Gerandisdagur í Sundalagnum

07Vestur vitjar í Streymnesi klokkan 17.00

Leygarkvøldið tapti EB/Streymur steypafinaluna so dyggiliga ímóti Víkingi. Mótstøðumenninir vóru skjótir og ágangandi, og tað megnaðu royndu EB/Streyma menninir ikki at standa ímóti.

Nú er gerandisdagur í landskappingini aftur á skránni, og setningurin er greiður, nú 07Vestur seinnapartin kemur norður til Margáir. Fyri at sleppa upp í part í altjóða kappingunum næsta summar er neyðugt at vinna í hvussu so er bronsuplássið, og tað miðja teir í Sundalagnum eftir.

-Vit eru tvey stig frá B36, sum hevur spælt ein dyst meiri enn vit. Í fyrsta lagi ætla vit at røkka bronsuplássinum, og tá ið tað er eydnast, so fara vit eftir silvurplássinum, sigur EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe.

Arnbjørn Hansen verður ikki við í dag, og tað kann væl vera, at hann ikki verður við aftur í ár. Dánjal Davidsen er farin av aftur landinum, og hann verður neyvan við aftur í ár. Egil á Bø hevur ikki vant í vikuni, og tað kann gott vera, at annar enn Egil verður í miðverjuni undir liðini á Marna Djurhuus.

Hjá 07Vestur er tað farið rættuliga at treingja saman um. Tað eru tíggju stig fram til áttanda plássið og harvið møguleikan fyri at bjarga sær lívinum í fremstu røð. Tá ið liðini hittust í Streymnesi í fyrsta umfari vann heimaliðið 4-0. Í Sørvági vann EB/Streymur 2-0. Harvið eigur 07Vestur framvegis fyrsta málið til góða ímóti EB/Streymi í ár.

EB/Streymur-07Vestur: Alex Troleis leygardagin klokkan 17.00.