Tey síðstu jólini hava heilt víst ikki verið tey somu, sum tey hava verið hini 20 jólini eg áður havi hildið. Jólini vóru tey flestu árini hildin hjá ommu og abba yviri í Fútalág, og har var lív í. Omma byrjaði langt undan jól, at pynta húsini bæði uttan og innan við perum og tílíkum, og fekk eingin í lag til at hjálpa við at hanga perur á húsini uttanfyri, ja so fór omma sjálv upp í stigan! Húsini lýstu langan veg av hugna, og innan var ikki at forsmáa. Og so vóru tað køkurnar, ið vóru bakaðar í langar banar. Jólatræðið, ið angaði so væl av granni kundi ikki fjala jólagávurnar, tí tær vóru so nógvar, at sjálvt ikki garagan kundi húsa teimum. Hvørt ár segði omma, at í ár skuldu vit ikki vænta okkum so nógv til jólar, tí pengarnir vóru ikki so nógvir, men hvørt ár blivu vit líka yvirraskaði. Omma var ein, ið vildi gera øll glað, og tað gjørdi hon eisini.
Omma plagdi ofta at fortelja um, at tá eg var fødd græt eg so øgiligt, men tá var hon tann fyrsta at geva mær ein koss, og tá steðgaði eg beinanvegin við grátinum. Soleiðis minnist eg hana eisini – eina sum altíð var har fyri meg, og var altíð har, at troysta og ugga. Hon kundi fáa gjørt tað keðiligasta um til nakað gott.
Omma var altíð klár við einum stórum klemmi, og ikki einum minni brosi, tá man kom inn á gátt í Fútalág, síðani at seta alt hon átti á borðið, so borðið bognaði. Og var man ikki svangur, so skuldi etast alíkavæl. Um man var í ringum lag, ella bara hevði havt ein ringan dag, so royndi hon at gera alt so jaligt, at tann ringi dagurin bleiv gloymdur. Altíð hevði hon onkra sólskinssøgu, ið hon hevði lisið í einum blaðið, ella sæð í sjónvarpinum. Hon valdi at hugsa og tosa jaligt, og tískil var hon ein sól, at vera saman við.
Tað er eingin ivi um, at omma var ein trúgvandi persónur. Hennara trúgv hevði alt at siga fyri hana, og var Guðs orð altíð ovast á breddanum. Hon hevði dirvið til at tosa um Guðs orð, hvar hon so var, og einki kundi steðga henni. Hon stóð sterk við tað, sum hon trúði uppá, og átti ivin ikki pláss í hennara hjarta. Hon hevði eina trúgv sum kundi flyta fjøll, og segði hon oftani hvussu hon hevði upplivað undur.
Tá abbi var farin her frá, fyri einum smáum árið síðani, fekk omma eina bók, har hon kundi skriva sínar tankar o.a. í. Ístaðin fyri, valdi hon at skriva nøvnini niður á øllum hon kendi, allari familju, vinfólki, nábúgvum o.s.fr. og bað hon síðan hvørt kvøld fyri øllum, ið stóðu í bókini. Síður omaná síður við nøvnum, ið tóku langa tíð at remsa upp, men hon valdi at leggja tíð av hvørt kvøld, til at biðja fyri øllum hesum fólkum. Hetta segði nógv um hana sum persón. Hon hugsaði fyrst um øll onnur, áðrenn tankarnar fóru til sín sjálvs.
Góða mamma, gumma og gubbi. Nú tit hava mist tykkara mammu, stutt eftir tit hava mist pápa tykkara, kann vera ógvuliga trupult at hugsa sær, hvussu nógvan sakn tit mugu hava. Men uggan eiga tit í, at bæði foreldur tykkara áttu Jesus í hjartanum, og eina ómetaliga sterka vón, og tí kunnu tit vera vís í at tey bæði sita í himmiríki og hyggja niður á tykkum við einum stórum brosi. Ein dag skulu tit sleppa at síggja tey aftur.
Góða omma. Hevði vilja havt teg her. Bert eitt lítið bil afturat. Tað er so nógv eg hevði vilja sagt tær. Men tá tað tíanverri ikki er gjørligt, vil eg bara siga tær hvussu stóran týdning tú hevur havt fyri meg, og hinum rundanum. Takk fyri at tú vísti mær á, at við trúgv, vón og kærleika er alt gjørligt. Tú ert heilt víst mín fyrimynd!
-------------
Heidi Karolina