Arbeiðarafeløgini hava ikki álit á varasemingsmanninum

- Suni Schwartz Jacobsen hevur ikki gjørt vart við, at hann situr í eini tvístøðu og er ógegningur. Tí meta vit, at hann hevur brotið grundleggjandi rættarregluna um, at ein persónur sjálvur skal gera vart við møguligar spurningar um ógegni hjá sær sjálvum, siga arbeiðarafeløgini, sum eru í verkfalli í kæruni til Vinnumálaráðið


Verkfall og kæra

Arbeiðarafeløgini, sum eru í verkfalli, hava kært varasemingsmannin, Suna Schwartz Jacobsen, til Vinnumálaráðið. Tvær orsøkir eru til kæruna. Onnur er framferðin hjá Suna undir semingsroyndunum. Hin er, at feløgini meta mannin ógegnigan og vísa til hansara tilknýti til arbeiðsgevararnar gjøgnum starvið á grannskoðarafyritøkuni, KPMG.
  Í fyrsta lagi vísa feløgini til tað, tey kalla, "løgnu mannagongdina, sum varasemingsmaðurin brúkti undir semingsroyndunum?"
  - Tá ið semingsmenninir, Høgni Høgnesen og Suni Schwartz Jacobsen, møttu á Hotel Føroyum um midnáttarleitið, 30 apríl, upplýsti varasemingsmaðurin, at hann skuldi uttanlands seinni í vikuni. Tí mælti hann til, at semingsroyndir og eitt møguligt verkfall vórðu útsett til 12. mai 2003.
  Feløgini halda, at varasemingsmaðurin í veruleikanum ikki var til reiðar at átaka sær semingsroyndirnar, hóast hann hevur verið vitandi um, at fleiri sáttmálar fóru úr gildi, 1. mai 2003.

Sambært semingslógini

- Vit boðaðu frá, at fyri okkum hevði tað alstóran týdning, at roynt varð at fáa semju um nýggjan sáttmála skjótast tilber. Tí kundu feløgini ikki taka undir við, at eitt møguligt verkfall varð útsett longri enn ta vikufreist, sum ásett er í semingslógini
  Feløgini siga, at hóast semingsmaðurin visti, at Altjóða Arbeiðaradagur var 1. mai, og at fleiri av fakfelagsumboðunum skuldu halda røðu hendan dagin, boðaði hann kortini frá, at semingin byrjaði beinanvegin, og at fakfelagsumboðini ikki skuldu fara av hotellinum. Um hetta mundið var klokkan júst farin av midnátt, 1. mai.
  - Vit vístu beinanvegin á, at vit ikki kundu góðtaka hesar ordrar frá varasemingsmanninum, tí sambært siðvenju, er ongantíð samráðst ella roynd seming sjálvan arbeiðaradagin. Tá varasemingsmaðurin fekk boð um, at fakfeløgini vóru samd um ikki at royna seming 1. mai, broytti hann støðu og mælti til at hava fyrireikandi fund við bæði arbeiðsgevarafeløgini og fakfeløgini, fríggjadagin 2. mai.
  Feløgini siga, at næsti tilburðurin, har Suni Schwartz leyp fram av, var tá ið hann brádliga kom brestandi inn í hølir okkara og sera harðliga átalaði formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag, tí hesin hevði úttalað seg til Sjónvarp Føroya og feløgini sum heild fyri at hava kunningartilfar á heimasíðuni hjá feløgunum.
  Í kæruni til Vinnumálaráðið gera feløgini staðiliga vart við, at tey onga avtalu høvdu gjørt um ikki at úttala seg til fjølmiðlarnar.
  - Men vit høvdu játtað, at vit ikki úttalaðu okkum um sjálvar semingsroyndirnar, so leingi semingin helt fram, siga tey.

Undrunarvert

Feløgini siga, at tað undir semingsroyndunum undraði fakfelagsumboðini, at varasemingsmaðurin var so altráur eftir at føra fram tey sjónarmið, sum arbeiðsgevarafeløgini høvdu sett fram undir samráðingarfundunum. Somuleiðis legði hann fram ymiskt tilfar, sum skuldi stuðla uppundir sjónarmiðini hjá arbeiðsgevarunum. Á hinari síðuni var hann sera íðin at finna grundgevingar, sum talaðu ímóti sjónarmiðunum hjá fakfeløgunum.
  - Fólk byrjaðu at tosa um, at her var okkurt, sum ikki ruggaði rætt. Tá ið semingin var um at verða liðug, fingu vit upplýst, at Suni Schwartz Jacobsen ella virki hansara er grannskoðari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
  Feløgini hava seinni fingið váttað, at tveir av størstu kundunum hjá Suna Schwartz Jacobsen ella virki hansara eru Føroya Banki og Føroya Fiskavirking, umframt at virkið hjá Jóhan Páll Joensen eisini er kundi hansara.
  Í kæruni, siga feløgini, at Jóhan Páll Joensen, sum er nevndarformaður í Føroya Banka og Leivur Michelsen, sum er fíggjarstjóri á Føroya Fiskavirking, sum nevndarlimir í Arbeiðsgevarafelagnum, luttóku báðir á semingsfundunum.

Suni ógegnigur

- Suni Schwartz Jacobsen hevur ikki gjørt vart við, at hann sat í einari dupultstøðu, har hann øðrumegin borðið hevði umboð fyri tvey av størstu viðskiftafólkum sínum. Tá ið tað er púra greitt, at hann hevur verið ógegningur, meta vit, at hann hevur brotið grundleggjandi rættarregluna um, at ein persónur sjálvur skal gera vart við møguligar spurningar um ógegni hjá sær sjálvum.
  Feløgini meta hetta málið vera rættiliga álvarsligt, og fyri teirra viðkomandi er eingin ivi um, at semingsuppskotið, sum varð lagt fram, skilliga ber brá av teirri tvístøðu, sum varasemingsmaðurin er í.
  - Tí meta vit tað vera rætt at boða frá, at vit ikki hava álit á varasemingsmanninum.
  Feløgini heita á Vinnumálaráðið um at taka hetta mál upp. Tey halda tað vera átaluvert, um Suni Schwarts Jacobsen - tá ið hann var í uppskoti til varasemingsmann - ikki gjørdi vart við vandan við teirri tvístøðu, hann eftir øllum at døma fór at koma í, tá ið nevndarlimir í Arbeiðsgevarafelagnum taldust millum størstu viðskiftafólk hansara.
  Arbeiðarafeløgini í verkfalli, sum hava skrivað undir kæruna, eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
  - Vit vóna, at Vinnumálaráðið tekur undir við okkum og heldur, at ein persónur, sum so skilliga hevur áhugamál at røkja fyri annan partin á arbeiðsmarknaðinum, ikki eigur at sita í semingsstovninum, siga feløgini.