frá sær í fyrsta setti og lá leingi á odda. Hóast Fleyr fór framum 13-10, eftir at Óluva Mohr mitt fyri hevði langað nakrar bóltar í gólvið, so kom KÍF afturíaftur eftir leikbrá og vann fýra stig á rað, [...] Tele-deildin, kvinnur: KÍF – Fleyr 0-3 (21-25, 18-25, 15-25) Oddasessurin skiftir ofta í hesum døgum, og eftir at Dráttur vann oddasessin frá Fleyr sunnudagin, er Fleyr aftur ovast nú eftir sigur á KÍF í gjárkvøldið [...] num, og seinni fór KÍF eisini framum 20-18. Men so kom stígur í, og Fleyr vann næstu fimm stigini, og so var settið næstan tryggjað. Settbóltin bukdraði Hanna Andriasdóttir Olsen í gólvið. Eftir hetta
Nú fór mamma – meira enn 34 ár eftir, at pápi hevði lagt árarnar inn eftir drúgva sjúku. Longi var hjá henni at bíða, og henni longdist alla tíðina eftir at síggja hann aftur. Tá man skal bera foreldur [...] Okkara bestu minnir frá barndóminum vóru, tá sangur og spæl ljómaðu út á geilar – tað skapti so nógva gleði í okkum øllum. Pápi fekk tuberklar í ryggin og lá á sjúkrahúsinum í eitt ár. Hann var fiskimaður áðrenn [...] at arbeiða uppá ur og klokkur o.a. Eitt nú fílaði hann sær skrúvublað úr eini stoppinál. Eftir krígslok fekk hann sær verkstað í kjallaranum, og stutta tíð aftaná keypti hann sær bil og fór at koyra hýruvogn
ferð, og harvið vóru tað 10 ímóti 10. Talan var um nógvar nærdystir og gula kortið var ofta á lofti, og seks minuttir undan leikloki var tað innskifti Áki D. Samuelsen, sum eftir innlegg úr vinstru og sera [...] ofraði seg og taklaði, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Víking. Teitur Matras Gestsson hálvbjargaði royndini úr 11 metrum frá Sølva Vatnhamar, men Sølvi var fyrstur á returbóltinum, og so var 2-1 [...] Víking á odda eftir sending frá Arnbjørn Svensson, og seks minuttir seinni javnaði HB, tá ið Hørður H. Askham setti bóltin ímálið eftir sending frá Daniel Johansen. Tá ið teir fóru undir seinna hálvleik
nógv fyri í strembanini eftir at fáa øll stigini. Hondbremsan lá eftir í skiftirúminum í hálvleikinum, og so skjótt liðini fingu bóltin, varð kósin sett fram eftir vøllinum – og so var jú eisini borðreitt [...] Hóast KÍ reisti seg væl og bankaði so líðandi meir á dyrnar í NSÍ-brotsteiginum, so sást greidliga, at NSÍ var vandamikið henda dagin og lá framvið í mótálopunum. Tað var eisini eftir eina slíka umstilling [...] djarvir og høvdu best gjøgnumhugsaðu álopini. Hetta legði KÍ undir eitt lítið trýst, og tað vóru eisini bara fáir minuttir farnir av dystinum, tá ið Klæmint A. Olsen kom at standa nakað leysur og sendi
kravdi sín mann, hildið var á – kámt sást lýsa fyri degi, fámælt var orðað og sjórok um stavn. Veiðan er bjargað, og uttan av havi aftur mót landi leiðin nú lá, ilskan í sjónum og brotið frá bárum, undir teir [...] teir spurdust í aftur tá. – – – Ódnin var mikil, ei mundi avhæsa; tá sást eitt óløg’, ið alt kundi knasa, reisa seg upp sum ein hóttandi múrur endin er komin, hvør maður nú stúrir. Á teimum øllum nógv mundi [...] bátinum sálmakent lag, stjørnurnar bjartar og stilli í sjónum, dýrdin var føgur, teir sannaðu tað. Komnir á miðið teir fóru til verka, línurnar settu so skjótt eftir hógv; aftaná løgdu teir nakað til merkis
