Anders Gerber váttar fyri Sosialinum í dag, at hann ikki heldur fram sum venjari hjá NSÍ, eftir hetta kappingarárið. Hann er avkláraður við, at samstarvið við NSÍ ikki heldur fram. Danski venjarin kom til NSÍ undan farna kappingarári, men sáttmálin verður ikki longdur.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
-Eg havi sáttmála til endan av hesum kappingarárinum og hann verður ikki longdur. Tað hava bæði eg og NSÍ vitað í eina tíð, sigur Anders Gerber.
Tað hava ikki verið samráðingar millum partarnar um at leingja samstarvið. Anders Gerber er fegin um tíðina í Føroyum og í Runavík, men umstøðurnar gera, at eitt framhaldandi samstarv ikki er á breddanum.
-Tað hevur allatíð verið ætlanin, at eg skuldi gevast. Eitt nú er daman farin aftur til Danmarkar, eftir at hava havt orlov í eitt ár, meðan børnini byrja í skúla, sigur Anders Gerber.
Brot úr grein í VikuskiftisSosialinum, sum kom á gøturnar í gjár.