Páll Poulsen
Tá ið instringentir maktbólkar seta seg á so týdningarmikil øki sum granskingina, uttan at vit og skil fylgir við, kann úrslitið neyvan vera annað enn vánaligt.
Í Føroyum er tað maktin sum oyðir alla vitan. Í skúlaskipanini koyra teir fremstu vognarnir tómir. Hetta er tí at teir spæla at "hoyra til". Eingin integritetur er knýttur at skipanini. Tí ber alt til, t.d. at vitstolin fólk ganga við einum Ph. D. prógvi, sum ikki er vert pappírið tað er skrivað á.
Men tá ið hetta "spælið" hevur gingið nóg leingi fyri seg, endar tað eisini við sannari mentalari implosión. Maktbarónarnir skilja ikki at teir sjálvir ikki kunnu vera sitandi og redefinera fólk við "newspeak". T.d. "sjúkrarøktarfrøðingur", hvat ólukkan er tað?
Vit Føroyingar mugu gera upp við okkum sjálvar, um hendan tilveran sum danskar heimastýrismeyrur skal halda áfram, ella um irrationaliteturin skal broytast grundleggjandi til rationalitet.
Trupulleikin við hesi donsku skipan er eisini at føroyingar gera alt fyri at vera sum danir. Okkurt kallast OECD kanning. Eyðvitað er at støðið í donsku skúlaskipanini reyk saman við "vælferðini" og inflatión kom í prógvini. Teirra skúlar lækkaðu ambitiónsstøðið og úrslitið varð at annarhvør maður gandaðist til doktara. Hetta kunnu danir saktans gera, tí teir hava so nógv ymiskt fjas at bjóða teimum. Í einari integreraðari skipan er skúlin berari av vitan. Í einari óintegreraðari skipan er skúlin ein sosial skipan, sum ikki er berari av vitan. Á Setrinum sita tey og skriva hvønn annan av, so tað er heilt langt úti at koyra hjá teimum. Orsøkin er at tey fólkini sum hava trokað seg fram í einari óintegreraðari skipan, bert hava seg sjálvan sum prosjekt. Tey dyrka seg sjálvan og leggja ikki petti í veruliga hávitan. Tey býttastu ganga á odda, meðan hissini granskarar halda tað fyri seg sjálvan og halda seg uttanfyri øll maktspøl og óakademiskar intrigur. Orsøkin til at stovnurin ikki hevjar seg uppum festritarútgávustigið, er tí tey øll hata hvønn annan. Tey heiðra hvørt annað, fyri at pína hvønnannan.
Í Føroyum er støðan nógv álvarsamari, tí tað eru bert føroyingar, ið skilja føroyskt. Vit eru heldur ikki nógvir í tali. Tískil noyðast vit at halda ein líkinda disciplin. Tað er eingin grund til at siga, "jamen summi fólk skulu kanska bara einferð yvirum vegin í teirra lívi," tí lívið í Føroyum var ikki kent av total-relativiteti. Tað var nakað okkara forfedrar tóku í álvara.
Um skipið ikki verður stýrt við skili, henda ólukkur, tað ber heldur ikki til at olja flýtur í maskinrúminum og siglt verður ikki í øllum veðri.
Gamalt var at tá farið var til bjarga, ansaði maður eftir um rotta hevði verið á línuni, tí annars var vandi fyri at bjargamaðurin fór í havið.
Her eru rotturnar einsamallar eftir á loftinum.