Jens-Kjeld Jensen, sum bæði hevur fingist nógv við fugl seinastu hálvu øldina og hevur fylgt við fugli og øðrum livandi í føroysku náttúruni, heldur ongan iva vera um, at nátin eins og sjófuglur annars gjøgnum árini hevur verið fyri stórari minking.
Eins og fuglafrøðingurin, Jóhannus Danielsen, vísir hann til trupulleikan, at eingi neyv hagtøl eru yvir eitt nú sjófuglastovnin, veiði av sjófugli og eggum, og at vit tískil í størri mun enn at vita bara mugu gita. Tískil byggir nógv av tí, sum sagt verður, á eygleiðingar.
Í sínum arbeiði og við sínum áhuga fyri fugli og øðrum lívi í føroysku náttúruni gjøgnum so mong ár, hevur Jens-Kjeld Jensen samband við fuglafrøðingar, eins og hann eisini hevur samband við heimildarfólk ymsastaðni kring landið.
Hann hevur eisini onkur støð í Nólsoy, sum hann hevur eygleitt gjøgnum árini, tá eitt nú ræður um náta og verping, og hann hevur samband við fólk aðrastaðni, sum eisini gera sínar eygleiðingar.
##med2##
- Mínar eygleiðingar við náta í heyst siga, at tað er rímiliga væl vorpið, og tað sama havi eg fingið at vita úr eitt nú Sumba, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum heldur, at nátungin í ár er rímiliga búgvin og verður floygdur á leið um somu tíð, sum hann plagar.
- Tíðin, nær nátungin flýgur úr reiðrinum, er á leið hin sama á hvørjum heysti, og tíðin kann kanska snúgva seg um einar 2-3 dagar hvørju megin tað vanliga, um vit so kunnu siga.
Hann vísir á, at eitt er sjálv búningin, og annað er veðrið og ættin, sum ivaleyst eisini hava sín týdning fyri, nær ungin flýgur úr reiðrinum. - Men, eg haldi, at teir ungar, sum eg havi eygleitt, eru um at vera búnir at fara á flog, og nakað tað sama havi eg skilt á heimildarfólki aðrastaðni.
Jens-Kjeld Jensen minnist tíðina, tá hann kom til Nólsoyar fyri hálvari øld síðan. - Tá høvdu nólsoyingar ikki teir skjóttgangandi bátar, sum summir hava í dag, men kortini fingu teir nógvan fugl – og minst líka so nógv, sum teir fáa í dag.
Hann vísir á, at nátin gjørdi eitt lop niður eftir einaferð í nítiárunum, tá minni bleiv av fuglinum, men hann heldur, at nátin seinnu árini líka sum hevur stabiliserað seg á einum rímiliga jøvnum, men væl lægri støði, enn tá hann var mestur.
- Í øllum førum vísa mínar eygleiðingar her um okkara leiðir, at seinnu árini hava verið rímiliga jøvn, tó at talið av fugli er munandi minni, enn tað var fyri 40-50 árum síðan, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum ikki heldur, at týðilig tekin eru um, at nátin heldur fram við at minka.
Soleiðis, sum árini eru liðin, og sjófuglurin sum heild hevur verið fyri minking, hevur hann eisini heft seg við, at munandi minni hevur verið fleygað av gomlum náta í Nólsoy seinnu árini, enn menn gjørdu áður.
- Vit vita, at bæði lundi og lomvigi hava verið fyri stórari minking, og minkingin sæst eisini aftur í eitt nú drunnhvíta, sum slett ikki verður veiddur, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum í fleiri ár hevur fylgt við drunnhvítanum í Nólsoy, og her hevur gongdin verið á leið hin sama sum við øðrum sjófugli.
- Einasti sjófuglur, sum vísir seg at klára seg væl, er teisti, og hann livur í stóran mun av aðrari føði úr havinum enn sjófuglur annars.
Hann vísir á, at ymiskt er, hvussu viðbrekin fuglurin er – eitt nú, tá ræður um føði og kanska eisini um veður og vind.
##med3##
- Sum flestu kunnugt hevur gingið rættiliga illa hjá ternuni í fleiri ár, og her vísir tað seg, at tað skal ikki nógv til, at allir ungarnir doyggja. Hetta hava vit sæð víða um landið, og soleiðis hevur eisini verið her í Nólsoy, har ár eru, har eingin ungi kemur undan, sigur Jens-Kjeld Jensen.