bæði londini ikki ein partur av einari loysn, men heldur tað øvugta. Í Evropa er ikki semja um, hvussu farast skal fram. Írski uttanríkisráðharin, Dermot Ahern, segði í gjár, at tað slepst ikki uttan um Sýrialand [...] stjórnini, sum vil hava frið í Miðeystri sum skjótast. Vit tosa ikki um vikur, men um dagar, segði Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, í gjár. Eygleiðararnir halda kortini ikki, at ósemjan millum USA og [...] kann tryggja frið í Libanon. Hizbollah hevur eisini sagt seg vera sinnað at leggja vápnini, um treytirnar fyri einari vápnahvílkd ikki eru ov harðar, men Ísrael sigur, at tað fer ikki at sleppa kravinum
gólvinum í maskinhøllini á flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking í Mivági ger, at tað fer at ganga ein vika eyka, til fólk aftur sleppa til arbeiðis á virkinum. Nýggja gólvið, um lagt varð á, loysnaði í støðum [...] Nýggja gólvið var leyst í støðum, og tað varð so tikið upp og lagt aftur av nýggjum. Tað liggur nú og stadnar. Væntandi kann farast aftur til arbeiðis í viku seks, sum er fyrst í februar, sigur hann. Tað [...] verið, tá gólvið varð lagt á. Tað, sum skivað er í donsku vegleiðingini, er fylgt gjølla. Kortini hendi tað óhapp, at límingin ikki tók við, og tí kom bjølgur í ymsastaðni. Fryktandi var fyri, at alt gólvið
fast við sítt. - Tann støaðn er í dag nakað øðrvísi. Vit eru jú fleiri um boðið, og í verandi løtu fái eg sum so ikki sagt nakað nýtt um málið, staðfestir Todi Jonsson í telefonini úr Keypmannahavn. Hann [...] viðvíkjandi, men Todi leggur tó dent á, at tað ikki verður fyri ein og hvønn prís, at hann vil verða verandi í felagnum. - Til summar havi eg verið í felagnum í átta ár, og tað er eingin loyna, at eg havi [...] ímóti, um eg kann verða verandi í felagnum. Men tað verður sum sagt ikki fyri ein og hvønn prís staðfestir hann. Men um tann støðan íkemur, at tú ikki longur ert FCK-spælari í summar. Hevur tú tá gjørt tær
Føroyum var ikki kent av total-relativiteti. Tað var nakað okkara forfedrar tóku í álvara. Um skipið ikki verður stýrt við skili, henda ólukkur, tað ber heldur ikki til at olja flýtur í maskinrúminum og siglt [...] heldur ikki nógvir í tali. Tískil noyðast vit at halda ein líkinda disciplin. Tað er eingin grund til at siga, "jamen summi fólk skulu kanska bara einferð yvirum vegin í teirra lívi," tí lívið í Føroyum [...] so nógv ymiskt fjas at bjóða teimum. Í einari integreraðari skipan er skúlin berari av vitan. Í einari óintegreraðari skipan er skúlin ein sosial skipan, sum ikki er berari av vitan. Á Setrinum sita tey
væl í lag hjá GÍ, um teir nú skulu vinna seg upp á heiðursmerkjapláss. Ikki minst, tá ein av eftirverandi dystunum eisini er í Gundadali móti HB. Runavíkingar hava somuleiðis 21 stig, men eins og í GÍ mugu [...] mugu teir helst eisini ásanna, at talan so ikki verður um metall í landskappingini í ár. Hinvegin, so hava runavíkingarnir longu vissa sær sæti í Europa til komandi kappingarár. Oddasessurin hjá HB hevur [...] heiðursmerki í ár, eftir at teir máttu stigaleysir aftur um Gøtueiði sunnudagin. Runavíkingar hava annars ikki havt eitt ár, sum hoyrir heima millum tey minnisríkastu hjá felagnum, men serliga í fyrra hálvleiki
