landsliðsmiðverjin hjá Víkingi, Gunnar Vatnhamar, var óheppin, tá ið hann royndi at verja, og í staðin fyri at beina bóltin út til horna, stýrdi hann bóltin í málið aftanfyri Elias Fagrá. HB var fleiri ferðir framvið [...] eftir steðgin. Jógvan Rói Davidsen avloysti Daniel Johansen, og HB venjarin skifti leikskipan frá 4-4-2 og til 3-5-2. Mads Bo Mikkelsen varð settur inn á vongverjan í vinstru. Hann hevði verið tíggju minuttir [...] minuttir á vøllinum, tá ið hann økti um HB leiðsluna til 2-0. Tað gjørdi hann við fínum skoti av brotsteigarmarkinum og eitt sindur úr vinstru. Bólturin sigldi í handara síðunetið, og so legði HB seg av álvara
stavum SUF á. Hann var annars altíð fúsur tá nakað var á vási í felagnum. Av øðrum serliga aktivum felagslimum, kann eg nevna Kristin í Geil. Hann var altíð beinasamur, tá heitt varð á hann. Hann gjørdist seinni [...] brævi til SUF, at hann dugdi ikki at lesa føroyskt, og visti sostatt ikki hvat Dimmalætting merkti, men helt, at tað var best hóskandi ið merkti dimmelim. Til »Krossin« svaraði hann, at um allir kundu [...] kundu taka undir við »Krossi« segði hann bert »lykkelige lande«. Hin fundin høvdu vit saman við motorpassarunum. Hann var í 1915. Orsøkin til fundin var, at teir vóru í verkfalli og fyri best at gera vart við
Andrew av Fløtum hevur lagt innfyri úr høgru. 80 min : Jógvan Rói Davidsen sum breyt beinið í fjør er komin á vøllin fyri fyrstu ferð í ár. Hann hevur loyst René Shaki Joensen av á høgra bakki. 78 min : HB [...] LIÐUGT : Dysturin í Gundadali er liðugur. Jákup á Borg tryggjaði B36 eina stigið í yvirtíðini, tá hann smekkaði bóltin upp í málhornið. 90 min 1-1, Jákup á Borg : B36 liðskiparin, Jákup á Borg hevur javna [...] 68 min : Kristin Mouritsen kemur til góða støðu, men B36 verjuleikarin Hørður Askham hevur lisið hann av og verjir fyri. 57 min : Kristin Mouritsen hevur nú roynt seg við góðum skoti, men B36 málverjin
Fótbóltur Fyri ávikavist hálvum og hálvumøðrum ári síðani fluttu Viljormur Davidsen og Teitur Gestsson saman við familjum sínum úr Føroyum, og til Danmarkar. Tað eru rættiliga nógvar føroyskar familjur [...] veruliga vil menna seg. Talentarbeiðið er bara betri í Danmark, greiðir tann 17 ára gamli Viljormur Davidsen frá. Floksfelagarnir og liðfelagarnir nevna Viljorm “William”, tí hesir hava (dønum líkt red.) stórar [...] gongur eisini í studentaskúla. Royndarvant í fleiri feløgum Teitur Gestsson er 16 ára gamal, og er hann málverji á U-17 liðnum hjá OB. Teitur fór eisini til Danmarkar við sama endamáli, sum Viljormur. Nevnliga
lítla virðing hann hevur fyri Løgtingsins røðarapallið. Helst fyri at krógva yvur, tey ósannindir hann her borðreiidi fyri tí høga tingið, eins og fyri øllum Føroya fólki, so geylaði hann so ógvusligt [...] ógvusligt, at ein skuldi trú, at hann var vitleysur. Her royndi hann at billa fólki inn, at hann visti einki um nakrar viðmerkingar, hóast hesir høvdu staðið á forsíðuni í landsins størsta blaði fáar vikur framman [...] noktaði hann staðiliga, at hann hevði verið á tí famøsa fundinum, har hesi skjøl vóru viðgjørd. Og Gud hjálpi mær um Løgmaður nakrar dagar aftaná, varð noyddur at viðurkenna, ikki bert at hann hevði verið
