Ein sera áhugaverd og lættlesilig frásøgn úr Fugloy um fólkafundin t. 17. juli. Eisini hevði hon ein skemtandi íblástur ið bar brá av tí ironiska.
Ikki vil eg skriva um bygdamenning, tað evnið er longu væl lýst bæði í odd og egg.
Eg beit merki í, at tú var bæði køld, vát og kaffityst á Kirkju henda dag. Til tað vil eg m.a. siga, at eingin av okkum er harri yvir veðrinum. Harmiligt er, at tað ikki viðraði betur, men tað var bara at lata seg væl í. Illa regnaði uttanfyri tjaldið; fekk ein nakrar dropar á seg inni undir tjaldinum var bara at flyta seg eitt vet og so var trupulleikin loystur.
Ongum nýttist at vera kaffitystur, sagt varð fleiri ferðir, eisini í hátalaranum, at matur og drekka var at fáa í Lærarahúsinum. Har var breyð við alskyns páleggi og bæði te og kaffi. Ein kopp av kaffi fyri 5 kr. kann ein og hvør unna sær. Annars stóð hvørt hús opið í bygdini og øll vóru vælkomin at støkka inn á gólvið ? hetta varð eisini nevnt í hátalaranum. Borðreitt varð við øllum góðum í húsunum á Kirkju allan dagin. Nógv vitjaðu í húsini, bæði kend og ókunnufólk og sera hugnaligt var. Fleiri vóru so upptikin av gestum, at tey ikki komu so langt sum til sjálvan fundin og enntá dansin seinni. Men kanska hevur tú, Rigmor, bara fingið tað skeiva beinið úr seingini hendan morgunin.
Eg undrist tó stórliga yvir endan av greinini, har tú endurtekur nøkur orð hjá eini ungari kvinnu, hvørs foreldur eru av oynni. Fyrst smíltist eg og var bilsin av at lesa tey, men síðani gjørdist eg eitt sindur illa við. Tú spyrt hesa ungu kvinnu, um hon kundi hugsað sær at flutt út higar og skapa okkurt virksemið. Svar hennara er sambært tær og nú endurgevi eg orðarætt. »Eg kundi gott búð her, men so skuldi ávisir aðrir persónar flutt av oynni fyrst«.
Sjálvsagt verður ein harmur um at lesa hetta og tað keðiliga er, at tú ikki nevnir persónar við navni. Í einum so lítlum samfelagi sum her á oynni eru sjálvsagt gitingar í gongd og hvør gongur nú í sínum lagi og hugsar um, hvønn tey hava traðkað á tærnar.
Fyri flest okkum øll, ið hava tilknýti til oynna er tað øvugt av tí, tú endurgevur hesa kvinnu fyri at hava sagt. Vit ynskja fleiri fólk út higar og framgongd á oynni, flyta fleiri fólk burtur, verður kvinnan nokk einabúgvi, um hon flytir út.
Annars vil eg nýta hetta høvið at skriva, at øll tey sum á einhvønn hátt hjálptu til at fyrireika og halda fólkafundin eiga eina stóra tøkk uppiborna. Nógv er at fyrireika til eitt slíkt tiltak og gleðiligt er, at so nógvar hendur vildu hjálpa til. Uttan tykkum var eingin fólkafundur. Eisini eina tøkk til øll tey sum vóru á fundi á Kirkju í summar.
Blíðar heilsanir av Kirkju 23. juli 99
Laura Mary Jacobsen