bak, so er ótrúliga nógv hent á hesum økinum. Eg kann nevna vard arbeiðspláss, bústovnar av ymiskum sløgum, undirvísing, frítíðarklubbar og stuðlar. Men tað besta, sum er hent okkum her norðuri er nokk Dáin [...] Klaksvík. Sum eg skilji, er hetta við at bresta fyri nevi nú, so vónandi verður ikki so leingi til hesin stovnurin verður veruleiki. Jú, nógv er komið á skafti, men líka nógv er eftir, so haldi endiliga [...] landsstevnu, sum er tann fyrsta sum verður hildin í Klaksvík. 38 ár vóru í gjár síðani at felagið Javni varð stovnað, og vit, sum hava verið við frá byrjan, kunnu vera samd um, at tað er nógv hent hesi árini
fyri, at teir vildu koma hagar at kappast. Eingin ivi er um, at kappingin eigur at vera aftur næsta ár, tí hon er so mikið væl eydnað, og haraftrat er tað neyvan nakar annar føroyskur ítróttarmaður, ið stendur [...] eitt vónbrot, at so fáir áskoðarar møttu til kappingina sunnudagin. Ilt er at meta um, hvussu nógvir teir vóru í tali, men eitt skot er, at umleið fimmhundrað áskoðarar vóru í góðveðrinum í Gundadali og sóu [...] sum traðkaði til í staðin fyri kanadiumannin. Tann fyrsta kappingin var, sum áðurnevnt, í Kirkjubø. Her bleiv kappast í at lyfta fimm steinar, sum vigaðu ávíkavist 100, 120, 140, 150 og 180 kilo upp á ein
hann eisini hava sín týdning. Somuleiðis heldur Ahola, at tað, sum hevur allarstórstan týdning, er, at man er í venjing alt árið. Tað nyttar einki at taka frí frá venjing í eitt tíðarskeið, tí vil man gera [...] høvdu tað verið nógvar kappingargreinar, sum eru góðar fyri meg, og tað sama er galdandi fyri Regin, tá hann hevur eina kapping her í Føroyum, sigur Joku Ahola, sum tó leggur aftrat, at Regin stóð seg ein [...] einki til hesa møði. Joku Ahola tykist, í mun til nógvar av hinum luttakarunum, at vera ein maður, sum er sterkur í so at siga øllum kappingargreinum, og at hann hevur ongar veikar síður. Finnin hevur eina
Reeves er tó ikki heilt givin sum ítróttarmaður, tí hann venur framvegis vektlyfting, eins og hann eisini er farin undir at glímast. Fyrikomandi bretin er væl dámdur millum luttakararnar, og ikki er óhugsandi [...] kappingini, tí bretin er meiri ella minni givin við at kappast, og ístaðin hevur IFSA, sum er altjóði felagsskapurin fyri sterkar menn, gjørt Jamie til ein av sínum dómarum. Regin er á veg fram Jamie Reeves [...] enn tann í fjør. At kappingin er skipað yvir tveir dagar, ger eisini, at avrikini hjá luttakarunum vera betur, tí teir fáa hvílt seg meiri, sigur stóri bretin. Somuleiðis er hetta betur fyri sjónvarpið,
lagdur fyri fólkatingið dagin eftir, at hann er undirskrivaður, við tí viðmerking, at hann er góðkendur av løgtinginum, og við tí í hyggju at viðgerðin her skal vera liðug, áðrenn fólkatingið fer í su [...] byrjaði, hevur uttanlandsnevndin (fyrr marknaðarnevndin) fingið frágreiðingar um gongdina í málinum og er tikin upp á ráð,seinast viðvíkjandi sjálvum sáttmálauppskotinum, sum nevndin hevur boðað løgmanni frá [...] summarfrítið grundlógardagin. Í Bretlandi er mannagongdin tann, at stjórnin kunnar parlamentið um sáttmálan, og um parlamentið ikki innan 30 dagar hevur biðið um at fáa málið viðgjørt, so verður tað roknað
