KÍ - NSÍ 1-1 (1-1)
Eftir eina spaka byrjan hevur NSÍ nú fingið vind í seglini, og undan dystinum ímóti KÍ við Djúpumýru sunnudagin høvdu teir einans tapt ein dyst í teimum seinastu átta umførini. Uppgávan skuldi tó neyvan gerast løtt við Djúpumýru, har KÍ í ár hevur bygt sær eina háborg og í miðal skjýtur fleiri enn tvey mál hvønn dyst.
NSÍ varð undan dystinum noytt at gera eina broyting á liðnum, eftir at miðverjin, Jens Joensen, var skaddur. Jonhard Frederiksberg røkti miðverjuplássið ístaðin, meðan Monrad Holm Jacobsen loksins fekk møguleikan á sínum vanda plássi, nevniliga høgra bakki.
Gestirnir á odda
Frá dystarbyrjan vóru tað gestirnir, sum vóru meiri djarvir og høvdu best gjøgnumhugsaðu álopini. Hetta legði KÍ undir eitt lítið trýst, og tað vóru eisini bara fáir minuttir farnir av dystinum, tá ið Klæmint A. Olsen kom at standa nakað leysur og sendi bóltin dygst framvið handaru stong. Hóast
KÍ reisti seg væl og bankaði so líðandi meir á dyrnar í NSÍ-brotsteiginum, so sást greidliga, at NSÍ var vandamikið henda dagin og lá framvið í mótálopunum. Tað var eisini eftir eina slíka umstilling, at NSÍ legði seg á odda 1-0. Árni Frederiksberg hevði lirkað seg meiri mitt fyri á vøllin enn vinstra vongplássið hjá sær, hiðani hann tók ímóti bóltinum og var í nógvari ferð. Skotið var ikki serliga ferðmikið, men neyvt var tað. Meinhardt Joensen fekk hondina á bóltin, men bólturin stakk á stongina og út aftur til ein áhaldandi Árna Frederiksberg, sum lirkaði bóltin inn um málstrikuna til 1-0.
KÍ svaraði aftur
KÍ vísti seg stundum frammaliga á vøllinum, og eftir at hava roynt seg við fleiri innleggum eydnaðist tað fýra minuttir fyri hálvleik at javna. Ein stórspælandi Gunnar Christiansen varð sendur avstað í høgru síðuni, og komin á baklinjuna legði hann bóltin eftir jørð innfyri til ein púra frían Álvur Christiansen, sum bara skuldi seta krúllin undir bóltin – og so stóð á jøvnum 1-1 til stóra frøi fyri heimaáskoðararnar.
Málið fekk lív í KÍ-liðið, sum aftur blæsti til álops, men ov lítið av tíð var at gera meiri við støðuna undan hálvleikin – lítið var tó at ivast í, at útjavnandi málið kom væl við hjá heimaliðnum somikið stutt undan hálvleiksbríkslinum.
Lívligt í 2. hálvleiki
Við støðuni 1-1 var tað ikki ilt at spáa, at bæði liðini ætlaðu sær at leggja nógv fyri í strembanini eftir at fáa øll stigini. Hondbremsan lá eftir í skiftirúminum í hálvleikinum, og so skjótt liðini fingu bóltin, varð kósin sett fram eftir vøllinum – og so var jú eisini borðreitt fyri góðum undirhaldi.
Tað gekk bara ein lítil løta, til fyrsti stóri málmøguleikin kom. Páll A. Klettskarð varð spældur púra leysur árakað brotssparksblettin, men hann fekk ikki tamarhald á skotinum og tað endaði væl omanfyri málinum.
KÍ hevði betra takið um størsta partin av seinna hálvleiki, men gestirnir vóru eisini vandamiklir tá ið teir fóru í mótálop. Nakrar skotroyndir høvdu teir eisini, men hesar vóru ov óneyvar til at seta Meinhardt Joensen undir trýst.
Risa møguleiki til NSÍ
Tað hepnaðist KÍ ímóti dystarenda at leggja trýst á NSÍ, men komnir fram langt fram á vøllin vantaðu tær síðstu avgerðirnar til tess at fáa tann avgerandi málmøguleikan burturúr.
Greitt størsti málmøguleikin í dystinum fall NSÍ í lut í evstu løtu. NSÍ fangaði bóltin frá KÍ og setti ferð á mótvegis KÍ-málinum. Árni Frederiksberg varð spældur í góða støðu í vinstru síðu, haðani hann legði bóltin hegnisliga fyri føturnir á innskifta 16 ára gamla stórtalentinum, Meinhard E. Olsen, sum púra blankur frammanfyri málinum ikki fekk skot á bóltin. Ein risa stórur møguleiki at avgera dystin, men fá sekund seinni bríkslaði Eiler Rasmussen fyri seinastu ferð, og á tann hátt máttu liðini semjast um eitt stig í part umvegis ein 1-1-javnleik.
- - -
Klæmint A. Olsen: Javnleikur var í lagi
Liðformaðurin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, var samanumtikið nøgdur við eina stigið, tá ið vit hittu hann eftir dystin.
– Ja, eg haldi tað. Í tí stóra heila var tað fínasta slag. Vit komu við einum stigi, og sum dysturin útartaði seg, so kunnu vit vera nøgdir. Hetta var ein javnur dystur. Teir hava nógvar góðar støður, men tað høvdu vit eisini, so javnleikur var í lagi, segði Klæmint.
– Tað var mest umráðandi, at vit ikki taptu, tí so hevði KÍ farið fimm stig framvið okkum. Men hinvegin, sjálvandi, so fóru vit eftir trimum stigum, helt hann fram.
NSÍ misti møguleikan at brádliga fáa 2. plássið í Effodeildini, men hann lítir nú frameftir.
– Vit hava TB næstuferð, so tá skulu vit hava trý stig, segði Klæmint A. Olsen at enda.