Liðugt.
1-0
93) 1-0
Føroyingar megna nú at varðveita bóltin frammarlaga á vøllinum.
93) 1-0
Andorra innlegg, og Gunnar Nielsen fær fatur á.
92) 1-0
Andorra vandamikið uppspæl, men síðsta sendingin er ikki neyv, og tað endar við málsparki.
90) 1-0
Fýra minuttir eru lagdir aftrat.
90) 1-0
Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Gilla Rólantsson.
89) 1-0
GULT KORT. Riera sær gult fyri fríspark ímóti Rógva Baldvinsson.
88) 1-0
Andorra setir enn ein álopsspælara á vøllin. Út fer Alex Martinez, og avloysarin er Riera.
86) 1-0
Andorra spennir álopsbogan. Miðverjin og liðformaðurin Ildefons Lima er nú í álopinum.
85) 1-0
Klæmint A. Olsen avloysir Jóan Símun Edmundsson.
83) 1-0
Lima og Sølvi Vatnhamar liggja eftir nærdyst stutt frammanfyri føroyska brotsteigin.
81) 1-0
Andorra vinnur horna í høgru. Innlegginum bilar einki, men dómarin bríkslar fyri frísparki til Føroyar.
77) 1-0
Andorra skiftir út: Goméz avloysir Emili Garcia.
76) 1-0
Fínt føroyskt álop í vinstru. Lagt verður yvirum til Jónas, sum leggur innfyri aftur, og so spyrst einki burturúr. Besta føroyska samanspælið í seinna hálvleiki.
74) 1-0
Andorra vinnur fríspark frammarlaga í høgru, men einki spyrst burturúr.
71) 1-0
Viljormur Davidsen smekkar til úr 24 metrum og eitt sindur til vinstru, og málverjin bjargar til horna í vinstru, sum einki spyrst burturúr.
70) 1-0 i
GULT KORT. Nicolás sær gult fyri fríspark ímóti Sølva Vatnhamar.
69) 1-0
Andorra skiftir út: Rubio fer at vøllinum, og Sánchez er avloysarin.
65) 1-0
Tað er Andorra, sum setir dagsskránna. Føroyingarnir hava sera ilt við at skipa spælið, og Gunnar Nielsen døllar sær í sambandi við málspørk. Tað restar at fáa ferð og flog í spælið og at rokna meiri við møguleikanum at økja um leiðsluna heldur enn, at mótstøðuliðið skal javna.
63) 1-0
Uppspæl í høgru, og Jóan Símun Edmundsson roynir við skoti úr 20 metrum, men tað er púra vandaleyst.
60) 1-0
Andorra hevur nógv fólk frammi í áopinum, men higartil hevur tað ikki eydnast gestunum at spæla seg til málmøguleikar.
59) 1-0
Tað er órógvandi, at Andorra vinnur flestu nærdystirnar. Nú fóru Føroyar í kontra. Jóan Símun Edmundsson spældi Gilla Rólantsson leysan í vinstru, men bólturin fór út av baklinjuni, tá ið hann royndi at sneiða framvið mótstøðumanni.
57) 1-0
Andorra vinnur fríspark í høgru, tá ið tað verður lagt innfyri, er Odmar Færø hægstur og stútar út til innkast, sum Andorra einki fær burturúr.
55) 1-0
GULT KORT. Emili Garcia sær gult fyri fríspark ímóti Sølva Vatnhamar.
54) 1-0
Føroyar skifta út: Róaldur Jakobsen avloysir René S. Joensen.
Føroyska liðið hevur ikki verið sannførandi fyrstu løtuna eftir steðgin. Tað restar ferð, hugflog og neyvleiki.
53) 1-0
Andorra vinnur horna í høgru - einki spyrst burturúr.
51) 1-0
Tað er órógvandi, at trý fríspørk fyrstu løtuna eftir steðgin eru dømd ímóti René S. Joensen, sum hevur gult kort.
47) 1-0
Tríggir føroyskir spælarar hita upp: Róaldur Jakobsen, Klæmint A. Olsen og Kaj Leo í Bartalsstovu.
46) 1-0
Tað er útselt, men tað er ikki fult á Tórsvølli. Her eru nógvir sessir tómir.
46) 1-0
Føroyar geva bóltin upp.
--
Tølini siga, at Føroyar hava havt bóltin 70 prosent av tíðini.
--
HÁLVLEIKUR
1-0
Andorra hevur horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.
45) 1-0
Ein minuttir lagdur aftrat.
44) 1-0
Sølvi Vatnhamar leggur við frísparki úr vinstru innfyri. Støðan kennist spent, men tað verður veittrað fyri rangstøðu.
42) 1-0
GULT KORT. René S. Joensen sær gult fyri fríspark - ov seinur at takla.
40) 1-0
Tað er friðarligt, og tað hava ikki verið málmøguleikar, síðani Føroyar løgdu seg framum. Lagið kring vøllin er ógvuliga gott.
