Tað endaði við øgiligum dramatikki við Stórá í Trongisvági, har TB seinnapartin hevði vitjan av KÍ.
Klaksvíkingar vunnu 2-1. Sigursmálið skoraði Jóannes Bjartalíð í evstu løtu, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Boris Dosljak, sum lítla løtu frammanundan var komin á vøllin, vann brotssparkið. Harvið varð ársins spælari í fjør, Jóannes Bjartalíð, tvífaldur málskjútti.
Hóast TB síðsta stóra korterið var undirmannað, tí Sebastain Kroner sá gula kortið bæði í fyrra hálvleiki og so aftur í 73. minutti, so eydnaðist tað TB at javna til 1-1, tá ið tað restaðu ellivu minuttir. Rógvi Joensen setti bóltin í málið.
Jóannes Bjartalíð legði KÍ framum 1-0, tá ið ein hálvur tími var farin. Úr 35 metrum sendi hann bóltin undan nógva vindinum. TB málverjin Frederik Mehder tóktist hava tak á stovuni, men hann misti bóltin inn um strikuna.
Nógvi vindurin darvaði samanspælinum, men KÍ megnaði betri í seinna hálvleiki enn TB í fyrra hálvleiki at hava tak á bóltinum ímóti vindinum.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, lá TB málverjin fitta løtu á vøllinum eftir samanbrest við KÍ vongverjan Jóannes K. Danielsen, sum var um reppið at verða leysur í høgru.
Hjálparfólkini vóru við børu á vøllinum, og ætlanin var at skifta málverja, men Frederk Mehder vildi ikki av vøllinum.
Síðstu minuttirnar vardi TB fyri tað mesta javnleikin, meðan KÍ vísti tol í uppspælinum, og tað eydnaðist royndu meistarunum at skora sigursmálið ímóti meiri óroynda TB liðnum.
TB vónbrotið var øgiligt, og áðrenn dómarin fór av vøllinum vísti hann TB venjaranum reyða kortið.
KÍ hevur trý stig eftir tveir dystir, meðan TB framvegis einki stig hevur vunnið.
TB - KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Jóannes Bjartalíð
1-1: Rógvi Joensen br
1-2: Jóannes Bjartalíð br
Dómari: Eiler Rasmussen
TB: Frederik Mehder – Jens Erik Bruun, Musah Armah, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – Samudeen Musah, Rógvi Joensen, John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred– Mads Raben
Gult kort: Sebastian Kroner, John Villi Wøldike Leo,
Reytt kort: Sebastian Kroner
Venjari: Michael Winter
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð
Gult kort: Jóannes K. Danielsen
Venjari: Mikkjal Thomassen