ferðirnar hann koppaði. Teir fingu kastað seg við brotunum, so hann fór runt aftur. Samrøður vóru í fjølmidlunum við Niels Jacob um hendingina
Tað var yngsti maður umborð á "Morning Star", 18 ára gamli Samuel Simpson, sum hevði róðurtørn, sum sá gummiflakan. Hann rópti á skiparan, sum sjálvandi vendi og fór at taka teir upp. Teir á flakanum høvdu sæð fleiri skip og sent neyðrakettir, men eingin hevði sæð teir, fyrrenn hesin ungi maðurin á "Morning Star" sá teir, og glaðir vóru okkara menn at síggja bjargingarmenn sínar.
So merkiligt kann tað vera. Samuel gekk sjálvur seinni burtur við skipi.
Eg fór norður til Peterhead tað kvøldið, teir komu inn hagar. Hevði fyrr havt samband við Niels Jacob frá Lerwick. Hann hevði avtalað við meg, áðrenn teir fóru út at fiska tað vikuskiftið, at hann skuldi ringja til mín mánamorgunin kl. 11, tí hann skuldi koma til Aberdeen eftir eykalutum, áðrenn teir fóru heim at halda jól.
Og sjálvandi var eg bilsin at hoyra Wick Radio kl. 12.15 siga, at hann hevði eina samrøðu til mín frá "Morning Star". So hoyri eg røddina á Niels Jacob aftanfyri hann og spurdi, um hann tosaði gjøgnum føroyska skipið "Morning Star", tí sendarin hjá honum var í ólagi. "Nei", svarar Niels Jacob, "eg eri umborð á skotska trolbátinum "Morning Star". "Gullborg" sakk eftir 90 sekundum fyri 27 tímum síðani."
Veðrið var framvegis ringt, 18 metur/sekund, og óvist var nær teir komu til Peterhead. Hann bað meg boða pápa sínum, Jógvani, frá hesum. Eg visti, at "Polarfarið" lá í Lerwick. Eg fekk fatur á skiparan, Ernst Kass, og spurdi, um hann vildi bíða eftir manningini á "Gullborg", sum skuldi koma til Hetlands við flogfari skjótast gjørligt. Jú, tað var gaman í.
"Morning Star" kom ikki til Peterhead fyrrenn um kl. 2 um náttina, og har var fitt av fólki komið oman á keiuna, eisini ein radiomaður frá BBC. Lækni var har, sum skuldi kanna menninar, tí hann meinti ikki, at teir fóru at kunna fara heim beinanvegin, tá teir høvdu verið so leingi í hesum kalda gummiflakanum - vátir og kaldir og uttan mat og drekka. Men tá ið "Morning Star" kemur til bryggju, síggja vit, at gummiflakin liggur á dekkinum. Bert Niels Jacob hevði bandagu um aðra hondina, hinir tyktust at vera óskaddir. Læknin fór so umborð, og allir fingu grønt ljós at sleppa heim. Niels Jacob heldur, at tað var nógv føroysku undirklæðunum fyri at takka, at teir vóru so væl fyri.
Eg fekk teir so niðan á Sjómansheimið, har teir kundu fáa brúsubað og turr klæðir at fara í. Síðani fingu teir nátturða, tá var klokkan trý um náttina. Ein klædnahandil lat eisini upp, so teir allir kundu keypa sær nýggj klæðir. Seinni lat eisini ein skógvahandil upp, so teir eisini kundu keypa sær nýggjar skógvar. Eg segði við mannin, sum átti handilin, at tað var "pent" gjørt av honum at koma oman at lata handilin upp kl. 4 á morgni. Hann svaraði mær, at hann hevði sjálvur verið sjómaður, og at tað var honum ein gleði at kunna verða okkara sjómonnum til hjálpar. Síðan fóru vit allir í einum stórum Rolls Royce taxabili til Aberdeen.
Fleiri høvdu hug at spyrja um hesa hending, men eg segði, at teir skuldu út í lufthavnina beinanvegin fyri at sleppa við flogfarinum til Hetlands, tí "Polarfarið" lá í Lerwick og bíðaði eftir teimum. Hann fekk bert spurt Niels Jacob, hvussu teir sluppu í gummibjargingarflakan av bátadekkinum. Jú, teir sluppu beint av bátadekkinum í bjargingarflakan, sum fleyt har.
Heimferðin gekk sum ætlað, og teir fingu jólini heima saman við sínum kæru, men allar jólagávurnar fóru tíverri til botns við "Gullborg".
Í 2003 komu Niels Jacob og konan niður til Skotlands, og hevði eg fyrireikað møti við Harald Napier, skiparan á Morning Star, og konuna við ein døgurða á einum hotelli, har teir báðir fingu høvi at tosa saman um hesa hending. Napier er seinni deyður av eini ferðsluvanlukku.
Ein øðrvísi ferð
Tað er ikki so løgið um Niels Jacob og Sofus høvdu okkurt at práta um, nú teir hittust aftur.
Hetta kann eisini vera eitt høvi at takka Sofus fyri alt tað, sum hann hevur gjørt fyri okkara samfelag í so mong ár. Tað var ikki tað mál, hann ikki kundi loysa, og hann hevur ongantíð borið seg undan, sjálvt ikki nú, hann er farin væl framvið tey 80 árini.
Hetta var ein eitt sindur øðrvísi frásøgn frá eini eitt sindur øðrvísari ferð, sum kanska hevur fingið eitt sindur av søguni um sambandið millum Føroyar og Skotland undan kavi. Eg vil fegin takka øllum ferðaliðnum fyri nakrar ógloymandi dagar.
----
Komandi partur:
Komandi fríggjadagur er minningardagur teirra sjólátnu.
Í hesum sambandi verður greitt frá vanlukkuna við Kalli av
Syðradali K fyri 50 árum síðani, sum kostaði trimum monnum lívið.