Fótbóltur
Á pappírinum var EB/Streymur heimaliðið í finaluni um løgmanssteypið. Og tó at Gundadalur aloftast er borgin hjá havnarfeløgunum, so bendu umstøðurnar kring finaluna á, at EB/Streymur eisini hevði betra stuðulin.
At kalla alt vestara skýlið í Gundadali var blátt og svart, tá finaludysturin byrjaði, og hóast hvítu tikararnir í B36-skýlinum royndu at rópa við, so var blá/svarta aldan nakað væl meira mergjað á degnum.
Og tað gekk nú heldur ikki so long tíð, fyrr enn sundalagsfólkini, sum eisini hildu stevnu, veruliga fingu orsøk at koma í stevnuhýr.
Dýr mistøk
Talan hevði annars verið um hampuliga friðarliga uppgerð, og vandin tóktist sum so heldur ikki stórur. Men tá Bárður Olsen breyt B36-kontra og sendi langt niðan á vøllin, kundi Meinhardt Joensen ikki gera av, um hann skuldi sparka burtur ella ikki, og slík ivamál eru dýr, tá Arnbjørn T. Hansen er á mótstøðuliðnum.
Talan var um veruliga vatnpøs oman yvir B36, og frá hesi løtu var tað eisini EB/Streymur, sum sat á tí mesta. Undantakið var, tá B36 seinasta korterið undan steðginum trýsti nógv, men tað skuldi ikki verða dagurin hjá árstalsfelagnum.
Og sum so vóru hini bæði málini hjá EB/Streymi eisini ein undirstrikan av hesum. Bárður Olsen sendi millimetur neyvt fríspark í holið millum verju og málmann, tá Hans Pauli økti til 2-0, men B36-venjarin hevði tó alla orsøk at ilskast um, at ein maður kundi standa somikið leysur í hesi støðuni.
Og tá Dmitri Jankovic klossaði í nærdysti við Arnbjørn, so hesin kundi økja til 3-1, punkteraði dysturin fullkumuliga.
Betra liðið vann
Og so kann leggjast afturat, at hóast málini komu eftir mistøk, so var tað altso fult uppiborið, at steypið annað árið á rað kom til EB/Streym. Millum tey trý málini hevði EB/Streymur avgjørt eisini aðrar møguleikar, og ta einu ferðina fantom-bjargaði Meinhardt stútara frá Hanusi Eliasen.
Einastu løtuna, at veruligur spenningur var í, var beint undan steðginum. Karoly Potemkin minkaði um munin eftir hornaspark, har EB/Streyma-verjan ikki veruliga var til reiðar, tá linjuverjin hevði broyt málspark til horna.
Og í løtunum eftir hetta var trýstið móti René Tórgarð og verju hansara sera stórt. Men nærri enn næstan kom B36 tó ikki. Heldur ikki hóast EB/Streymur bakkaði alt ov langt seinastu løtuna av dystinum, eftir Potemkin gjørdi sær dælt av sløsustum verjuspæli.
Ávegis greipuni
Nú er ein steypafinala í sjálvum sær ein einstakur dystur, sum einki hevur við landskappingina at gera. Og hóast EB/Streymur í løtuni er sjey stig undan næstu liðunum, so munnu júst sundalagsmenninir vera teir seinastu at kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur.
Men tá tað er sagt, so er í løtuni ilt at síggja, hvør hevur styrkina at taka oddasessin í landskappingini frá EB/Streymi.
Sambært stigatalvuni, so var talan um ein av argastu FM-kappingarneytunum, sum spælt varð ímóti, og so fær tað illa verið annað enn imponerandi, at EB/Streymur í somikið stóran mun hevði tamarhald á tí, sum gekk fyri seg. Tollið og trygt bíðaði liðið eftir møguleikunum, og tá hesir komu, høvdu teir eisini spælarar, sum megnaðu at taka av. Ikki minst Arnbjørn T. Hansen, sum støðugt heldur sítt meðal á einum máli fyri dystin.
Og tá hugsað verður um skaðastøðun hjá felagnum, so gerst úrslitið ikki minni imponerandi. Mikkjal Thomassen og Høgni Zachariassen skuldu báðir roknast millum profilarnar á liðnum, men í løtuni fær hvørgin teirra spælt. Og í teirra stað hevur Brian Olsen tikið av møguleikanum á sentrala miðvøllinum, meðan Leif Niclassen og Levi Hanssen roynast drúgvir sum bakkar.
Og tá Sorin Anghel nú eisini hevur prógvað sína styrki sum ein tann sterkasti verjuspælarin í landinum, gerast møguleikararnir av broyta liðið enn størri.