Nývaldi bygdaráðslimurin sigur, at hann er glaður og takksamur fyri stuðulin, hann hevur fingið, men hann vísir á, at tað hevði ikki verið nøkur skandala, um hann ikki varð valdur. - Eg setti mær fyri [...] g. Høgni Hansen sigur, at hann hevur skrivað ein status á Facebook, har hann hevur víst á nøkur hjartamál, har eitt nú trivnaður og fíggjarskil eru í hásæti, og so hevur hann luttikið á felags veljarafundi [...] Hansen, nývaldur bygdaráðslimur í Nes kommunu. Hann var í valhølunum á Toftum í gjárkvøldið, tá valhølini vóru latin aftur, og atkvøðurnar vórðu taldar. Hann var eisini í valhølunum, tá valnevndarformaðurin
hevur gjøgnum árini spælt tangentar í Gestir, Marius, Petur Pólson, Høgni Lisberg, Høgni Reistrup, Allan Tausen Project og aðrastaðni. Samstundis hevur hann hesi árini verið virkin í egnari solo verkætlan [...] Sangskrivingin á nýggju plátuni hjá Knúti er grundað á kassagittar og klaverleik, og enn sum áður heintar hann margbroyttan íblástur úr ymsum tónleikastílum og sjangrum. Komandi útgávan inniheldur níggju egnar [...] download við bonusløgum í einum. Fløgan verður pakka í einum húsa fyri seg í LP húsanum. Knút sigur at hann hevur valt hesa tilgongd í ásannan av at fysiski tónleikamarknaðurin er fyri støðugum avbjóðingum
um millum kl. 14 og 18. 80 ára føðingardagur Mikudagin 6. november verður Hans Jacob Andreasen Klaksvík (vanliga nevndur Hans Jacob hjá Skopuninginum) 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 9. november [...] 16. november kl. 19 fyri innbodnum. Gullbrúdleyp Leygardagin 16. novembur hava hjúnini Marjun og Hans Jákup Í Kollsbyrgi verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á degnum. Tey ið ynskja at heilsa uppá [...] hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 16. november kl. 14 giftast í Argja kirkju, Paula Neshamar og Marius Thomassen, Argir. Eftir vígsluna verður reseptión í kirkjuni, har øll eru vælkomin. Veitslan verður
74) 1-0 Andorra vinnur fríspark frammarlaga í høgru, men einki spyrst burturúr. 71) 1-0 Viljormur Davidsen smekkar til úr 24 metrum og eitt sindur til vinstru, og málverjin bjargar til horna í vinstru, sum [...] Símun Edmundsson spældi Gilla Rólantsson leysan í vinstru, men bólturin fór út av baklinjuni, tá ið hann royndi at sneiða framvið mótstøðumanni. 57) 1-0 Andorra vinnur fríspark í høgru, tá ið tað verður [...] Benjaminsen seg og stútar bóltin innfyri aftur til Gilla Rólantsson, sum temur við bringuni, áðrenn hann smekkar bóltin í málið. 29) 0-0 Andorra fær horna í vinstru. Bólturin fer út til málspark í handara
og Edvard Johanessen. Petur Sigurð var eisini í finaluni í fjør, men tá fekk hann silvur eftir at hann tapti ímóti Áka Davidsen. Petur Sigurð Johansen hevur víst seg at verið hin stinnasti í ár og hevur [...] metast undan finaluni, at hann var favorittur. Hóast dysturin var rættiliga javnur og báðir skoraðu yoku, so var tað ímóti dystarenda, at Petur Sigurð gjørdi av við liðfelagan. Hann vann upp á eitt sokallað [...] sokallað ippon, sum merkir, at hann vinnur dystin á staðnum. Báðir eru tveir royndir judo-menn og tað var greitt, at allar minsta villan fór at verða revsað, og so skjótt Edvard setti fótin skeivt, sló Petur