32) 1-0
1-0: Gilli Rólantsson Sørensen
Gott samanspæl í høgru millum Jónas Tór Nær og Sølva Vatnhamar endar við, at Sølvi leggur innfyri. Við handara stólpa toyggir Fróði Benjaminsen seg og stútar bóltin innfyri aftur til Gilla Rólantsson, sum temur við bringuni, áðrenn hann smekkar bóltin í málið.
29) 0-0
Andorra fær horna í vinstru. Bólturin fer út til málspark í handara síðu.
28) 0-0
GULT KORT. Pujol sær gult fyri ófantaligt fríspark ímóti René S. Joensen.
26) 0-0
Bólturin er mest sum alla tíðina á hálvuni hjá Andorra.
23) 0-0
Jóan Símun Edmundsson tiltuskar Føroyum enn eitt horna í vinstru, men tað endar við, at dómarin bríkslar fyri frísparki til málverjan.
22) 0-0
Føroyar vinna eitt hornaspark aftrat í vinstru, Sølvi Vatnhamar leggur innfyri, og Rógvi Baldvinsson er óheppin, tá ið hann við høvdinum smekkar bóltin niður í vøllin og upp um málið.
20) 0-0
Føroyar vinna fyrsta hornasparkið - í vinstra borði.
18) 0-0
Eftir tolið uppspæl smekkar Gilli Rólantsson til úr vinstru, men bólturin fer væl omanfyri málið.
13) 0-0
Jóan Símun Edmundsson leggur við frísparki innfyri úr vinstru. Tað sær út til ein av mongu føroysku spælarunum í brotsteiginum verður hildin, men dómarin sigur einki.
12) 0-0
GULT KORT. Jordi Rubio fyri at gera fríspark fyri aðru ferð.
11) 0-0
Viljormur Davidsen leggur fríspark innfyri úr høgra horni, men tað er óneyvt, og bólturin fer út til málspark.
09) 0-0
Báðir partar ansa eftir í verjuni heldur enn at leggja fyri í álopspartinum.
06) 0-0
Andorra hevur fríspark í vinstru og tjúgu metrar úr málinum. Bólturin fer væl omanfyri málið.
04) 0-0
Sølvi Vatnhamar roynir seg við frísparki, men hann rakar í manngarðin, og bólturin fer út til innkast. Føroyar varðveita trýstið.
02) 0-0
Jóan Símun Edmunsson fæ fríspark mitt fyri og átjan metrar úr málinum.
01) 0-0
Andorra gevur bóltin upp, og tað sæst beinanvegin, at gestirnir ikki hava hug at leypa treytaleyst á.
00) 0-0
Andorra búnin er reyður frá - troyggjur, brøkur og hosur. Tað er við gulum ísletti.
Føroyingarnir eru í eyðkenda búnanum - hvít troyggja, bláar bøkur og hvítar hosur.
00) 0-0
Tað er eitt lot, men undir upphitingini tóktist tað ikki á nakran hátt at ávirka, hvussu bólturin ferðaðist.
00) 0-0
Fyrst var tað tjóðsangurin hjá Andorra, og nú rungar Tú alfagra land mítt.
00) 0-0
Nú er tað farið at kennast úr honum her á Tórsvølli.
00) 0-0
Tá ið Føroyar vóru á útivølli ímóti Andorra 25. mars, var úrslitið málleysur javnleikur.
00) 0-0
Ábyrgdarmenninir rokna við stórum stríði á sentrala miðvøllinum. Tí halda teir tað vera styrkur, at veteranurin og metmaðurin Fróði Benjaminsen er tøkur aftur. Hann var leikbannaður hóskvøldið, tá ið Føroyar taptu 5-1 í Portugal.
00) 0-0
Føroyar eru nummar 89, og Andorra er nummar 129 á FIFA styrkislistanum.
00) 0-0
Áskoðararnir eru við at savnast. Føroyska fjepparafelagið bæði sæst og hoyrist væl.
00) 0-0
Tað er eitt sindur heystligt, men tað er turt, skýggjað loft og ellivu hitastig.
00) 0-0
So eru vit á Tórsvølli, har Føroyar klokkan 17 spæla ímóti Andorra.
Føroyar-Andorra kl. 17.00
HM undankappingardystur á Tórsvølli sunnudagin 3. september 2017 kl. 17.00
Dómarabólkur av Malta: Alan Mario Sant, Roberto Vella, Jurgen Spiteri og Farrugia Cann Trustin
Føroyar: Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Jónas Þór Næs, Fróði Benjaminsen, René S. Joensen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson Sørensen
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Símun Rógvi Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Róaldur Jakobsen, Hørður H. Askham, Ári Mohr Jónsson, Eli Falkvard Nielsen, Karl Løkin, Patrik Johannesen, Klæmint A. Olsen
Andorra: Josep Gomes – Jordi Rubio, Ildefons Lima, Max Llovera, Chus Rubio – Marc Vales, Marc Rebés, Marcio Vieira, Moisés San Nicolás – Marc Pujol, Alex Martinez