seinast, men kemur upp í kappingina í dag, tá tær spæla í Havn móti Neistanum. Neistin fekk eina góða byrjan upp á kappingina við at vinna í Vági seinasta sunnudag, og við einum sigri í dag kunnu tær leggja [...] Í dag og í morgin verður annað umfar av hondbóltslandskappingini. Tveir dystir vera í dag og tríggir í morgin. Mansliðið hjá NSÍ hevur tikið seg úr kappingini, og tí verður dysturin hjá teimum móti Neistanum [...] leygardagin, men nú kann Neistin halda frí í staðin. Sunnudagin verða tveir dystir í 1. deild hjá monnum. Í Vestmanna spæla KÍF og Kyndil, meðan H71 og VÍF hittast í Havn. KÍF tapti sín fyrsta dyst, sum var
s, Jóannes Eidesgaard, floksins vegna legði fyri tingið uppskot um misálit á Sámal P. í Grund, landsstýrismann. Í viðmerkingum sínum til misálitisuppskotið nevndi uppskotsstillarin m.a. søluna av Teistanum [...] Javnaðarfloksins í hesum máli stóðst als ikki av suðuroyarsiglingini, sum jú var ónervað av landsstýrismansins avgerðum, og Henrik Old og onnur kunnu vissa seg um hetta við at lesa grundgevingina í misálitis [...] landsstýrismannin Sámal P. í Grund, tí hann tók stig til at privatisera skotlandssiglingina. Hesum kundi eingin samgongutingmaður taka undir við, tí arbeiðsskjalið hjá Sámali P. í Grund, samgonguskjalið frá
tingið sita í nevndini. Eftir tilmæli frá løgmanni skal eisini ein landsstýrismaður veljast í nevndina. Og tað fer eisini at standa donskum myndugleikum í boði at velja eitt umboð fyri dómsvaldið í nevndina [...] Áki Bertholdsen Nú skal ein føroysk grundlóg gerast. Síðst í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku, fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, at leggja uppskot fyri tingið um at seta eina nevnd [...] Hetta upplýsti hann á almennum fundi, sum Suðuroyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið í Suðuroynni skipaðu fyri í Vági leygarkvøldið um fullveldisætlanina. Høgni Hoydal segði, at landsstýrið ætlar at biðja
sigur Trygvi Mortensen. ? Í kappingarskipanini eru okkara dómarar, sum hava bókstavin »G«, settir at døma tveir dystir sama dag ? ein dyst í Vági hjá 1. deild kvinnum og ein á Skála í 2. deild hjá kvinnum. [...] Dysturin í Vági millum 1. kvinnuliðini hjá VB og Kyndli sunnudagin bleiv av ongum, tí eingir dómarar møttu til dystin. Tað átti ikki at komið fyri í 1998, at ein 1. deildardystur verður avlýstur, tí dómararnir [...] kundi sæð út sum um NSÍ er í ferð við at fáa ólag á allan hondbóltin í Føroyum, men Trygvi Mortensen, sum dømir fyri NSÍ, sigur, at so er ikki. Hann harmast um, at tað eitt nú í ítróttartíðindunum hjá útvarpinum
at áhugin aftur í ár tykist vera stórur. ? Í fjør vóru tilsamans 36 lið við í kappingini, og vit rokna við, at tað verður nakað tað sama í ár, sigur Bjarni Johansen. ? Tað vóru nøkur ár, í 1994 og 1995, [...] endar hetta vikuskiftið. Síðani 1991 hevur VB skipað fyri óalmennu FM-kappingini í innandurafótbólti í ítróttarhøllini í Vági. Henda kappingin markerar endan á fótbóltsárinum hjá bæði kvinnum og monnum, og [...] hjá familjumonnum at fara. Í fjør var HB heldur ikki við í kappingini, men annars plaga tey bæði stóru havnarfeløgini at vera væl umboðað, eins og suðuroyarliðini sjálvandi eru. Í fjør vann B36 kappingina
