Gullgreipan hongur nú í HB húsinum

Hóast Víkingur seinna partin av øðrum hálvleiki hevði tríggjar risa møguleikar at svara aftur, so eydnaðist tað ikki at fáa bilbukt við meistararnar, sum nú eru greipuvinnarar

HB er nógv tað besta liðið í 2020. Tað varð staðfest í landskappingini, tá ið HB síðst í oktober vann FM, og síðani er tað staðfest í kappingini um løgmanssteypið, har HB við sigri í brotssparkskapping ímóti 07 Vestur vann seg í hálvfinaluna, og síðani við stórspæli og 3-1 sigri ímóti NSÍ vann seg í finaluna.

Í dag hevur HB vunnið steypafinaluna ímóti Víkingi á Tórsvølli. Úrslitið var 2-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. HB var greitt omaná fyrsta tíman, tá ið Víkingur var nógv og fyri tað mesta í væl skipaðari verjustøðu, og HB var í álopi.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti HB hol á. Uppspælið var í høgru, og eftir kiks hjá báðum pørtum og spælarar, sum høvdu ilt við at standa á beinunum endaði bólturin hjá Mikkel Dahl, sum  eitt vet til  vinstru og 12 metrar úr málinum royndi at seta bóltin inn við handara stólpa. Bólturin hevði kós við síðuna av málinum, men landsliðsmiðverjin hjá Víkingi, Gunnar Vatnhamar, var óheppin, tá ið hann royndi at verja, og í staðin fyri at beina bóltin út til horna, stýrdi hann bóltin í málið aftanfyri Elias Fagrá.

HB var fleiri ferðir framvið og tætt við. Víkingur hevði fram ímóti steðginum onkrar støður, og átta minuttir undan steðginum var møguleikin góður at javna, tá ið Arnbjørn Svensson eftir álop í høgru og innlegg var leysur eitt vet til høgru. Hann smekkaði til úr 11 metrum, men bólturin fór omanfyri málið aftanfyri Teit Matras Gestsson.

Fimm minuttir undan steðginum hevði Hilmar Leon Jakobsen heilt stóran møguleika at økja um HB leiðsluna. Adrian Justinussen legði úr vinstru og eitt sindur út frá til Mikkel Dahl, ið stútaði bóltin fyri føturnar á Hilmari Leon Jakobsen. Hann smekkaði til úr seks metrum, men Elias Fagrá í málinum hjá Víkingi refleksbjargaði.

HB venjarin Jens Berthel Skou var ikki nøgdur við álopsspælið í fyrra hálvleiki, hóast HB var á odda 1-0 við sjálvmálið, sum Víkingur gjørdi miðskeiðis í hálvleikinum, eftir at Mikkel Dahl hevði roynt seg.

Tveir nýggir menn vóru settir inn á HB liðið beinanvegin eftir steðgin. Jógvan Rói Davidsen avloysti Daniel Johansen, og HB venjarin skifti leikskipan frá 4-4-2 og til 3-5-2.

Mads Bo Mikkelsen varð settur inn á vongverjan í vinstru. Hann hevði verið tíggju minuttir á vøllinum, tá ið hann økti um HB leiðsluna til 2-0. Tað gjørdi hann við fínum skoti av brotsteigarmarkinum og eitt sindur úr vinstru. Bólturin sigldi í handara síðunetið, og so legði HB seg av álvara á kósina ímóti finalusigri og greipuni.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði Víkingur heilt stóran møguleika at minka um munin og at fáa spenning í aftur. Teitur Matras Gestsson og Delphin Tshiembe kiksaðu í samanspæli, og tá ið Sølvi Vatnhamar var leysur á brotsteigarmarkinum steðgaði Delphin Tshiembe honum óregluliga. Dómarin bríkslaði fyri frísparki, og eftir fína kombinantíð, har bæði Sølvi Vatnhamar og Jákup Johansen hoppaðu upp um bóltin smekkaði Ari Olsen til. Bólturin streyk undir manngarðin, og Teitur Matras Gestsson stórbjargaði við beinparadu. Tá var Sølvi Vatnhamar blankur fyri opnum máli, men meðan HB málverjin var um at reisa seg aftur, stútaði Sølvi bóltin á tvørtræið, og so tók Teitur Matras Gestsson bóltin.

Og lítla løtu seinni var HB verjuspælið aftur lítið sannførandi. Tað bar við sær, at Finnur Justinussen var í góðari støðu, men hann sendi bóltin framvið HB málinum.

Kiksið í verjuspælinum og góðu møguleikarnir hjá Víkingi kløkkaðu HB, sum annars hevði verið greitt omaná. HB tók seg alt meiri í verjustøðu, og Víkingur spenti álopsbogan. Tað bar spentar støður við sær í báðum endum, men tað vórðu ikki skotað fleiri mál.

Størsta møguleikan áttu Víkingur og Sølvi Vatnhamar tveir minuttir undan leikloki. Eftir eitt tvey samanspæl við Finn Justinussen var Sølvi í góðari og eitt vet kroystari støðu, tá ið hann smekkaði til, og Teitur Matras Gestsson stórbjargaði enn einaferð.

Víkingarnir iðra seg og hugsa eisini um síðstu løtuna í fyrra hálvleiki, tá ið Arnbjørn Svensson eftir innlegg úr høgru var í góðari støðu at javna til 1-1, men hann sendi bóltin omanfyri HB málið.

HB hevði størsta partin av tíðini betri tak á spælinum, HB vann úrtøku í tveimum førum, og HB hevur í dag vunnið greipuna, og steypakappingina annað árið á rað. HB hevur ikki vunnið greipuna síðani 2004.

 

Víkingur – HB 0-2 (0-1)

Finala í kappingini um løgmanssteypið.

Á Tórsvølli leygardagin 5. desember 2020 kl. 16.00.

Dómarabólkur: Jóhan Hendrik Ellefsen, Andrew Christiansen, Jan Andersen og Rúni Gaardbo (fjórði dómari).

0-1: Sjálvmál 24.

0-2: Mads Bo Mikkelsen 55.

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson (Olaf Bárðarson, 70.), Bogi Reinert Petersen (Geza David Turi, 65.), Noah Mneney (Martin Klein Joensen, 82.), Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen

Á beinkinum: Sonni Højgaard, Andreas Lava Olsen, Elias Lervig, Aron Jarnskor Ellingsgaard

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

Hjálparvenjari: Gert Hansen

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Hørður H. Askham, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen (Jógvan Rói Davidsen, 46.) – Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Hilmar Leon Jakobsen (Mads Bo Mikkelsen, 46.), Mikkel Dahl (Pætur J. Petersen, 77.)

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Tróndur Jensen, Bartal Wardum, Øssur M. Dalbúð

Gult kort: Delphin Tshiembe

Venjari: Jens Berthel Askou

Hjálparvenjari: Kevin Schindler