Verkfall
Í somu løtu, sum Skipara- og Navigatørfelagið lýsti verkfall á miðdegi hósdagin, vóru tað tíggjutals smábátar, sum longu vóru til reiðar at loysa frá landi at sigla við ferðafólki.
Ikki minst um Vestmannasund og Leirvíksfjørð er ógvuliga lívligt av smábátum, sum sigla aftur og við ferðafólki, men eisini um Skopunarfjørð og um Suðuroyarfjørð sigla skip.
Samstundis sum hetta eru góðir dagar hjá nógvum av teimum, sum eiga hesar smábátar, máar hetta eisini støðið undan sjálvum verkfallinum og tekur broddin av tí.
Men fakfeløg, sum hesir menn eru í, ætla ikki at gera nakað fyri at steðga siglingini.
Fleiri av monnunum, sum sigla, eru limir útróðrarfeløgum, Fiskimannafelagnum og í Maskinmeistarafelagnum.
Men ongi av hesum feløgum ætla at taka stig til at steðga siglingini.
?Eru teir, sum sigla, limir í Fiskimannafelagnum , er tað ikki sum fiskimenn, at teir sigla við ferðafólki, sigur Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum.
Hann sigur, at Fiskimannafelagið kann bara leggja seg út, hvat menninr gera í teirra eginleika sum fiskimenn.
?Hvat teir gera í sínari frítíð, ímeðan teir eru í landi, kunnu vit ikki leggja okkum í, sigur fiskimannafelagsformaðurin.
Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at felagið fer avgjørt ikki at leggja seg út í siglingina við privatbátum.
Hann sigur, at verkfallið kemur ógvuliga tvørt við hjá útróðrarmonnum, tí tað nú er tað nógv tvørligari at sleppa av við fiskin og av tí sama eru prísirnir munandi lækkaðir. Hetta kemst av, at virkini eru varnari við at taka ímóti fiskinum, tí tað er so ótrygt, hvussu tey sleppa av við hann aftur.
?Eg veit ikki um okkara limir hava so stóran samhuga við verkfallinum, hóast vit avgjørt halda, at navigatørarnir skulu hava virðiliga løn.
Annars heldur hann, at tað eru teir fægstu, sum eru limir í Meginfelag Útróðrarmanna, tí teir flestu eru frítíðarfiskarar og stuttleikabátar.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Maskinmeistarafelagnum, tí tey sótu í samráðingum og vóru ikki at fáa fatur á.
Men á skrivstovuni verður upplýst, at felagið hevur ikki tikið stig til at leggja seg út í siglingina.
Feløgini eru tó samd um, at sannlínkindi fyri, at fiskimenn, útróðrarmenn og maskinmeistarar fara á brúnna, eru lítlar og tí tí tey ikki at síggja hetta sum tann stóratrupulleikan hjá teirra feløgum.
Eisini Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, ásannar, at tað verður trupult at steðga siglingini við smábátum.
? Tað makta vit ikki, sjálvt um vit høvdu viljað, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann heldur tó, at verkfallið rakar meint, hóast smábátar sigla.
?Tað rakar vinnuna meint, tí tað ertrupult at flyta fisk og annað í samaband við vinnulív. Og tað rakar Suðuroynna meint, tí har er lítil og ongin flutningur til og frá.