HB føroyameistari fyri 22. ferð

Sunnudagin gjørdist tað greitt, sum tey flestu bara hava bíðað eftir. HB vann føroyameistaraheitið, eftir at hava verið oddalið meginpartin av árinum, men tað var ikki uttan slit og hepni, at tað endaliga kom upp á pláss

Avgerandi løtan kemur góð­ar tjúgu minuttir fyri tíð. Tróndur Jensen er leysur í høgru síðu og leggur bóltin innfyri. Har fær Christian R. Mouritsen fótin á og skorar. Á veg í málið stendur Fróði Benjaminsen í rangstøðu og spælararnir hjá TB vilja verða við, at Fróði ávirkar spælið so­mikið, at hjálpardómaran skal veittra fyri rangstøðu.
Meðan HB spælararnir fegnast undir HB húsinum, so vísa spælararnir hjá TB sína ónøgd við hjálpadómaran – so mikið, at Martin Tausen fær gula kortið og hjálparfólk mugu koma til hjálpar.
Sjónbandamyndir vísa greitt, at Fróða Benjaminsen hevur stóra ávirkan á hendingina og ger, at Ivan Stojkovic ikki fær fatur á bóltinum.
Støðan lýsir eisini kapp­ingarárið hjá feløgunum báð­um. Meðan HB vinnur FM, so má TB tungu leiðuna niður í næst­bestu deildina.

Páll hevði gjørt heimaarbeiði

Páll Guðlaugsson, venjari hjá TB, hevði heilt víst gjørt sítt heimaarbeiði til dystin. Vónin um at yvirliva var ikki stór undan dystinum, men TB spældi spælt sum eitt lið, ið veruliga hevði eina ætlan.
HB hevði bóltin nógv, men tað var sjáldan at teir komu fram til nakað. HB hevði tríggj­ar royndir á málið hjá TB í fyrra hálvleiki. Christian R. Mouritsen átti allar, meðan Heini Vatnsdal kom í góða støðu, men málverjin hjá TB var knappur á honum.
Í seinna hálvleiki byrjaði TB við at trýsta HB í løtum og tað riggaði. Í hinum endanum bleiv eitt sindur meiri pláss. Tað gav HB møguleikan spæla aftur um verjuna. Tað var líka við, at Alex José dos Santos legði HB á odda, eftir at Kristin R. Mouritsen varð spældur leysur í høgru.
Løtu seinni kom so málið, sum fekk øði í spælararnar hjá TB.
Í løtuni aftaná málið vóru nógvar harðar taklingar og Lars Muller, dómari, fekk eitt sindur av yvirarbeiði.
HB hevði fleiri góðar støð­ur at økja, men seinastu min­uttirnar hevði TB fleiri góðar møguleikar, men tók ikki av, tá teir fingu møguleikan.

HB spældi sítt spæl

HB spælir ein eyðkendan stíl, har tað eru nógvar nertingar, nógvar flytingar og spælið skal setast í gongd skjótt. Tað er lætt at hoppa frá tí, tá tað gongur illa og bara sparka langt. Tað ger HB tó sjáldan. Tað var heldur ikki til­feldið hesaferð.
Jóhan Troest Davidsen vann sínar nærdystir í mið­verjuni. Bárður Olsen kom til sín rætt á verju­kenda mið­vøllinum. Avleveringar­nar hjá honum vóru í fleiri før­um góðar og settu gongd í vong­spælið, har Christian og Kristin húsast.
Fróði vann sínar nærdystir og sman við Heina Vatnsdal, so settu teir seg á miðvøllin. Á vengrunum spældu Kristin og Christian væl. Teir bjóð­aðu av við bóltinum og skap­ut møguleikar. Andrew av Fløtum bleiv sendur í gólvið nakrar ferðir, men kom upp aftur hvørja ferð.
HB helt fram við sama spælinum og tað gav úrslit til seinast.

