veðrið var so sera gott. Veðrið var eisini nakað av tí mest positiva frá klokkan trý til fimm hjá teimum, sum vóru í Gundadali og hugdu eftir fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Tað, sum hendi úti á vøllinum [...] eisini skjótt útav, at B36 liðið var til at tosa við, og tað var ongantíð talan um tann klassamunin, sum tað so ofta fyrr hevur verið millum hesi bæði liðini. B36 viðhaldsfólkini vóru so smátt farin at ótolnast [...] sum bleiv avrættað til horna. Men áðrenn hornasparkið bleiv tikið, fekk Ninoslav Milankovic reyða kortið fyri at hava gjørt seg inn á ein sumbing inni í brotsteiginum. Tað førdi til, at Dánjal Petur Johansen
flyta salt til Suðuroyar nú er so nógv hækkaður, sum greitt er frá í greinini omanfyri. ? Tað er gott gjørt, at tað skal verða dýrari at flyta salt úr Havnini til Suðuroyar, enn tað er at flyta tað líka úr [...] úr Ibiza til Havnar. Tí tað er hóast alt 10 dagar at sigla. Av Havnini til Suðuroyar eru tveir tímar. ? Men tað er so veruleikin, sigur Mortan Johannesen. ?Sum støðan er, mugu vit bara staðfesta, at St [...] sigur, at annars eru tað nógv ár síðani, at tað kostaði 140, krónur fyri tonsið, soleiðis sum Strandferðslan upplýsti, tí tað hevur kostað 190 krónur. ? Hetta er so dýrt, at tað er onki løgið í, at vinnan
nótirnar í, men har er ikki nóg gott pláss til hesar stóru nótirnar, sum bátarnir skulu hava í dag. Eisini er tað ein trupuleiki, at teir í løtuni hava ov lítið goymslupláss, men tað verður betri, eftir at tann [...] ymsastaðni, tí tað er einki rættiligt pláss at goyma tær í, og tað er ikki so gott. ? Tann nýggi bygningurin verður innrættaður soleiðis, at kjallarin kemur burturav at vera nýttur til at goyma nótir í [...] verur gjørd til at framleiða tær í. John Poulsen sigur fyri Sosialinum, at Vónin í fjør hevði ein umsetning uppá umleið 59 mió kr, men tað er eisini tað størsta árið, sum hevur verið. Tað arbeiða tilsamans
Ikki vil eg skriva um bygdamenning, tað evnið er longu væl lýst bæði í odd og egg. Eg beit merki í, at tú var bæði køld, vát og kaffityst á Kirkju henda dag. Til tað vil eg m.a. siga, at eingin av okkum [...] einhvønn hátt hjálptu til at fyrireika og halda fólkafundin eiga eina stóra tøkk uppiborna. Nógv er at fyrireika til eitt slíkt tiltak og gleðiligt er, at so nógvar hendur vildu hjálpa til. Uttan tykkum var [...] okkum er harri yvir veðrinum. Harmiligt er, at tað ikki viðraði betur, men tað var bara at lata seg væl í. Illa regnaði uttanfyri tjaldið; fekk ein nakrar dropar á seg inni undir tjaldinum var bara at flyta
Og skipini, sum eru við í kappingini eru í øllum støddum. Tað minsta skipið er tað gott 11 metrar langa Sofia úr Russlandi og tað størsta er tað 113 metra langa Kruzenshtern, sum eisini er russiskt. So [...] verður upp framvið vesturstrond Bretlands, upp til Greenock í Skotlandi. Haðani verður siglt norður um Skotland til Lerwick í Hetlandi og loksins haðani til Ålborg í Danmark, har stevnan endan. Johann fer [...] longu er byrjað. Men ætlanin er at fara til Hetlands at ?hitta? øll hini seglskipini. Tað er ikki ofta, at stevnuskipini koma so nær Føroyum og tí hildu vágbingar, at tað kundi verið ein stuttleiki at víst
