Tollaksmessu­dagur 1913

Tollaksmessudagur 1913 var, sum kunnugt, ein dapur dagur í føroyskari útróðrarsøgu.
Ta ferðina var eisini ein bátur úr Rituvík á útróðri.

Smidligt er farið, ið fram eftir stevnir,
seks mans til ára úr støðni avstað,
náttin er vøkur, tó hvør maður kennir
løtan má brúkast, brátt skifta kann lag.

Á Tollaksmessu nú nær móti jólum,
hoyrdist frá bátinum sálmakent lag,
stjørnurnar bjartar og stilli í sjónum,
dýrdin var føgur, teir sannaðu tað.

Komnir á miðið teir fóru til verka,
línurnar settu so skjótt eftir hógv;
aftaná løgdu teir nakað til merkis,
fjart har í havsbrúnni sorti upp dró.

Skjótt hann seg breiddi og so kom eitt vindblak,
var best í stundini heim seta kós?
Veðrið skjótt øtlar – teir línuna draga
kraftmiklar hendur nú rívast til blóðs.

Skjótt bar hann at, tann, ið har var á odda,
ein, sum var við hesum, taldi mær frá
blaðungur tá, tó enn greinliga minnist
bragdið, bátsfelagan fremja hann sá.

Línan úr havi ei drigin, men rivin,
flotini ikki teir bjargaðu tá,
í borðinum búgfult av onglum stóðu,
teymar hann sleit, tá ið hart leikti á.


Royndu teir har sína ítastu megi,
alsamt at oysa tað kravdi sín mann,
hildið var á – kámt sást lýsa fyri degi,
fámælt var orðað og sjórok um stavn.

Veiðan er bjargað, og uttan av havi
aftur mót landi leiðin nú lá,
ilskan í sjónum og brotið frá bárum,
undir teir spurdust í aftur tá.

– – –

Ódnin var mikil, ei mundi avhæsa;
tá sást eitt óløg’, ið alt kundi knasa,
reisa seg upp sum ein hóttandi múrur
endin er komin, hvør maður nú stúrir.

Á teimum øllum nógv mundi standa,
skuldu teir ongantíð vinna til landa?
Men tá ið skaðasjógvur skal bróta,
tann elsti í bátinum royndi sær fóta.

Upp brá sín arm, hin almáttuga nevndi
– nakað var hent, hvør ein á sær nú kendi. –
Brotið hitt mikla, ið alt kundi knasa,
slætnaði niður uttan at hvæsa.

Seinni, tá ið teir nærkaðust støðni,
fólkið alt samlað var niðri á lónni,
loftaðu bátinum alt sum í einum
garður av monnum á sjóbardum steinum.

Maður, sum slíka lívsroynd kann gera,
av henni støðugt merktur man vera;
stríðið og bjarging mót hóttandi bárum
lýsir sum viti á aldrandi árum.
--------

Nancy Vesturbú
Rit og yrkingar, 1987