Fótbóltur
Tað er eitt nýtt kapittul í fótbóltssøguni hjá Georgia, sum hol verður sett á, tá teir í kvøld skulu takast við Føroyar.
- Týski Klaus Toppmöller er nýggjur venjari, og setningurin verður í fyrsta lagi at fáa eitt so gott úrslit, sum yvir høvur gjørligt í komandi undankappingini, sigur Shalva Bibilashvili, sum starvast hjá georgiska ítróttarblaðnum, Sporti.
- Tað er eingin hjá okkum, sum roknar við einum løttum sigri, men kravið er kortini, at liðið fær trý stig. Við dystum móti bæði heims- og varaheimsmeistarunum í undankappingini er neyðugt hjá okkum, at teir báðir dystirnir móti Føroyum geva seks stig. Tað er í øllum førum tað, sum viðhaldsfólkini krevja, sigur hann.
Ætla sær frameftir
Vanliga spælir Georgia eina væl skipaða 4-4-2, men í lokalu miðlunum verður gitt, at talan kanska verður um eina meira framrættaða skipan hesaferð. Ikki so nógv, tí týski venjarin hevur hug at undirmeta Føroyar, men heldur tí fleiri av føstu verjuspælarunum eru skaddir, og at venjarin tí ikki hevur eins nógvar møguleikar her, sum hann gjarna vildi havt.
Kaladze úr AC Milan, Khizanishvili úr Blackburn Rovers og Khizaneishvili úr FC Freiburg eru allir skaddir. Tí meta fleiri, at spælt verður við trimum í verjuni, men fram til dystarbyrjan tykist venjarin tó halda kortini nær at kroppinum.
Og hóast ein lítil spurnarkanning stafðesti, at 71% av fólkunum rokna við sigri til Georgia í kvøld, so staðfestir venjarin, at hann hevur størstu virðingina fyri Føroyum.
- Tað, sum eg havi sæð, bendir á, at talan verður um ein sera harðan dyst fyri okkara viðkomandi. Søguliga plaga Føroyar eisini at spæla sera væl í byrjanini av eini undankapping, og við nýggjum venjara og fleiri nýggjum spælarum er einki at ivast í, at teir vilja leggja sera nógv fyri, sigur Klaus Toppmöller.