vinning við eftirrationaliseringum er beinleiðis ódámligt og ósømiligt, samstundis sum tað er ein háðan av politiskum og embætisligum viðspælarum. Samráðingaravatalan er eitt úrslit av einari langari process [...] segði: -Tað er sanniliga ein søguligur dagur í dag í okkara altjóða politiska samskifti, nú eitt áralangt stríðsmál við okkara granna fyri sunnan Bretland um marknasetingina millum okkum og teir er komið at [...] yvirtikin í des. 1992. So hesin dagur er eisini søguligur á annan hátt, tá hesin kann verða byrjanin til eina nýggja og spennandi avbjóðing fyri føroyska samfelagið. Vert er eisini at geva gætur, at hetta framstig
fyri at skriva í blaðið ikki er minkaður, síðani navn kravdist undir brøvini, kanska heldur tvørturímóti. MEN her er eitt stórt men. So nógv verður skrivað og so stórur er áhugin fyri at vera við í or [...] fleiri dagar. Og í onkrum føri hevur tað ligið so leingi, at tað er vorðið óaktuelt. Vit biðja okkara lesarar halda okkum til góða. Hetta er ikki nøkur haldbar støða í longdini, og tí verður tað eisini arbeitt [...] annars verða sagt á hesum stað, at blaðið tilskilar sær rætt til at stytta innsenda tilfarið. Hetta er bæði rímuligt og rætt og sum so eisini uppgávan hjá einum blað. Vit síggja annars fegin, at tit senda
menniskja ? Hóast summir vilja gera málið til ein fornlut, er talan í veruleikanum um eitt amboð. Og jú orðaríkari málið er, tess hvassari er amboðið, sigur Dan Reinert Petersen. Hann heldur harumframt [...] oyggjunum. Púra náttúrligt ? Tað svitast ikki, at tá farið verður á tingsins røðarapall, er málið ikki tað elementera; her eru tað evni og innihald, ið hava týdning, sigur Dan Reinert Petersen. Hann heldur, [...] á tingi, er heilt týðuligt, at menn hava gjørt sær málsligan ómak, men tá menn koma í heitan orðadrátt, og teir rúka uppá pallin við ongum niðurskrivaðum, verður eitt annað mál tosað, og tað er púra náttúrligt
nakrantíð hevði sæð. William Morris er bert ein av fleiri navnframum bretskum gestum, sum hava fingið eina ógloymandi ímynd av vøkru og óspiltu føroysku náttúruni. Her hugsi eg eisini um kenda rithøvundan [...] vilja hava fólk, sum hava vitjað í Bretlandi, at halda alt gott um Bretland. Og tað er einki skeivt í hesum. Tað er vanligt í uttanríkismálum. Men tað leggur eina ábyrgd á føroyingar, sum skulu avgera [...] við ?tunnilssjónina?, har Keypmannahavn er einasti vegur til heimin uttanfyri. Hetta má avgjørt vera ein sunn gongd, líkamikið um málið hjá føroysku stjórnini er fullveldi ella broytingar í viðurskiftunum
Bretland er, at hon tykist vera rímilig. Oljufólk eru fegin. Fiskifólk eru nøgd. Nógv av markinum er javnfjart. Tað er bert eitt øki, har Bretland sær út til at hava fingið meira burturúr, men tað er lítið [...] markið. Sum nú er, er áhugin minkandi orsakað av lágum oljuprísum, stórum útreiðslum av royndarboringum og menning, og tí økið ikki hevur verið so ríkt, sum vinnan hevði vónað. Loksins er hurðin opin fyri [...] hvørjar vónir eru so fyri at røkka semjur, har politikkurin er nógv meira torgreiddur, og har partarnir kunnu vera beinleiðis ósamdir? Her sipi eg sjálvandi til óruddið í Jugoslavia og ? nærri hjá okkum