hálvleiki økti HB til 4-1, og tað hevði nógv at siga fyri endaliga úrslitið. Tað vóru bara tríggir minuttir eftir, tá VB minkaði um munin til 3-4, teir trýstu fyri at javna, men tað eydnaðist ikki. Ha [...] fara teir at fáa fleiri stig. Teir hava gjørt av, at tá tað ber til, so skulu eykamenninir í 1. deild, sum ikki koma inn, hjálpa til í 3. deild. Tað hava teir ikki gjørt higartil. VB-HB 3-4 (1-3) Bara tíggju [...] næstbestu deildina, og nú er tað meiri ein spurningur, hvat skal til fyri at seta spælararnar upp tað, ið er eftir at hesum kappingarárinum. Fleiri av spælarunum eru evni til besta liðið komandi ár, og teir
hevur hugt nóg væl, sigur Heri Joensen at enda. Burtursmokkaði ferðamaðurin kom í øllum góðum til Havnar, men tað var ikki við Bygdaleiðum. Ein miskunsamur maskinsmiðjur úr Kvívík tók afturúrsiglda ferðamannin [...] bíðaði á steðgiplássinum við bergholsmunnan í Kollafirði. Ætlanin var at fara við vestmannabussinum til Havnar. Bussurin eitur leið 100, sum eftir (ferða)ætlan skuldi vera við tunnilsmunnan í Kollafirði [...] Fyrsta viðmerkingin frá Hera Joensen, fólkaflutningsleiðara á Strandferðsluni, var, at hetta ikki var gott? Eg skilji ikki, hví bussførarin ikki steðgaði á. Stendur fólk við steðgiplássið, so eigur hann
hvørjum av Norðurlondunum, seks bólkar í alt, føra fram á palli tað besta innan ungan norðurlendskan jazz. Í ár eru tað Urban Connection (N), Got a Match (S), The Dynamite Vikings (DK), Trio Toikeat (FIN), [...] tónleikarar verið við til at merkt tónleikalívið í Føroyum. Í løtuni eru eini 4 - 5 virknir jazzbólkar í Føroyum, eitt stórband við yrkistónleikarum, eitt við ungum millum 13 og 17 ár, ið hava tað fínt við sínum
Filmurin klárar ikki at lýsa tað føroyska samfelagið nóg væl. Tað er líkasum, at tað manglar eitt hvørt, fyri at gera samfelagið meira nærverandi, heldur Niels Frid-Nielsen. ? Tað hevur næstan eydnast Katrin [...] heldur hann. ? Tað er eitt gott hugskot at lata tvær ungar kvinnur, sum lata seg í heilt serlig klæði og síggja øðrvísi út, koma aftur til Føroya. Tær órógva vøkru føroysku náttúruna, og tað riggar avbera [...] ganga undan í royndini at skapa film í Føroyum. Tað er ein nýggj filmstjóð, sum skal føðast, og tað er eitt stórt tak at taka. Og Bye Bye Blue Bird fer at fáa tað sera trupult í hørðu kappingini á danska f
verða sjálv biðin um at hava kjøt, salat o. a. gott við sær. Drekkivørur kunnu keypast á staðnum. Tá tiltakið er liðugt, ætla fyrireikararnir av øll fylgjast til Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalin [...] Leygardagin í næstu viku verður skipað fyri einum sokallaðum »MC Boogie« í Havn. Tað eru motorsúkkluáhugaðir limir í Føroya Ellisakførum, sum skipa fyri tiltakinum, sum byrjar í hølunum hjá felagnum yviri [...] við Strond 22 í Havn. Ove Ritter úr Føroya Ellisakførum sigur, at øll motorsúkkluáhugað eru vælkomin til. Tiltakið byrjar við móttøku í felagshølinum klokkan 1400 leygardagin 14. august. Klokkan 1500 verður