Sluppu við skelkinum

Tíðliga í mikumorgunin fór ein bilur útav á vegnum oman til Vestmanna. Ov nógv ferð er eftir øllum at døma orsøkin til óhappið. Tríggir ungir menn vóru í bilinum, og eingin teirra er í lívsvanda

 

Tað kundi enda heilt galið, tá ein grønur Peugeot 406 fór útav vegnum niðanfyri Vestmanna mikumorgunin klokkan 5.15.

Bilurin, sum var á veg til Vestmanna, hevði ov nógva ferð, tá hann fór inn í eitt høgrasving. Førarin misti tamarhaldið á bilinum, sum brast inn í bergið innanfyri vegin. Bilurin er sera illa farin og gjørdist vrak.

Um hugt verður eftir sporunum í vegnum, misti førarin tamarhaldið eini 120 metrar frá staðnum, har afturendin á bilinum brast í veggin. Síðani ferðaðist bilurin eini 30 metrar í veitini, sum er millum vegin og bergið.

Bilurin kundi eins væl farið útav vegnum vinstrumegin og bólta fleiri hundra metrar niður í havið.

Sýslumaðurin í Vestmanna, Ivan Klein Olsen, sigur, at tíbetur fór bilurin í bergið og ikki útav hinumegin, tí so kundi ferðsluóhappið verið nógv álvarsamari. Hann veit enn ikki, um menninir sótu í trygdarbelti, men so skjótt teir verða útskrivaðir av landssjúkrahúsinum, verða teir avhoyrdir av løgregluni.

Tað var ein maður í Vestmanna, sum av tilvild sá tilburðin úr húsi sínum, ið boðaði løgregluni frá óhappinum.

Peugeot 406 er ein kraftmikil bilur, hvørs motorur vanliga hevur umleið 2000 kubik við eini 130 hestakreftum. Men er talan um ein Peugeot 406 TS6 hevur hann umleið 3000 kubik og eini 200 hestakreftir. Tað er í øllum førum talan um ein bil í tí stóra klassanum, sum kann koyra skjótt.