Meistari uttan kapping

HB hevur í ár samlað sær 54 stig saman. Tað er ikki bein­leiðis nógv í mun til okkurt annað ár, men alíkavæl er HB greitt meistari. Tað skal einki takast frá HB, sum eisini tyk­ist kunna hava fingið fleiri stig, um tað veruliga stóð á. Men í ár hevur ein avbjóðari manglað. ÍF hevur havt eitt framúr ár, men teir hava alla­tíð verið hatta eina fetið aftanfyri, sum hevur tikið spenn­ingin úr kappingini.
Eitt skiftið var HB á odda við tíggju stigum og tey eru fá, sum ikki hava verið vís í, at HB fór at vinna FM. Tí var tað líka so nógv ein lætti, sum tað var ein gleði fyri HB, at teir blivu meistarar í gjár.

Miðvøllurin lykilin

Skal orð setast á ein ein­stakan part av liðnum hjá HB, sum hevur havt stóran týdning, so er ilt at koma uttan um miðvøllin. Fróði Benjaminsen hevur verið á sama høga stigi í ár, sum tá hann okkurt ári hevur fingið heitið »ársins spælari«.
Bárður Olsen er sum endur­føddur á miðvøllinum. Hann hevur prógvað, at hann hevur framvegis nógv at geva føroyskum fótbólti. Sterkur á bóltinum og góður í av­spæl­inum. Ókendasti faktorurin á liðnum var Heini Vatnsdal. Tað hevur ongantíð verið nakrar ivi um evnini hjá hon­um, men tað var altíð eitt iva mál, um hann fór at kunna um­stilla seg til HB.
Tað hevur hann gjørt fram­úr gott í teimum flestu dyst­unum. Tá hann so hevði nakrar minni góðar dystir, so bleiv hann eisini settur á bonkin.
Samanlagt hava teir trígg­ir verið høvðuslyklin til FM-heitið. Afturat tí, so kunnu spælarar sum Teitur M. Gestsson, Jóhan Troest Davidsen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen, Kristin og Christian R. Mouritsen nevn­ast.
HB hevur í ár verið besta liðið og hevur fult uppiborið heitin sum FM vinnari 2013.

Spælarametingar:

Teitur M. Gestsson: 4
Tekur tað hann skal, men sjálvt um TB kemur í nakrar góðar støður, so er tað sjáldan at hann verður trýstur til nakað meiri enn vanligar bjargingar, sum hann skal gera.

Tróndur Jensen: 4
Átti lut í málinum og stóð seg betri á bakkinum enn hann hevur gjørt onkran annan dyst. Tóktist ikki ávirkaður av U21 landsdystinum í Týsklandi.

Jóhan Troest Davidsen: 4
Sjónligur í verjupartinum. Vann nógvar tvídystir og royndi at halda skil á. Sleppur sær eisini væl av við bóltin.

Pál M. Joensen: 3
Hevði einar tvær kroystar støður, har hann var um at senda bóltin í beinini á TB spælarum. Kom annars væl frá uppgávuni í miðverjuni.

Alex José dos Santos: 3
Brendi nokk størsta møguleikan í dystinum, tá hann rakti síðunetið úr stuttari fjarstøðu. Spældi annars væl og var nógv á bóltinum í TB hálvuni.

Bárður Olsen: 4
Spældi á verjukenda miðvøllinum og kláraði seg væl. Átti fleiri góðar sendingar til Christian R. Mouritsen í fyrra hálvleiki. Fordeildi annars spælið væl.

Heini Vatnsdal: 4
Kom til nakrar stórar møguleikar, men var ikki kaldur í avgerandi løtuni. Var annars sjónligur á miðvøllinum og gjørdi fleiri góðar renningar.

Fróði Benjaminsen: 4
Vann teir tvídystirnar hann skal. Tað var ikki til at síggja, at hann hevur spælt tveir fullar dystir fyri landsliðið upp til dystin.