Dagfinn Olsen Hans Jacob Hjelm í Vági visti ikki hvat hann skuldi halda, tá ær hansara umleið 10. oktober gekk við lambi við sína lið. Vanliga hoyrir slík sjón várinum til, men í Vági hevur henda ær gjørt mangan [...] lamb við lið í oktobermánað, Menn siga seg skula sera langt aftur í tíðina fyri at minnast, nær slíkt er hent seinast. Skuffaði í vár Hans Jacob Hjelm sigur, at ærin rættiliga skuffaði hann í vár, tí hon [...] tvey ella trý góð lomb. Men vónbrotið var stórt, tá einki lamb var komið í mei, men somikið størri er gleðin og bilsnið nú, ærin í oktoberkuldanum hevur lembt eitt vælskapt lamb. Trívist væl Hóast kuldin
tey høvdu givið honum í ár, og legði eisini stóran dent á, at uttan liðfelagarnar í HB hevði tað ikki borið til, og at teir eisini áttu heiðurin av, at hann bleiv Ársins Spælari í ár. Tað eru spælararnir [...] Høgnesen. Egin var ikki sjálvur í Vági, so Jákup á Borg tók ímóti steypinum fyri hann. Til stuttleikar kann nevnast, at tað varð skrivað skeivt á steypini hjá málverjunum, so tað í staðin fyri »Ársins málverji« [...] eisini úr HB, varð vald Ársins Spælari hjá kvinnum. Tá hon tók ímóti steypinum, sum Sosialurin læt í ár, segði hon, at hetta hevði hon als ikki roknað við, og hon takkaði øllum, sum høvdu valt seg. Allan
Tað vóru havnarfeløgini HB og B36, sum fóru avstað við tí mesta í Vági hetta vikuskiftið. Sunnudagin vórðu finalurnar í innandurakappingini spældar, og her vann HB ? við hjálp frá tveimum B36-arum ? hjá [...] sum stóð í málinum í finaluni, Hallur Danielsen, Rúna Nolsøe og Jens Erik Rasmussen vóru B36-ararnir John Petersen og Jákup á Borg eisini við á liðnum, og John Petersen skeyt bæði málini í finaluni. VB
Fyri Kyndil kom sigurin í Vági sera væl við. Tær taptu fyrsta dystin í kappingini, sum var móti Stjørnuni, og tí hevði tað týdning at vinna í Vági, so tær ikki heilt mistu sambandið við oddaliðini Neistan [...] tær fingu nógv mál upp á í seinna hálvleiki í Vági fríggjakvøldið. Verjan hjá Kyndli koyrdi eisini væl, og tær grønu høvdu gott tak á Sólrun Krosslá, sum ikki stóð so sterk í myndini sum so ofta fyrr. [...] Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki fingu Kyndlakvinnurnar gott pláss til at tryggja sær stigini í útsetta dystinum móti VB. Hesin dysturin skuldi verið spældur næstseinasta vikuskiftið
at írar búðu í teimum sunnastu oyggjunum, tá ið víkingarnir komu. Niels Vinther siugr í »Færøernes Oldtidshistorie«, at írarnir í sunnaru helvt av Suðuroynni vórðu týndir av víkingunum í Núpinum, ið er [...] bókaútgávu í 1990. Nevnast kann, at henda bókin um Lopra eins og tann fyrsta um Víkarbyrgi, er úr Sumbiar sókn. Hinar bøkurnar hjá Erlingi Poulsen eru »Víkarbyrgi« 1990. »Grind og bátar í Vági« 1992. »Laura [...] kallaður Lopran. Hann var eisini dripin í Núpinum og blakaður á sjógv, og plássið, har hann rak á land, fekk navnið Lopra eftir honum. Um tað er so, at Lopra var bygd í forðum av írum, áðrenn víkingarnir komu