Eftir ein stuttan støðg í Mallaig var farið við ferju til Armadale á Isle of Skye. Ferðin yvir um tók bert hálvan tíma. Gist varð á hotelli í Broadford, hálvan tíma við bussi frá ferjuni.
Morgunin eftir var hildið áfram fyri at síggja oynna, sum er ein partur av innaru Hebridunum. Tað sum vit kalla Hebridurnar, kalla teir ytru Hebridurnar, har Stornoway er høvuðsbýur.
Á ytru Hebridunum eru eisini føroyskar slóðir. Ein teirra er
Anna Súsanna f. Poulsen, av Sandi. Hennara foreldur vóru Jacob Sofus Desiderius Poulsen, kendur sum Sofus í Garðinum úr Skúvoy, og Valgerður (Valla), sum var hálv íslendsk.
Anna møtti manni sínum Angus Johnstone, tá ið hann var í Føroyum undir krígnum við Lovat Scouts.
Tey giftust á Sandi í 1945 og fingu teirra fyrsta barn í 1946. Tey fingu tilsamans ikki færri enn 15 børn. Tá komu tey eisini í bløðini.
Tey búði í Benbucula á ytru Hebridunum, har tey høvdu ein bóndagarð.
Anna kom aftur til Sands, har hon doyði í 1992. Hennara søga hevur fyrr verið umrødd í Sosialinum.
Føroyavinur á Isle of Skye
Frá Broadford var fyrst farið til Portree, sum er høvuðsbýurin á Isle of Skye.
Her kom journalisturin Cailean Maclean við sum frásøgumaður. Vit koma at kennast í 2007 í sambandi við eina ferð, sum Óli Breckmann skipaði fyri til Isle of Skye í 2007. Seinni vitjaði hann í Føroyum, og vit hava havt samband síðan tá. Hann gav eisini sítt íkast til bókina um Dollan í 2010.
Cailean vildi fegin koma við sum frásøgumaður sum tøkk fyri tann blíðskap, hann hevði møtt í Føroyum, tá ið hann gjørdi sjónvarpssendingar um Føroyar til BBC. Hann hevði eisini við sær eina eskju við fløgum við “oyggjatónleiki” har á leiðini til ferðalagið.
Cailean hevur heimasíðuna
www.skye-media.com
Har síggjast ótrúliga vakrar myndir av Isle of Skye.
Áhugavert oyggjasamfelag
Oyggin Skye er gott og væl til støddar sum Føroyar, einar 1.700 ferkm. Høvuðsbýurin er Portree við umleið 3.000 íbúgvum.
Gongdin í fólkatalinum á Skye hevur verið tann mótsetta av gongdini í Føroyum.
Í 1841 búðu 23.000 fólk á Skye. Tá vóru færri enn 10.000 í Føroyum. Í 1971 var fólkatalið komið niður á 7.000. Tað er síðan hækkað aftur til eini 12.000, og roknað verður við framhaldandi vøkstri.
Hetta merkir, at hetta er eitt av teimum fáu økjunum í skotska útjaðaranum, har fólkatalið økist. Fremsta orsøkin er, at arbeiðsloysið er lítið. Almenn umsiting, sum fyrst og fremst liggur í Portree, munar væl.
Høvuðsvinnan er annars ferðafólkavitjan, og er tað lætt at skilja, so vakurt sum her er.
Tað er nakað av fiskivinnu, landbúnaði og smáídnaði sum til dømis whiskyframleiðsla. Men tíðin er við at fara frá júst hesi framleiðslu, har stórvinna er meira lønandi.
Tað er eisini eitt sindur av fiskivinnu, serliga eftir skeljadjórum.
Gudstænasta uttan ljóðføri
Samfelagið er rættiliga konservativt eins og oyggjasamfeløg ofta eru. Har eru framvegis kirkjur, har tey ikki vilja hava orgul ella annað ljóðføri, eins og tað var her á landi fyri einum 100 árum síðan. Tað stríð, sum vit høvdu tá í Føroyum, hava tey framvegis við spliti millum kirkjurnar.
Í kirkjuni Free Church of Scotland eru forsangarar og sungið verður beinleiðis úr Dávids sálmum í Bíbliuni. Lagið tykist at vera tað sama til allar sálmar og minnir ikki sørt um Kingo.
Var eina ferð spurdur um siðin hjá útróðrarmonnum hjá okkum at syngja, tá ið farið var til útróðrar. Teir hava havt nakað tað sama sum vit, men hetta vóru sálmar, sum vóru gjørdir serstakliga til útróður. Endamálið við hesum sangi var at rógva í takt.
Cailean greiddi frá, at tað vóru heilar 13 kirkjur og samkomur í Portree. Hetta dugdi hann illa at skilja, og tað mátti vera ógvuliga smábýtt millum kirkjurnar við so lítlum fólkatali. Men kanska er hetta við at broytast eitt sindur. Í hvussu er sóu vit eina kirkju, sum var til sølu.