Christian R. Mouritsen: 5
Dagsins spælari. Bjóðaði av frá byrjan. Hevði tvær skotroyndir og ein stútara í fyrra hálvleiki og skotaði av gerandi málið. Er í holt við at blíva ein bestu spælarunum í landinum.

Kristin R. Mouritsen: 4
Táttar eisini í eitt 5-tal, men tað manglar eitt lítið sindur í. Bjóðaði eisini nógv av og átti lut í flestu av álopunum . Við í uppspælinum til málið.

Andrew av Fløtum: 4
Bleiv fleiri ferðir sendir í gólvið av taklingum, sum honum ikki dámdi. Band annars álopsspælið hjá HB saman.

Gunnar Haraldsen:
Kom inn í miðverjuna og fall væl til beinanvegin. Var ov lítið íblandaður til at gera ein meting.

Páll M. Joensen:
Kom inn seinastu minuttirnar.

Bárður J. Heinesen:
Kom eisini inn seinastu minuttirnar

TB:

Ivan Stojkovic: 5
Stóð sum ein brandur. Tók øll skotini og alt sum HB kom við – uttan málið. Her er talan um rangstøðu. Einki at seta fingurin á.

Teitur Olsen: 3
Er lítil av vøkstri, men fyllur alíkavæl nógv tá spælir. Lesur spælið væl og skal ikki undirmetast. Hevði úr at gera við at renna aftaná Mouritsen beiggjunum.

Dan Mortensen: 4
Hvør skuldi trú tí? Dan í miðverjuni. Sannleikin er tó, at Páll Guðlaugsson hevur sæð okkurt í honum, tí hann kom nú bara heilt væl frá uppgávuni.

Babacar Ndiour: 4
Stóð seg eisini væl í miðverjuni. Tað stóð nógv á í løtum, men hann var mangan maðurin, ið fekk ruddað vekk. Kundi havt bjargað TB eitt stig í evstu løtu, men bólturin fór upp um úr stuttari fjarstøðu.

Teitur W. justinussen: 3
Umskúlaður áleypari, ið spælir á bakkinum. Hevði ringt við at halda skil á Christiani R. Mouritsen í fyrra hálvleiki. Varð fluttur fram í álopið móti endanum og tað mundi givið úrslit.

Martin Tausen: 4
Eitt ordans stríðsavrik á miðvøllinum. Gav seg einki í nærdystunum sjálvt um teir blivu nakað harðir.

Rógvi Joensen: 4
Liðskiparin var ikki so sjónligur, sum hann hevur verið onkrar aðrar dystir. Orkar at spæla í samfullar 90 við fullari ferð og fylti nógv á miðvøllinum.

Ndende: 4
Tryggur á bóltinum og ger sjáldan feilir. Megnaði ongantíð ordiliga at seta seg á dystin. Torført at ímynda sær, at hann heldur fram í TB, so nú spurningurin hvar hann endar?

Poul Ingason: 3
Hevur spælt væl betri dystir. Spældi á høgra vongi og tað var bara í løtum, at vit sloppu at síggja nógvu ferðina, ið Poul hevur.

Ragnar Tausen: 3:
Gjørdi eisini lítið um seg. TB hevði fá gjøgnumspæld álop og var millum annað tí liðið lá so langt afturi á vøllinum. Hetta gjørdi umstøðurnar hjá vengrunum torførar.

Aron Sørensen: 2
Hevði torførar umstøður at arbeiða í. Mangan var hann einsamallur móti verjuni hjá HB, og alt hann fekk at arbeiða við, var ein langur bóltur frá verjuni.

Nicholas Ferenc Diverdics: 3
Kom inn tíðliga í seinna hálvleiki og fekk ein gyltan møguleika at javna, men rakti í HB verjuspælara.

Eirikur Magnusarsson:
Kom eitt lítið korter á vinstra bakk, men ov stutt tíð til at geva honum eina meting.