menninr gera í teirra eginleika sum fiskimenn. ?Hvat teir gera í sínari frítíð, ímeðan teir eru í landi, kunnu vit ikki leggja okkum í, sigur fiskimannafelagsformaðurin. Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag [...] eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Maskinmeistarafelagnum, tí tey sótu í samráðingum og vóru ikki at fáa fatur á. Men á skrivstovuni verður upplýst, at felagið hevur ikki tikið stig til at [...] Men fakfeløg, sum hesir menn eru í, ætla ikki at gera nakað fyri at steðga siglingini. Fleiri av monnunum, sum sigla, eru limir útróðrarfeløgum, Fiskimannafelagnum og í Maskinmeistarafelagnum. Men ongi
at stilla upp- ella ikki. Ein, sum fólk flest ikki ivast í, fer at stilla upp, er Rodmund Nielsen, Borgarstjóri í Runavík, tí hann kom sum eitt skot upp í politikk á býráðsvalinum í November, tá ið hann [...] at hann hevur nógv mikið at gera í Býráðnum í Runavík. Rodmund Nielsen sigur, at hann fer at leggja alla sína orku í tey kommunalu viðurskiftini og tí fer hann ikki at brúka orku upp á landspolitikk eisini [...] skal tað verða heilhjartað, ella slett ikki og tað verður slett ikki. ? Eg veit heldur ikki enn, um eg yvirhøvur eri politikari av natúr, tí enn havi eg bara sitið í eitt ár. Hann sigur, at hetta árið, sum
Føroyum eru vit tí væl fyri, fyri ikki at siga framúr væl fyri, í hesari ítróttini. Her hjá okkum fáa gestirnir glasið í hondina í sama sekundinum, tey koma. Tey fáa durasnapsin. Ein óføra góður siður og einasta [...] tí at hóast heilir samfelagsbólkar havi ikki ráð at keypa mat, er eingin deyður í hungri. Vit flagga, tí at tey fátæku kunnu ikki rýma úr paradísi. Tey hava ikki ráð til ferðaseðilin. Og einki mark er fyri [...] onkrum í sjálvandi, í hondina, áðrenn 30 sekund eru farin frá tí, tey komu, ert tú ein góð vertinna ella ein góður vertur. Tað sigur heimskenda pengamaskinan Jamie Oliver, sum byrjaði sum kokkur. Í Føroyum
nú mótroknað, so at eg ikki havi ráð at halda fram í skúlanum. Altso, eg má gevast í skúlanum, tí at tað almenna ikki vil hjálpa teimum, sum so fegin vilja útbúgva seg, men ikki hava fíggjarligan førleika [...] røkkur ÚS ikki langt. Var endiliga liðug við HH útbúgving í 2007, hevði ikki væntað at eg kom so langt. Fór so til arbeiðis, tí eg fekk onki lærupláss. Søkti so víðari á skúla, og slapp inn. Setti meg í samband [...] hevði eg aftur brúk fyri hjálp. Men NEI! Handan lógin er ikki í gildið longur. Tað er broytt síðani tá. Harragud altso! Havi nú gingið í skúla aftur í eitt ½ ár, men verið tó noydd at gevast, tí tað eg tjenti
fyri SL í 96 varð broyttur frá vanligum rakstrarroknskaparhátti til ein miðfyrisitingarhátt, sum ikki átti at verið nýttur í einum stovni sum SL. Hetta veit núverandi SL-stjórin og VMS, so um FA ikki veit [...] vandamiklar í hondunum á fólki, sum ikki hava neyðugu royndirnar úr arbeiðslívinum at byggja sínar avgerðir á. Hetta átti at verið ein løta til sjálvrannsakan í VMS. Spurningurin er so, um ikki alt hetta [...] SL-stjórin at átalast fyri ikki at kunna landsstýrismannin nóg gjølla. HETTA er kjarnin í málinum. Hvussu kompetent er okkara Vinnumálastýri? Tað mugu vera fólk, sum eru ógvuliga vís í egnum evnum og dømikraft