dómpróstur orðið og vissaði Anne Mette, nýggja prestin, um, at her í Fuglafirði og grannaøkinum annars er gott at vera ? Tað kundi hann eisini siga av royndum sum prestur í Fuglafjarðar Prestagjaldi í 10 ár [...] Mpiri, sum setur stór krøv til kórlimirnar. Helst tí dugdi Anne Metta so sera væl at tosa ? ella sum hon segði aftaná, at lesa og úttala føroyskt. Hetta vegna føroysku tekstirnar, sum hon hevði sungið við [...] ár. Ein tignarlig løta í Fuglafirði, har tú millum manna eisini skilti, at útyvir prestagerningin, mundi eisini fara at spretta eitt spennandi sang- og tónleikalív við hesum nýggja prestaparinum ? hesum
ga var tað trupult at fáa fatur á einum nýggjum bili í Danmark. Bensinið var ein mangulvøra, og ein nýggjur bilur var bara nakað, tú kundi droyma um. Donsku bilarnir vóru so at siga allir gamlir bilar [...] bilar frá árunum fyri kríggið. Fyri at keypa ein nýggjan bil kravdist, at tú søkti Direktoratet for Vareforsyning um loyvi til tess. Har sat ein strong metingarnevnd, sum gjørdi av, hvør hevði størstan tørv [...] fram á Copenhagen Motor Show í Bella Centrinum, sum var í døgunum 15. til 25. apríl. Kanningar vísa, at yvir 2,5 mió hyggjarar fylgdu við »Krøniken«, sum fer fram fyrra partin í fimmtiárunum. Tøkniliga var
um er tað serstaka danska málið hjá honum. Til hetta er at siga, at serliga í skúlahøpi er William ikki nógv lisin í føroyskum, tí nógvir av tekstum hansara enn bara eru á donskum. Hetta hevur verið stórur [...] allir týddir til hesa úutgávuna og høvuðsdenturin er lagdur á at flyta William varlig aog neyvt yvir í føroyskt, og eisini er dentur lagdur á at varðveita stevið og tónan í máli hansara. Stjørnuskaldið undir [...] órannsakiligu stjørnurúmdina. Hann sat uppi undir Varða í Havn í lítlu smáttu sínari og skapti heimsbókmentir. Nógv spyrja, hví William skal týðast til føroyskt, tí at ein týðandi partur av skaldskapinum
við uttan at føla teg býttan og heilt við síðuna av. Eg var sannførd um, at ein sovorðin sum eg ikki fór at finna náði í hansara atfinningarsomu eygum. Og tað gjørdi tað ikki betri, at eg var av heili tveimum [...] tveimum svornum javnaðarfamiljum. So eg var vís í, at vit neyvan nakrantíð fóru at hava nakað við hvønn annan at gera. Tí var tað eisini við bivandi hjarta at Katrin Ottarsdóttir, asfaltføroyingurin í Danmark [...] hann at gjøgnumskoða hennara intellektuellu og politisku fákunnu og avskriva filmsprojektið sum óseriøst og popput? - Tíbetur eri eg so mikið treisk, tá tað snýr seg um at gera film, at valdi bara at leypa
ein sól, at vera saman við. Tað er eingin ivi um, at omma var ein trúgvandi persónur. Hennara trúgv hevði alt at siga fyri hana, og var Guðs orð altíð ovast á breddanum. Hon hevði dirvið til at tosa um [...] Omma plagdi ofta at fortelja um, at tá eg var fødd græt eg so øgiligt, men tá var hon tann fyrsta at geva mær ein koss, og tá steðgaði eg beinanvegin við grátinum. Soleiðis minnist eg hana eisini – eina [...] Fútalág, og har var lív í. Omma byrjaði langt undan jól, at pynta húsini bæði uttan og innan við perum og tílíkum, og fekk eingin í lag til at hjálpa við at hanga perur á húsini uttanfyri, ja so fór omma sjálv
