Leygardagin í næstu viku verður skipað fyri einum sokallaðum »MC Boogie« í Havn. Tað eru motorsúkkluáhugaðir limir í Føroya Ellisakførum, sum skipa fyri tiltakinum, sum byrjar í hølunum hjá felagnum yviri við Strond 22 í Havn.
Ove Ritter úr Føroya Ellisakførum sigur, at øll motorsúkkluáhugað eru vælkomin til.
Tiltakið byrjar við móttøku í felagshølinum klokkan 1400 leygardagin 14. august. Klokkan 1500 verður felagskoyring, og síðan verður tendrað. Fólk verða sjálv biðin um at hava kjøt, salat o. a. gott við sær. Drekkivørur kunnu keypast á staðnum.
Tá tiltakið er liðugt, ætla fyrireikararnir av øll fylgjast til Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalin, sum endar hetta kvøldið.