Ein góð kensla at vera valdur

- Eg visti ikki, at eg varð uppstillaður, og eingin hevði spurt meg, um eg var áhugaður, sigur Høgni Hansen, nývaldur bygdaráðslimur í Nes kommunu.

- Eg visti ikki, at eg varð uppstillaður, og eingin hevði spurt meg, um eg var áhugaður. Men, tá uppstillingin var ein veruleiki, gjørdist eg spentur.

 

Tað sigur Høgni Hansen, nývaldur bygdaráðslimur í Nes kommunu.

 

Hann var í valhølunum á Toftum í gjárkvøldið, tá valhølini vóru latin aftur, og atkvøðurnar vórðu taldar. Hann var eisini í valhølunum, tá valnevndarformaðurin kunngjørdi, hvussu nýggja bygdaráðið sær út.

 

- Eg varð síðst nevndur sum nýggjur bygdaráðslimur, og eg má siga, at hetta var ein góð kensla. Eg havi slett ikki rikið og havi at kalla einki gjørt burtur úr mínari uppstilling.

 

Høgni Hansen sigur, at hann hevur skrivað ein status á Facebook, har hann hevur víst á nøkur hjartamál, har eitt nú trivnaður og fíggjarskil eru í hásæti, og so hevur hann luttikið á felags veljarafundi.

 

- Eg havi ongantíð stillað upp áður. Onkuntíð eri eg spurdur, men havi borið meg undan. Hesaferð visti eg ikki, at eg var endaður á listanum. Men, tá fólk spurdu, um eg ynskti at vera valdur, svaraði eg ja.

 

Nývaldi bygdaráðslimurin sigur, at hann er glaður og takksamur fyri stuðulin, hann hevur fingið, men hann vísir á, at tað hevði ikki verið nøkur skandala, um hann ikki varð valdur.

 

- Eg setti mær fyri at taka valið, sum tað kom. Fór eg at vera valdur, hevði tað verið stuttligt, men varð eg ikki valdur, hevði tað heldur ikki verið nøkur katastrofa, sigur hann.

 

Høgni Hansen hevur starvast á Fiskamarknaði Føroya, síðan marknaðurin sá dagsins ljós í 1993, og síðan 2014 hevur hann verið stjóri á Fiskamarknaði Føroya.

 

- Mín áhugi er í fyrsta lagi trivnaðurin í kommununi. Eg havi nevnt møguleikan at planta viðarlund, og eg kundi eisini ynskt mær, at maritima økið Við Rætt verður skipað.

 

Nývaldi bygdaráðslimurin sigur, at hann eisini hevur nevnt onkra vegabreiðking, og síðan hevur hann stóran áhuga fyri fíggjarligu gongdini í kommununi.

 

- Eg ynski, at ein skynsamur fíggjarpolitkkur verður rikin. Skal onkur stór íløga gerast í framtíðini, kann sjálvandi verða neyðugt við lántøku, men lántøka eigur so vítt gjørligt at vera ein neyðloysn, sigur Høgni Hansen.

 

Aðrir nývaldir bygdaráðslimir í Nes kommunu eru Petur Jacob Petersen (Dakko), sum áður hevur sitið í bygdaráðnum og Kaj Eli Hansen, sum fingu ávikavist 59 og 49 atkvøður. Sjálvur varð Høgni Hansen valdur við 45 atkvøðum.

 

Nýggja bygdaráðið í Nes kommunu fer at síggja soleiðis út: Jóhannus Danielsen (158), Súni í Hjøllum (129), Niclas Davidsen (82), Elin á Torkilsheyggi (71), Petur Jacob Petersen (59), Kaj Eli Hansen (49) og Høgni Hansen (45).