Men kirkjan hevur stóra ávirkan, um hon er minni nú enn fyrr. Tað er ikki langt síðani, at alt lá stilt sunnudagar. Bussar koyrdu ikki, og sjálvt burgarabarrin í býnum var afturlatin. Hetta er nú alt við at broytast, men fótbóltur verður framvegis ikki spældur sunnudag!
Bardagin fyri gæliska málinum
Cailean kemur sjálvur frá ytru Hebridunum, men hevur í eini 30 ár búð á Isle of Skye.
Hann hevur tískil havt gælisk sum móðurmál. Hetta er upprunaliga málið í Skotlandi, men í dag eru bert um 1% av skotum, sum tosa tað.
Men tað verður kortini nógv gjørt fyri at varðveita gæliska málið á økjum, sum her á Hebridunum. Tað verður lært í skúlanum, og BBC hevur regluligar sendingar á gæliskum. Øll staðarnøvn er eru eisini á gæliskum. Gudstænastur verða hildnar bæði á enskum og gæliskum.
Summi okkara kenna minst eitt gæliskt orð. Hetta er løgur, sum á gæliskum eitur »visqe beatha«, sum merkir »lívsins vatn«. Orðið visqe er nevniliga tað sama, sum vit kalla whisky!
Tað er eitt gæliskt universitet á Isle of Skye, og var tað vitjað av føroyskum bólki í 2007. Tá varð eisini avtalað samstarv við Fróðskaparsetrið.
Cailean metir, at tað eru um 25% av fólkinum á hesum leiðum, sum tosa gæliskt. Men vandin liggur í, at øll tosa enskt, og tá kemur upprunamálið ofta í aðru røð.
Á Hebridunum kemur eisini út blaðið West Highland Free Press, sum lutvíst verður skrivað á gæliskum. Blaðið finst eisini á alnótini, og áhugað kunnu finna tað á heimasíðuni www.whfp.com
Keyptu eisini sild á Isle of Skye
Í seinasta partinum varð greitt frá okkara sildakeypi í Skotlandi fyri meira enn 40 árum síðani. Um Isle of Skye greiddi Sofus Poulsen millum annað frá í FF-blaðnum í 2005:
“Okkara skip komu seinni at keypa sild í Uig á Isle of Skye. Tvey skip frá Harenga í Gøtu vóru komin niður til Stornoway á ytru Hebridunum eftir sild, sum tey fluttu feska heim til virkið í Gøtu. Sildin varð ísað í kassar. Annað av skipunum var “Sporið” úr Gøtu, og hitt var “Árnanes”, sandbáturin hjá Páll Klein, sum Harenga hevði leigað til endamálið.
Páll ringdi til mín ein fríggjadag seint á degi at spyrja, um eg visti, hvar teir kundu fáa sild. Eingin bátur kom til Stornoway at landa leygarmorgun og “Sporið” hevði bert fingið hálva last, og tí mátti berast skjótt at, um hann skuldi fáa túr. At sildin skuldi avreiðast fesk avmarkaði jú túralongdina.
Eg lovaði at seta meg í samband við Captain Stewart, sum var maðurin í Uig, sum hevði við sildasøluna at gera. Eg ringdi til hansara, segði hvør eg var, og hvat eg vildi. Fingu okkara bátar ikki sild í morgin, so varð liðugt við at keypa sild har vesturi. Captain Stewart lovaði, at hann skuldi útvega sild morgunin eftir. Hann skuldi fáa Scalpay bátarnar at fara út, hóast veðrið var vánaligt. Eg takkaði fyri og lovaði, at “Sporið” og“Árnanes” skuldu verða í Uig tíðliga morgunin eftir, hetta var leygarmorgun. Ringdi so aftur til agentin í Stornoway sama kvøldi og bað hann fáa skipararnar til telefonina. Eg segði , at hetta hevði skund, og at eg mátti sleppa at tosa við okkara skiparar. Eg fekk so fatur á Páll og greiddi honum frá tí, sum Captain Stewart hevði lovað.
Avgjørt var, at teir báðir skuldu sigla úr Stornoway um midnáttartíð og skuldu so statt verða í Uig umleið kl. 5 leygarmorgunin.
Teir fingu báðir fulla last av góðari sild og sluppu at sigla heim, áðrenn tann fyrra sildin hjá “Sporinum” bleiv ov gomul. Hóast teir í hinum skotsku havnunum ongantíð vildu siga nakað gott um Uig, bleiv hendan havnin ein av okkara mest vitjaðu tey fylgjandi árini, og bátar, sum komu at vera regluligir “gestir” har, vóru “Ranafossur”, skipari Martin Olsen, “Leikur”, skipari Hákun Jensen og “Bakur”, skiparar Egil Simonsen og Meinhard Hentze.
Hesi skipini fluttu fyri tað mestu sildina á danska marknaðin. Beiggi Capt.
