NSÍ tendraði

Runavíkingar fingu loksins nakað at fegnast um, tá teir fingu fult móti GÍ, men í Gøtu spyrja tey, hvussu tað bar til, at Jens Martin slapp snikkaleysur frá brotssparksdómi

Fótbóltur

Gøtumenn mundu missa ta allar seinastu vónina um heiðursmerki í ár, eftir at teir máttu stigaleysir aftur um Gøtueiði sunnudagin.
Runavíkingar hava annars ikki havt eitt ár, sum hoyrir heima millum tey minnisríkastu hjá felagnum, men serliga í fyrra hálvleiki glógvaði í teimum sunnudagin.,
Vertirnir løgdu fyri sum óløgi, og GÍ fekk snøgt sagt ikki beint til jørðina hesa fyrstu longu løtuna. Tað eydnaðist eisini heimaliðnum við stuttum millumbili at leggja seg á odda við tveimum málum, og í báðum førum var Ian Højgaard høvuðsmaður. Fyrst fann rituvíkingurin Ike við einum frísparksinnleggi, og bara tveir minuttir seinni kom Ian sjálvur á talvuna eftir uppspæl í høgru síðu.

Einki kort
Og í roynd og veru kundu runavíkingarnir kanska fingið okkurt málið afturat fyri steðgin, men GÍ megnaði tó at halda tørn, fyri síðani at leggja harðliga fyri eftir steðgin. Kanskia fullu runavíkingarnir nú eisini nakað aftur á vøllin, soleiðis at GÍ-trýstið kundi gerast enn størri, men leingi var tó líkt til, at hetta ikki skuldi geva nakað úrslit.
GÍ fekk tó minkað um munin, tá Krzystof Popczynski vann sær eitt brotsspark, sum runavíkingarnir als ikki vóru nøgdir um, men tað var helst ikki tað, sum fekk størstu umrøðuna eftir dystin. Heldur var tað staðfestingin av, at hóast dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tí hann metti Jens Martin hava tikið beinini undan pólverjanum, so valdi hann als ikki at geva kort fyri hendingina. Jens Martin hevði annars longu eitt gult kort á kontini, og tí hildu gøtumenn í øllum førum, at landsliðsmálverjin skuldi fingið march-ordra.
Hvussu var og ikki, so varð Súni Olsen settur at taka sær av brotssparkinum, og hetta gjørdi hann uttan stórvegis hóvasták. Bólturin varð umvegis tvørtræið hamraður í málið, og so fekk Jens Martin ikki gjørt stórvegis.
Seinastu løtuna royndi GÍ at trýsta fyri útjavningini, men tað eydnaðist teimum ikki at finna vegin fram við Jens Martini, og nú tykist tað standa minni væl til við heiðursmerkjadreymunum hjá GÍ. Ein sigur her hevði annars havt við sær, at frástøðan upp til Skála bert vildi verið tvey stig.

Europa dregur
Enn eru sjálvandi níggju stig eftir at stríðast um, men tað skal fella væl í lag hjá GÍ, um teir nú skulu vinna seg upp á heiðursmerkjapláss. Ikki minst, tá ein av eftirverandi dystunum eisini er í Gundadali móti HB.
Runavíkingar hava somuleiðis 21 stig, men eins og í GÍ mugu teir helst eisini ásanna, at talan so ikki verður um metall í landskappingini í ár. Hinvegin, so hava runavíkingarnir longu vissa sær sæti í Europa til komandi kappingarár. Oddasessurin hjá HB hevur nevnliga við sær, at tapta steypafinalan gevur atgongd til UEFA-Cup, og einki er at ivast í, at NSÍ í so máta hevur rokkið eitt av málunum, sum vórðu sett undan kappingini.