legði aftrat, lá TB málverjin fitta løtu á vøllinum eftir samanbrest við KÍ vongverjan Jóannes K. Danielsen, sum var um reppið at verða leysur í høgru. Hjálparfólkini vóru við børu á vøllinum, og ætlanin var [...] Michael Winter KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Ole Erik Midtskogen, Páll A. [...] javnleikin, meðan KÍ vísti tol í uppspælinum, og tað eydnaðist royndu meistarunum at skora sigursmálið ímóti meiri óroynda TB liðnum. TB vónbrotið var øgiligt, og áðrenn dómarin fór av vøllinum vísti hann
háskúlanum í Keypmannahavn í 1815 og er ikki broytt síðani – lyftið byrjar við, at ein lækni skal í mesta mun stremba eftir at nýta sín kunnleika og vitan at gagna samfelagnum og sínum medmenniskjum. Á vanligum [...] prísin – tað hava vit sæð umaftur og umaftur. Í Danmark er ein skipan, har tað almenna sendur alla væntaða heilivágsnýtslu í útboð – hetta fyri at tryggja bíligasta prís, ið danska heilsuverkið og harvið [...] er um fígging. Og harvið verður eisini kanska illgitt um, at tað verður lítið og einki gjørt fyri at avmarka óneyðugar útreiðslur í heilivági v.m. Veruleikin er tó, at allarflestu læknar og onnur í heil
menn: SÍ – Fleyr 3-1 (25-16, 25-11, 17-25, 25-23) Eftir at SÍ hevði vundið burtur úr Fleyr í teimum báðum fyrstu settunum við 25-16 og 25-11, kom Fleyr fyri seg í triðja setti og vann 25-17, og javnbrótarin [...] javnaði aftur til 20-20 við dundursmassji og avsetti, sum fáir gera honum eftir. Men SÍ stóð stint, og legði seg á odda 23-20. Fleyr nærkaðist enn eina ferð, og kom upp á 22-23, men SÍ vann sær tveir d [...] mønustinginum tá hevingin hjá Fleyr lá heldur aftarlaga, og Rói varð noyddur at lobba upp um blokkin, men har strekti Tóki í Haraldstovu seg og fekk labban á bóltin, og niður í gólvið hjá Fleyr til 25-23
grønu framleiðsluni eftir einum ári. Samstundis øktist eftirspurningurin eftir elorku 9,7 prosent – úr 352 GWt í 2018 upp í 386 GWt í 2019. Bæði í 2018 og 2017 øktist eftirspurningurin eftir elorku 5,3 prosent [...] minni av vindi í fjør. Kortini lá grøna elframleiðslan í meginøkinum oman fyri 80 prosent í 17,2 dagar í fjør, og í 5,9 dagar var elframleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn. – Tølini vísa greitt, at tørvur [...] fjør. Sev sigur, at eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7 prosent í fjør, men grøna elframleiðslan minkaði úr 48,8 prosentum í 2018 niður í 40,4 prosent í fjør. – Tí kann tað ikki ganga nóg skjótt at
her tú ert føddur, fært mál og mentan inn við móðurmjólkini, veksur upp, hevur tína familju og fært tínar fyrstu og kanska bestu vinir. Hetta er lagnan hjá flestu av okkum, og hesum er heldur onki skeivt [...] persóni til persón og frá familju til familu. Og um tað er útferðarlongsul, ella tí tað gerst ov trongligt í dunnuhylinum, ja, tað er ikki altíð til at vita. Fyri okkum føroyingar og onnur smá og avskorin oy [...] er her, tú vilt vera. Eftir 17 árum í Danmark flutti familja okkara fyri góðum tveimum árum síðani aftur til Føroya. At tað gjørdust so nógv ár í útlegd – og her skal undirstrikast – frálík ár í sunnasta