Hesi 16 árini, festivalurin hevur verið, hava 2450 vitjandi tónleikarar verið við til at merkt tónleikalívið í Føroyum.
Í løtuni eru eini 4 - 5 virknir jazzbólkar í Føroyum, eitt stórband við yrkistónleikarum, eitt við ungum millum 13 og 17 ár, ið hava tað fínt við sínum Basie -swing og jazz-rocki.
Norðurlendskir ungdómar vísast fram
Umframt føroyskan jazz, so eru eisini stór nøvn á vitjan. Sanne Salomonsen, sum m.a. hevur Chris Minh Doky við sær, Big Fat Snake og Dissing x 3 og Nielsen koma úr Danmark, Hogmarkarna úr Svøríki, K.K. við vísum úr Íslandi, Akku úr Noregi og Alandia Storband úr Álandi og mong onnur.
Eitt av nýggju tiltøkunum, er at føra fram ungfólk, ið eru dugnaligir jazztónleikarar, ið ein kann vænta sær meira av.
Fyrireikararnir Poul Jørgensen og Brandur Øssursson hava í fleiri ár lagt ætlanir um tiltak, har ein útvaldur, ungur jazzbólkur úr hvørjum av Norðurlondunum, seks bólkar í alt, føra fram á palli tað besta innan ungan norðurlendskan jazz. Í ár eru tað Urban Connection (N), Got a Match (S), The Dynamite Vikings (DK), Trio Toikeat (FIN), Flís (IS) og Tangz (FO). Næsta ár verður tiltakið á Reykjavik Jazzfestival.
Bill Buchman er amerikumaður, ið býr í Danmark. Hann er myndlistamaður og tónleikari og hevur gjørt festivalplakatina í ár. Hann spælir á festivalinum í ár saman við føroyskum tónleikarum.
Í ár verður so 16. festivalurin í Norðurlandahúsinum, og fyrireikararnir kunnu hyggja aftur á eina røð av sonnum perlum av konsertum og tónleikaligum upplivingum. Perlubandið verður væntandi longt í ár, skal ein døma eftir skránni, ið hevur nógv stór nøvn at bjóða.










