Er steypafinalan hjá gentum 17 nakað meta útfrá, so hevur kvinnuhondbóltur í Føroyum nógv gott í væntu. Finalan, sum var millum H71 og Stjørnuna, endaði við 26-23 sigri til H71 eftir umdyst. Stjørnan var [...] standa millum hana og Maritu Mortensen úr H71. Seinnnevnda varð dystaravgerandi í sínum spælið, meðan Tóra Eliasen í størri mun var einstaklingurin á liðnum hjá Stjørnuni. Bæði liðini hava rós uppiborið [...] Eliasen skorði til 19-18. H71 gav bóltin og so tók Marita Mortensen yvir. Hon setti ferð á og rendi bóltin í málið til 19-19. Tað útloysti umdyst á tvær ferðir fimm minuttir. Her hevði H71 munin frá byrjan. Hóast
Eftir at H71 hevði vunnið steypakappingina hjá kvinnum og monnum fyrr í dag, skuldu gentur felagsins undir 18 gera teimum vaksnu kynstrið eftir ímóti Kyndli, sum júst hevði sæð mansliðið hjá sær tapt finaluna [...] finaluna ímóti H71. H71 stillaði við fleiri steypavinnarum frá fyrr í dag. Milllum annað Karinu Ey. Rubeksen, Sunnivu Bogadóttir, Vár og Lív B. Zachariassen og so dagsins leikara frá kvinnufinaluni, Maritu [...] kennast væl aftur, eins og høgri vongurin hjá VÍF í kvinnufinaluni sum vant spældi við U18 liðnum hjá Kyndli. Í einum jøvnum fyrra hálvleik eydnaðist tað H71 at økja upp í eina tveymálsleiðslu, 14-12 beint
stólpan stútaði hon upp í nettakið. Sera gott mál. Hóast Føroyar taptu 5?1 ímóti Onglandi, so er venjarin væl nøgdur. Hann vísir á, at tølini boða frá góðari framgongd. Tá Føroyar í 1998 og í 1999 spældu [...] okkara kroystar heilt í botn. Men tað var harmuligt, at tær skuldu skora til 5?1 í yvirtíðini, heldur venjarin, sum greiðir soleiðis frá føroyska málinum: ? Elin Katrina Haraldsen smekkaði úr 30 metrum og upp [...] fingið eitt uppaftur betri úrslit enn 1?1, sigur Álvur Hansen. Útlitini eru góð fyri komandi ár. Ynskið hjá føroyska liðnum er, at tær verða eitt sindur hepnari í lutakastinum, so tær ikki nýtast at fara so
dystarbyrjan tykist venjarin tó halda kortini nær at kroppinum. Og hóast ein lítil spurnarkanning stafðesti, at 71% av fólkunum rokna við sigri til Georgia í kvøld, so staðfestir venjarin, at hann hevur størstu [...] gjørligt í komandi undankappingini, sigur Shalva Bibilashvili, sum starvast hjá georgiska ítróttarblaðnum, Sporti. - Tað er eingin hjá okkum, sum roknar við einum løttum sigri, men kravið er kortini, at liðið [...] framrættaða skipan hesaferð. Ikki so nógv, tí týski venjarin hevur hug at undirmeta Føroyar, men heldur tí fleiri av føstu verjuspælarunum eru skaddir, og at venjarin tí ikki hevur eins nógvar møguleikar her, sum
hálvleik. Georgia skoraði í 62. og 82. minutti. Venjari hjá føroyska U-19 landsliðnum ta ferðina var Jógvan Martin Olsen, sum nú er venjari hjá a-landsliðnum. Fleiri av spælarunum, sum ta ferðina vóru [...] vóru á georgiska liðnum, eru nú við í Føroyum, sigur Jógvan Martin Olsen. Føroyski venjarin hevur eisini fleiri av teimum, sum fyri fýra árum síðani vóru í Georgia, við á sínum liði. Hesir eru Hanus Thorleifsson [...] við í Georgia fyri fýra árum síðani. Endaði í UEFA Jógvan Martin Olsen kennir væl stóra bóltevnini hjá Georgia, og hann hevur saman við spælarunum sæð onkrar upptøkur, men tað hevur borið illa til at fáa
korterið undan steðginum trýsti nógv, men tað skuldi ikki verða dagurin hjá árstalsfelagnum. Og sum so vóru hini bæði málini hjá EB/Streymi eisini ein undirstrikan av hesum. Bárður Olsen sendi millimetur [...] pappírinum var EB/Streymur heimaliðið í finaluni um løgmanssteypið. Og tó at Gundadalur aloftast er borgin hjá havnarfeløgunum, so bendu umstøðurnar kring finaluna á, at EB/Streymur eisini hevði betra stuðulin [...] millimetur neyvt fríspark í holið millum verju og málmann, tá Hans Pauli økti til 2-0, men B36-venjarin hevði tó alla orsøk at ilskast um, at ein maður kundi standa somikið leysur í hesi støðuni. Og tá Dmitri
ein máta, ið hóskar okkum betur, enn stílurin hjá Rosenborg. Vit taka hetta sum eina uppliving og fara at royna okkara besta, sigur Pauli Poulsen. Venjarin hjá Gefle IF, Pelle Olsson, segði eftir lutakastið [...] upplýsingum á netinum, umframt at vit hava fingið fatur í upptøkum frá einum dysti hjá Gefle IF, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, sum nú leggur síðstu hond á fyrireikingarnar til heimadystin, sum verður [...] Síðani 2003 hevur NSÍ verið við í europeisku kappinunum fimm ferðir, so hetta er sætta avbjóðingin hjá felagnum. Besta úrslitið var í 2008, tá NSÍ á heimavølli megnaði at vinna 1-0 á georgiska meistaraliðnum
Dublin, Írland: Tað er einki at ivast í, at talan verður um stóra uppgávu hjá føroyska liðnum, tá farið verður inn á Landsdowne Road í írska høvuðsstaðnum. Eftir javnleikin á útivølli móti Fraklandi, tykist [...] hvussu allir eru fyri í morgin. Hvíldin hevur týdning Júst drúgva ferðing gav annars veruligan ótta hjá nógvum, undan dystinum her í Írlandi, men sum nevnt omanfyri, so heldur Henrik Larsen ikki, at tað [...] venjing í morgin. Tað hevur hóast alt verið ein drúgv ferð, so hvíldin hevur minst líka stóran týdning hjá okkum, sum venjingin hevur, staðfestir Henrik Larsen. Tað hevur fleiri ferðir áður víst seg, at meðan
røkka bronsuplássinum, og tá ið tað er eydnast, so fara vit eftir silvurplássinum, sigur EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe. Arnbjørn Hansen verður ikki við í dag, og tað kann væl vera, at hann ikki verður við [...] vikuni, og tað kann gott vera, at annar enn Egil verður í miðverjuni undir liðini á Marna Djurhuus. Hjá 07Vestur er tað farið rættuliga at treingja saman um. Tað eru tíggju stig fram til áttanda plássið
dag, at hann ikki heldur fram sum venjari hjá NSÍ, eftir hetta kappingarárið. Hann er avkláraður við, at samstarvið við NSÍ ikki heldur fram. Danski venjarin kom til NSÍ undan farna kappingarári, men sáttmálin