semingslógini Feløgini siga, at hóast semingsmaðurin visti, at Altjóða Arbeiðaradagur var 1. mai, og at fleiri av fakfelagsumboðunum skuldu halda røðu hendan dagin, boðaði hann kortini frá, at semingin byrjaði [...] játtað, at vit ikki úttalaðu okkum um sjálvar semingsroyndirnar, so leingi semingin helt fram, siga tey. Undrunarvert Feløgini siga, at tað undir semingsroyndunum undraði fakfelagsumboðini, at varasem [...] vóna, at Vinnumálaráðið tekur undir við okkum og heldur, at ein persónur, sum so skilliga hevur áhugamál at røkja fyri annan partin á arbeiðsmarknaðinum, ikki eigur at sita í semingsstovninum, siga feløgini
sjálvan, at eg ætlaði ikki at halda fram at spæla fótbólt, um tað skuldi hent, at krossbandið slitnaði eina ferð aftrat. Tvær tær fyrru ferðirnar var talan um høgra knæ, og nú tað er staðfest, at krossbandið [...] ikki siga, at boðini komu óvæntað. Eitt stórt korter var farið av stórsteypadystinum ímóti EB/Streymi, tá ið eg kendi, at tað var galið við knænum, og pínan minti alt ov nógv um hana, sum eg minnist frá [...] segði nøkur væl vald orð. – Vit harmast allir um, at tað skuldi ganga soleiðis hjá Inga. Hann hevur altíð verið sera væl lýddur, og eg tori at siga, at eg ikki havi spælt saman við skilabetri fótbóltsspælara
um ógreiðuna at tað á síðstu síður verður sagt at arbeitt verður fyri at vit fáa sjálvstøðugan limaskap í ST. Til tess krevst at vit eru ein statur, og so langt tykist ætlanin ikki at vera at fara. Sjálvur [...] Viðvíkjandi restina av samgonguskjalinum er tað at siga, at tað til forveksling líkist onnur samgonguskjøl. Orðingarnar eru sera rúmar, og tað ber als ikki til at siga út frá skjalinum um talan er um høgra- ella [...] Tað er eingin ivi um, at í Føroyum noyðast vit at samstarva um vit skulu kunna hóra undan. Hesin tørvur fyri samstarvi er ikki minst á tí politiska økinum. Tí fari eg at loyva mær at geva komandi andstøðu
Mínar eygleiðingar við náta í heyst siga, at tað er rímiliga væl vorpið, og tað sama havi eg fingið at vita úr eitt nú Sumba, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum heldur, at nátungin í ár er rímiliga búgvin og [...] leiðir, at seinnu árini hava verið rímiliga jøvn, tó at talið av fugli er munandi minni, enn tað var fyri 40-50 árum síðan, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum ikki heldur, at týðilig tekin eru um, at nátin heldur [...] um vit so kunnu siga. Hann vísir á, at eitt er sjálv búningin, og annað er veðrið og ættin, sum ivaleyst eisini hava sín týdning fyri, nær ungin flýgur úr reiðrinum. - Men, eg haldi, at teir ungar, sum
sálmi). Hetta var millum bestu dagar, tú hevði livað,- at hetta bar til at syngja so væl, visti fáur í bygdini. Var sangverðin so sterk og so stór, at maður kundi syngjað so væl saman við kóri og undirspæli [...] Ikki vardi tað meg, at tú vart komin so langt upp í árini. - Speglið er ikki, tað tað hevur verið,- kanst tú siga, men sigur speglið tær tað, so er sannleikin ein annar. Nei Poul Jacob! Tú ert eins fattur [...] færri strýggjur í kríllinum. Tær gera mannin í so máta ikki eldri. Nei heldur tað, at tað er ein sjarma meira, og minni er at kemba. Tú ert so "streymlinjaður" sum fáur, og ikki sum eg veit um, hevur skammlop