Fótbóltstilvera í føðibýi H.C. Andersens

Mong ævintýr eru skrivað í Odense. Tvey ung føroysk fótbóltstalent royna at skriva sítt egna fótbóltsævintýr. Fyens Stiftstidende hevur tosað við Viljorm Davidsen og Teit Gestsson

Fótbóltur

 

Fyri ávikavist hálvum og hálvumøðrum ári síðani fluttu Viljormur Davidsen og Teitur Gestsson saman við familjum sínum úr Føroyum, og til Danmarkar. Tað eru rættiliga nógvar føroyskar familjur, sum flyta til Danmarkar, men orsøkin til, at júst hesar báðar familjurnar fluttu til Danmarkar, er øðrvísi, enn hjá flestu øðrum familjum, sum flyta til Danmarkar. Familjurnar eru nevnliga fluttar til Odense, fyri at stuðla ungu synum sínum við dreyminum um at fáa eina fulltíðar yrkisleið, sum fótbóltsspælarar.

 

Ikki somu møguleikar í Føroyum

Viljormur er ikki í iva um eyðsýnda munin millum Danmark og Føroyar á hesum øki - Tað er ikki talan um somu møguleikarnar í Føroyum, um ein ynskir at liva av at spæla fótbólt. Sum føroyskur fótbóltsspælari, er ein noyddur at fara uttanlands, um ein veruliga vil menna seg. Talentarbeiðið er bara betri í Danmark, greiðir tann 17 ára gamli Viljormur Davidsen frá. Floksfelagarnir og liðfelagarnir nevna Viljorm “William”, tí hesir hava (dønum líkt red.) stórar trupuleikar við at siga: “Viljormur”. Viljormur er verjuspælari á U-19 talentliðnum hjá OB. Viljormur gongur eisini í studentaskúla.

 

Royndarvant í fleiri feløgum

Teitur Gestsson er 16 ára gamal, og er hann málverji á U-17 liðnum hjá OB. Teitur fór eisini til Danmarkar við sama endamáli, sum Viljormur. Nevnliga at menna talentið, og tað vóru fleiri donsk feløg, sum sóu stórar framtíðarmøguleikar í tí unga, føroyska málverjanum. – Eg varð og royndarvandi í Brøndby, FC Midtjylland og OB. Brøndby og OB bjóðaðu mær eitt pláss á liðnum, men eg valdi OB, tí eg kendi meg meiri vælkomnan í felagnum her, greiðir Teitur frá.

Teitur gongur í 10. flokki, og býr hann í Odense sman við pápa sínum, mammu sínari og systur sínari. Tey trívast øll væl í Odense, men viðhvørt leingist Teitur aftur til Klaksvíkar. – Eg sakni sjálvsagt familjuna og vinirnar heima, og tað er ótrúliga gott, tá ein av og á fer heim til Føroya at vitja. Eg gleði meg ótrúliga nógv til at halda jól saman við familjuni heima í Klaksvík.

Viljormur hevur eisini gott samband við vinirnar heima. Teir stuðla eisini Viljormi í royndum hansara at gerast yrkisspælari. – Teir halda, at tað er feitt, at eg eri farin til Danmarkar at spæla fótbólt. Eg havi samband við teir gjøgnum Skype og Messenger á telduni. Tíðum spyrja teir til stuttleikar, um teir kunnu fáa VIP-atgongumerki til heimadystirnir hjá OB, sigur Viljormur smílandi.

 

Vilja spæla í Superliguni

Málið er greitt hjá báðum teimum føroysku unglingunum. Teir ynska at spæla í Superliguni. – Tað er jú tí, at vit eru her. Tað er tann sjálvsagdi dreymurin, at eg gerist nóg góður til at spæla í Superliguni, og seinni nóg góður til at spæla við einum stórum felagi uttanfyri Danmark, undirstrikar Teitur.

Teitur og Viljormur fylgdu væl við Superliguni heima í Føroyum, har tað ber til at síggja tær donsku sjónvarpsrásirnar. Upprunaliga varð tað ikki OB, men FC Keypmannahavn, sum varð yndisliði hjá Teitir, men høvuðsorsøkin til hetta varð, at býarfelagin, Todi Jónsson spældi við FCK. Viljormur og Teitur eru vorðnir góðir vinmenn, og teir eru ofta saman í tí sindri av frítíð teir hava, tá teir ikki venja, ella ganga í skúla. – Tað er gott at kunna samskifta á føroyskum saman við einum øðrum. Annars hevði verið vandi fyri, at føroyska málið fór í gloymskuna.

Viljormur og Teitur halda, at um nakar avgerandi munur er millum Danmark og Føroyar, so er tað veðurlagið. – Tað er rættiliga stuttligt, at danskt sjónvarp hevur innsløg, tá tað regnar ella kavar illa her. Tí um ein vil síggja nógvan kava ella regn, so skal ein bara fara ein túr til Føroyar, siga báðir flennandi.

Báðir høvdu trupuleikar við at spæla fótbólt í teimum heitu, donsku summarmánaðunum. Heima í Føroyum er tað sjáldan, at hitalagið fer upp um tey 15 stigini. Orsaka av veðurlagnum, so eru næstan allir vøllirnir í Føroyum gjørdir av graslíki. Tað er nærum ógjørligt at røkta ein grasvøll, orsaka av føroyska veðurlagnum, greiða teir frá.

 

Hart arbeiðið

Føroysku unglingarnir eru fegnir um tilveruna í Odense. Teir hava fingið nakrar góðar liðfelagar í felagnum, og nakrar góðar skúlafelagar eisini. Men teir hava trupuleikar við at røkka øllum, sum er á skránni, tí teir brúka so nógva tíð uppá fótbóltin, aftaná skúlatíð. – Vit venja mánadagar, týsdagar, tvær ferðir hósdagar, og so spæla vit dyst leygardagar. Harumframt renni eg, og geri styrkisvenjingar, greiðir Viljormur frá.

- Eg venji enn meiri enn hann, leggur Teitur aftrat. – Eg havi eisini málmansvenjingar, og tað er nakrar ferðir eyka um vikuna. Men tey ungu føroyska fótbóltstalentini grenja ikki. Teir hava valt at satsa uppá OB og ítróttina, og talentið røktar seg ikki sjálvt.