Knút við nýggjari plátu

Knút Háberg Eysturstein, ið síðani seinastu útgávuna kallar seg Knút, gevur í julimánaði sína triðju plátu út á plátufelagnum Tutl. Hesum boðar tónleikarin frá í skrivi sent fjølmiðlunum.

 

Nýggja útgávan hevur fingið heitið On High, og stakløgini ‘The Road’ og ‘Growing Old’ hava í seinastuni gjørt um seg á netinum og í útvarpinum.

 

Sangskrivingin á nýggju plátuni hjá Knúti er grundað á kassagittar og klaverleik, og enn sum áður heintar hann margbroyttan íblástur úr ymsum tónleikastílum og sjangrum. Komandi útgávan inniheldur níggju egnar sangir, við vetum av 70’ara amerikana og gospel. Harumframt er eittans tøkulag við, eitt instrumentalt endalag, ‘I Long To See The City’, ið er tulking av sálminum ‘Mær Leingist At Síggja Staðin’, ið abbi Knút, Knút E. Háberg, skrivaði lag til.

 

On High er framleidd av Jens L. Thomsen og meginparturin av upptøkunum fór fram í stovuni í gomlu húsunum hjá Knúti og systrini Sunnevu á Torfinsgøtu í Havn. Húsini, ið omman, abbin og mamman plagdu at búleikast í, har Knút hevur skrivað fleiri av sangunum hjá sær.

 

Seinasta útgávan hjá Knúti var myrka og bølandi The Desert Holds A Flower. Til samanberingar er nýggja útgávan ljósari og meira útvend.

Knút sigur um orsøkina handan ljódligu huglagsbroytingina til karmarnar kring upptøkurnar, nevnliga húsini á Torfinsgøtu:

- Hesi gomlu húsini vóru einaferð heimið hjá okkara kæru, og sangir vóru skrivaðir tá tey fóru higani. Hesuferð hevði eg tó ikki hug til at sangirnir skuldu ljóða ov myrkir og innanhoknir, og ynskti ístaðin at nýggja plátan skuldi snúgva seg um lív og ljós, verður Knút endurgivin fyri at siga í skrivinum.

 

On High verður útgivin sum kombinerað LP + fløga, tað vil siga tú keypir bæði vinylplátu, fløgu og download við bonusløgum í einum. Fløgan verður pakka í einum húsa fyri seg í LP húsanum. Knút sigur at hann hevur valt hesa tilgongd í ásannan av at fysiski tónleikamarknaðurin er fyri støðugum avbjóðingum frá streaming, download og øðrum netmøguleikum.

 

Knút tók síni fyrstu seriøsu fet innan tónleikin sum partur av virkna umhvørvinum kring tónleikasamtakið Grót, og hevur gjøgnum árini spælt tangentar í Gestir, Marius, Petur Pólson, Høgni Lisberg, Høgni Reistrup, Allan Tausen Project og aðrastaðni. Samstundis hevur hann hesi árini verið virkin í egnari solo verkætlan, og nú er altso triðja Knút útgávan á gáttini.

 

Útgávukonsert fyri nýggju plátuni verður í Perluni í Havn hóskvøldið 11. juli klokkan 20.00. Við á konsertini verður manningin frá plátuni, ið millum annað fevnir um songkvinnurnar Dorthea Højgaard Dam, Jensia Højgaard Dam og Óluva Dam, ið syngja kór á plátuni. Tær tríggjar syngja eisini saman í trioini The Pushing Up Daisies, ið eisini verður at hoyra á konsertini.

 

Hetta upplýsir Knút í skrivi sent fjølmiðlunum. Niðanfyri kanst tú hoyra stakløgini 'The Road' og 'Growing Old', og tú kanst hoyra meira um tónleikin hjá Knút á knutmusic.bandcamp.com

 

Mynd: Uni Árting hevur gjørt fløguhúsan