Í fjør varð tað serliga sjónskt, at føroyska samfelagið hevur átrokandi tørv á nøkrum vindmylluverkum afturat.
Tað sigur Sev, nú tey líta aftur á gongdina í fjør. Sev sigur, at eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7 prosent í fjør, men grøna elframleiðslan minkaði úr 48,8 prosentum í 2018 niður í 40,4 prosent í fjør.
– Tí kann tað ikki ganga nóg skjótt at reisa næsta vindmylluverkið, sigur Sev.
Tað er stutta niðurstøðan hjá Hera Mortensen, deildarstjóra fyri elframleiðsluni hjá SEV, sigur felagsskapurin í eini fráboðan nú seinnapartin.
Sev sigur, at elframleiðslan úr varandi orkukeldum minkaði úr 172 GWt í 2018 niður í 156 GWt í fjør. Tað er ein lækking á 9,1 prosent í grønu framleiðsluni eftir einum ári.
Samstundis øktist eftirspurningurin eftir elorku 9,7 prosent – úr 352 GWt í 2018 upp í 386 GWt í 2019.
Bæði í 2018 og 2017 øktist eftirspurningurin eftir elorku 5,3 prosent sammett við undanfarin ár, og tey bæði árini var grøna elframleiðslan umleið 50 prosent um árið.
Í 2019 stavaðu 52,6 GWt av elorkuni frá vindorkuni, og 103,5 GWt fingust burtur úr vatnorkuni. Restin, ella 230 GWt, kom frá oljuriknu verkunum.
Tað svarar til 60 prosent av allari elframleiðsluni í 2019, sum var 386 GWt, og tað er eisini mesta elframleiðsla nakrantíð í einum ári.
Ein orsøkin til afturgongdina í grønu tølunum er, at árið í fjør var turrasta árið hesi seinastu fimm árini og haraftrat var eisini væl minni av vindi í fjør.
Kortini lá grøna elframleiðslan í meginøkinum oman fyri 80 prosent í 17,2 dagar í fjør, og í 5,9 dagar var elframleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn.
– Tølini vísa greitt, at tørvur er á fleiri vindmyllum, sigur Sev. Høvdu vit havt eitt 18 MW vindmylluverk í alt fjør, hevði grøna elframleiðslan kanska verið 53 prosent, hóast eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7 prosent, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri hjá Sev.
Hann vísir á, at eitt 18 MW av vindorku svarar til hálvan annan tangabát av olju – ella til einar 40 milliónir krónur í spardum oljuútreiðslum.
Annars fer Sev í næstum at gera eitt 18 MW vindmylluverk á Eiði, og haraftrat fer Sev at gera eitt seks 6 MW vindmylluverk í Porkeri. Harumframt er eisini eitt 18 MW vindmylluverk í umbúna í miðstaðarøkinum, sigur Sev.