Fiskimálaráðharrin heldur fast um krav

Vandi er fyri, at Jacob Vestergaard skal stríðast á tveimum hermótum, nú strandarlondini royna at finna semju um makrelbýtið næsta ár. Hann krevur “okkurt sum líkist 15 prosent” í okkara part og samstundis, at Føroyar fáa munandi størri part av samlaðu kvotuni enn Ísland

Møguleikarnir at fáa økt føroyska partin av makrel­kvotuni í semju við hini strand­ar­londini er helst betri, nú ICES hevur mælt til at økja samlaðu kvotuna, so­nevnda TAC’ið, næsta ár upp í 890.000 tons – 64 prosent meira enn tey 542.000 tons­ini, sum mælt var til í ár.
Tað væntar Jacob Vester­gaard, lands­stýrismaður í fiski­vinnumálum, og hann ætl­ar heldur ikki at slaka før­­oysku krøvini.

Rætt til 15 prosent
- Vit skulu hava okkurt sum líkist 15 prosent av samlaðu kvotu­ni. Tað hava vit hildið lein­gi, og aftur í ár er tað væl og virðiliga prógvað, at vit hava rætt til ein so stóran part, slær hann fast.
Fyrr hevur lands­stýris­mað­urin sagt, at vit skulu hava 15 prosent, um vit kun­nu fiska makrelin frítt, og 23 pro­sent, um alt skal fiskast í før­oyskum sjógvi.
Men soleiðis tosar hann ikki longur.
- Um vit fáa eina semju, og tað vilja vit hava, er tað jú ikki relevant at tosa um, at vit skulu fiska alt í heima­sjóg­vi. Tí seta vit eitt krav og blan­da ikki onnur tøl upp í tað, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin fæst ikki at siga neyvari, hvussu elast­iskt kravið er, men skal tað líkjast 15 prosentum, ber valla til at verja eina semju um nakað tal niðanfyri 14 pro­sent.
Tí er eisini greitt, at hóast hýr­ur­in var betri enn í fleiri ár á sam­ráðingarumfarinum, sum júst hevur verið í Lon­don, so verður orrustan hørð.

Leysatíðindi øsa
Øði er nevniliga longu spunn­in í skotar og írar, sum hava frætt um, at ES ætlar at slaka mótvegis føroysku og ís­lend­s­ku krøvunum.
Tíðindini, sum norska fiski­vinnublaðið Fiskaren hev­ur borið fram, eru als ikki váttað, men siga, at Maria Damanaki, fiski­vinnu­kommi­ser­urin hjá ES, skal hava boðið íslendingum 11,9 pr­o­sent av samlaðu kvotuni næsta ár og føroyingum 12 pro­sent.
Jacob Vestergaard sigur, at hann absolutt onki tilboð hev­ur fingið.
- Eg havi bara sæð hatta í Fiskaren. Eg veit ikki, um ES hevur havt sersamráð­ingar við Ísland, sum jú er spild­ur­nýtt sum makrel-strand­ar­land, men eg havi ilt við at trúg­va, at ES-kommiserurin fer at koma við slíkum út­talil­sum, meðan konkretar sam­ráð­ing­ar fara fram, sigur hann.

Minni til Ísland
Og um tíðindini skuldu veri sonn, so fær eitt til­boð um 12 prosent til Før­oy­ar og 11,9 til Ísland dura­fjórð­ing­in frá føroyska fiski­mála­ráð­harra­num – bæði tí at 12 prosent er alt ov lítið – tað líkist ikki 15 pro­sentum – og tí íslendska tal­ið liggur alt ov tætt upp at tí føroyska.
Fyri Jacob Vestergaard hevur tað nevniliga stóran týdn­­ing, at Ísland fær væl min­ni prosentpart av makrel­kvotuni enn Føroyar.
- Vit byrjaðu okkara stríð á einum støði, sum æt 5-6 pro­sent, meðan íslendingar byrj­aðu á null. Tí kunnu vit als ikki góðtaka, at teir, sum akkurát eru komnir inn um gátt­ina, beinanvegin skulu hava somu tilluting sum vit. Tað er eisini púra greitt, at ikki nær mámind so nógvur makrel­ur er í íslendskum sjóg­vi sum í føroyskum, sigur hann.
Spurdur, um hann ikki ótt­ast at verða tikin illa upp í Ís­landi fyri hesa støðu, sigur fiski­málaráðharrin.
- Tað er bláoygt at halda, at íslendingar hugsa so nógv um brøðralag, tá teir royna at fáa sín part av makrelinum. Men vit hava ikki meira brúk fyri eini avtalu um makrel enn hini strandarlondini, so hví skuldu vit lagt okkum fløt? Ein nýggj strand­ar­landa­avtala um makrelbýtið skal av­spegla veruleikan, tað má verða eitt ófrávíkiligt krav.