Minningarorð um foreldur okkara

Kitty May Lauritsen – f. 15.11.1926 – d. 24.01.2012
Laurits Eli Lauritsen – f. 02.09.1915 – d. 22.11.1977

Nú fór mamma – meira enn 34 ár eftir, at pápi hevði lagt árarnar inn eftir drúgva sjúku. Longi var hjá henni at bíða, og henni longdist alla tíðina eftir at síggja hann aftur.
Tá man skal bera foreldur síni til gravar, so leita tankarnir ofta aftur til eina tíð, sum nú er farin. Hvussu var tað nú hjá okkum systkjum at liva saman við foreldrum, ommum og abbum og við hvørjum øðrum? Hvussu var lívið hjá okkum fyri 50-60 árum síðani? Onkuntíð hava vit tosa um tað, og so hava vit upplivað, at onkur minnist eitt, onkur annar minnist okkurt annað.
Mamma var miðdepilin í familjuni, hon stýrdi øllum tí, sum skuldi gerast í heiminum. Um tað altíð varð gjørt av so ovurstórum og góðum huga, skal eg ikki koma nærri inn á. Lat meg lýsa hetta kvinnuarbeiðið soleiðis, at tá pápi – sum hóast sjúku var innløgumaður av teimum bestu – kom til húsa aftur við fiski, fugli ella harum, so átti mamma arbeiðið at fáa hesar matvørur til høldar. At hagreiða fisk, at royta fugl – serliga skarvar vóru teir seigastu at fáast við, plagdi hon at siga – og so tað allar ringasta hon visti, tað var at fletta harur. Hon kom ongantíð yvir sína andstygd fyri harum.
Hon bakaði breyð og køkur, og var altíð sera dugnalig til at gera mat, og hóast hon ikki setti seg upp sum lærumeistari fyri okkum systrar, so hava vit ivaleyst arvað okkurt av evnunum at matgera frá henni. Hon seymaði og bant øll klæðini uppá okkum børn, og seinni fekk hon sær bindimaskinu, so hon kundi binda troyggjur fyri fólk.
Sum tað plagdi at vera tá í tíðini, tá tey ungu giftust inn til verforeldrini, so fingu tey sum tíðin leið til uppgávu at taka sær av ommu og abba, tá tey vóru blivin so gomul, at tey ikki kláraðu tað sjálvi. Tað var ikki altíð so stuttligt, serliga tí abbi úti á Lið, Óla Jákup í Lambastovuni, fekk skaða í høvdið og bleiv í barndømi. Hann kundi finna uppá ymist, sum vit kunnu flenna at nú, men sum als ikki var so stuttligt tá.
Mamma hevði ikki nakað lætt sinnalag, men tað hevði pápi so í staðin fyri. Hann plagdi at syngja fyri henni, tá lagið var ringt. Pápi var altíð lættur í huga, og hann var ein av teimum fólkunum, sum kundi spæla uppá øll ljóðføri. Orglið stóð ikki bara til prýðis í stovuni, eina banjo hevði hann eisini hangandi, sum hann dugdi væl at spæla uppá, og seinastu liviárini fór hann undir at spæla fiól. Okkara bestu minnir frá barndóminum vóru, tá sangur og spæl ljómaðu út á geilar – tað skapti so nógva gleði í okkum øllum.
Pápi fekk tuberklar í ryggin og lá á sjúkrahúsinum í eitt ár. Hann var fiskimaður áðrenn hetta, men hann mátti so finna uppá okkurt annað, eftir at hann gjørdist sjúkur. Hann skaffaði sær bøkur um ur, meðan hann lá á sjúkrahúsinum, og tá bretar komu í Vágar undir krígnum, fekk hann arbeiði í eini goymslu hjá teimum. Har lærdi hann at gera sær amboð til at arbeiða uppá ur og klokkur o.a. Eitt nú fílaði hann sær skrúvublað úr eini stoppinál. Eftir krígslok fekk hann sær verkstað í kjallaranum, og stutta tíð aftaná keypti hann sær bil og fór at koyra hýruvogn. Hann var sera erpin yvir at sleppa at koyra fínar persónar so sum Margrethu prinsessu og onkuntíð danska statsministaran og onnur fín fólk. Einaferð fekk hann eina tænastumedalju fyri at koyra fyri tey kongaligu.
Hóast pápi hevði fingið varandi mein av sjúku síni, so var hann ikki tann, sum legði seg afturá. Hann var sera kreativur, arbeiðssamur og tolin, og hann setti stóra æru í at forsyrgja síni familju. Hann var td. filmoperatørur fyri verpápan, Jóan Magnus Olsen, í gomlu dansistovuni. Hann fór undir at byggja nýggja biohøll á Dungasandi, tá kommunan ognartók lendið undir fyrru dansistovuni til kirkjugarð, og ætlanir hansara vóru fleiri enn bara at byggja eina nýggja biografhøll. Sørvágs Bio stendur enn á Dungasandi og verður brúkt til ymisk tiltøk, hóast biografurin datt niðurfyri, tá øll kundu síggja filmar heima á sjónvarpi teirra.
Pápi var ungur, tá hann doyði. Hjartað gekk fyri til endans.
Mamma royndi at manna seg upp nøkur ár eftir hetta, tá Hugo Fjørðoy fekk hana til at arbeiða í kaffistovuni uppi á flogvøllinum í nøkur ár. Tá hon fór frá fyri aldur, var hon eina tíð í húsinum hjá yngsta soninum, meðan kona hansara fekk sær útbúgving til sjúkrasystir.
Eftir hetta gjørdist mamma rættiliga innisæl og vildi helst vera fyri seg sjálva. Tá minnið fór at bila, livdi hon seinastu dagar sínar á Sýnini í Miðvági. Har hevði hon tað gott og kundi vera saman við fólki hon hevði verið ung saman við.
Nú eru tey saman aftur, mamma og pápi – og vit fýra systkin lýsa frið yvir minnið um tey bæði.