Stewart átti eina Lounge (kaffistovu) har á keiuni, sum eisini var ferjulega hjá bilferjuni millum Uig og Tarbert á Harris, og hann nevndi hana “Bakur”.”
Ein ung genta, Jessie, frá Stornoway starvaðist á matstovuni har, og hon giftist við Meinhard, sum var ættaður úr Skúvoy. Har búsettust tey eisini og eru millum teir fáu skúvoyingar, sum eru eftir í oynni.
Tað var tískil upplagt, at vit vitjaðu Uig, navnið stavar frá norðurlendska navninum Vík.
Uig er ein lítil bygd, um 2-300 fólk búgva har. Eitt sindur av fiskivinnu er eftir. Hiðani gongur ferja til Harris á ytri Hebridunum. Í Uig var steðgað á eina løtu, og fleiri av luttakarunum fingu sær ein drekkamunn inni á Baki!
Niels Jacob Nielsen greiddi frá, at sunnan fyri var “minchurin”, har teir í síni tíð høvdu góðan fiskiskap eftir ídnaðarfiski. Vanliga tók tað bert fáar dagar at fylla skipið.
Loysir seg at skera torv
Á framhaldandi rundferðini kring hálvoynna Trotternish greiddi Cailean frá lívinum á Skye. Her er nokk so konservativt, men tað kann eisini vera av tí góða. Gerst oljan ov dýr, so fara fólk framvegis at skera torv! Hetta verður gjørt nøkulunda sum í Føroyum fyrr. Tað sást, at tað verður skorið fitt av torvi.
Her vóru ikki stórvegis trupulleikar at fáa fólk at búgva á bygd. Í hesum teldutíðum liggur ofta eins væl fyri at arbeiða heimani frá. Tí vóru eisini fólk á bygd, sum arbeiddu fyri fyritøkur á bretska meginlandinum.
Eru ørindi, er stutt til Portree. Men skal farast ”ordiliga” til handils, so verður farið til Inverness eystantil á Skotland. Hetta tekur einar tveir tímar hvønn vegin við bili.
Loysing ella ikki
Eitt, sum upptekur fólk nógv, er fólkaatkvøðan um loysing frá Bretlandi, sum verður komandi ár.
Fyri nøkrum árum síðani fekk Skotland sítt egna ting og stjórn. Síðani hendi tað, at Scotish National Party, skotski tjóðskaparflokkurin, fekk meiriluta í tinginum, hóast hann ikki fekk meiriluta í fólkinum.
Men í 2012 varð avgjørt , at 18. september 2014 skuldi vera fólkaatkvøða, hvørt Skotland skal gerast eitt sjálvstøðugt land. Nú skuldi hesin spurningur greiðast eina ferð med alla.
Cailean er loysingarmaður, og tað sama er bussførarin hjá okkum!
At bardagin um atkvøðurnar var byrjaðar, sást longu nú. Frammanfyri eini hús vóru settar perur, sum myndaðu eitt ”yes”, tá ið tær vóru tendraðar.
Hetta sæst eisini aftur í fjølmiðlunum. ”Sambandsmenn” eru í ferð við eini kampanju, um hvussu stór vanlukka tað verður at kvetta við Ongland. Men Cailean sigur, at júst tað at skotar verða gjørdir til olmussudýr, sum ikki kunnu klára seg sjálvar, styrkir loysingavongin.
Tað sum eisini styrkir sjálvsálitið er skotska oljan, sum uttan iva kann rinda fyri tað, sum eitt sjálvstýri kostar, og sum Ongland kanska nú ger sær dælt av.
Cailean heldur, at upprunaliga vóru ikki tær stóru vónirnar um ja til loysing. Men nú byrjar munurin at minka, so nú vóru vónirnar betri. Men hesum fer uttan iva at hoyrast meira frá, sum atkvøðudagurin fer at nærkast. So spurningurin er um 18. september fer at gerast ein 14. september!
Henda vitjanin á Isle of Skye endaði aftur í Portree, har Cailean takkaði fyri seg, og ferðalagið eisini kundu takka honum fyri sera áhugaverda frásøgn.
Síðan vóru stundir til at fara í býin í Portree, sum er ein stak hugnaligur býur. Tað kundi lættliga verið steðgað longur á Isle of Skye so vakurt var her. Var meira tíð kundi eisini verið farið við fergu út á ytri Hebridunum, sum uttan iva eisini eru áhugaverdar.
Men fyri framman var ein longri ferð til Kingussie á Invernessøkinum, har vit skuldu gista okkara seinastu nátt.
Hesa ferð varð farið um brúnna inn á meginlandið. Hetta var upprunaliga ein privat fíggjað brúgv, men tað gjørdist eitt slíkt rok um gjaldið at koyra um brúnna, at hon í 2005 varð yvirtikin av stjórnini, og nú er ferðingin um hana ókeypis.
----
Komandi partur:
Í komandi tveimum pørtum verður farið til Aberdeen, sum meira enn annað ímyndar sambandið millum Føroyar og Skotland.