Stórur áhugi fyri almennum orðaskifti

BLAÐIÐ hevur við jøvnum millumbili gjørt vart við, hvussu stóran týdning almenna orðaskiftið hevur fyri demokratiið. Vit hava í hesum sambandi eisini hýst øllum innsendum brøvum, viðmerkingum, sjónarmiðjum osfr. Herfyri gjørdu vit so ta broyting at krevja fult navn undir hesi brøv.

HETTA hava vit havt sera góðar royndir av, og hevur tað eisini víst seg, at áhugin fyri at skriva í blaðið ikki er minkaður, síðani navn kravdist undir brøvini, kanska heldur tvørturímóti.


MEN her er eitt stórt men. So nógv verður skrivað og so stórur er áhugin fyri at vera við í orðaskiftinum, at vit hava ikki fingið alt tað innsenda tilfarið í rættstundis. Tvs. at vegna plásstrot má tilfar oftani bíða í fleiri dagar. Og í onkrum føri hevur tað ligið so leingi, at tað er vorðið óaktuelt. Vit biðja okkara lesarar halda okkum til góða. Hetta er ikki nøkur haldbar støða í longdini, og tí verður tað eisini arbeitt við at finna útvegir fyri at kunna bøta um hesi viðurskifti, eitt nú við at prenta fleiri síður.


Í hesum viðfangi skulu vit eisini heita á okkara lesarar, sum vilja brúka blaðið, um at skriva stutt. Brøv og viðmerkingar, sum ikki fylla fleiri síður, hava betri møguleika at koma við. Lat tað annars verða sagt á hesum stað, at blaðið tilskilar sær rætt til at stytta innsenda tilfarið. Hetta er bæði rímuligt og rætt og sum so eisini uppgávan hjá einum blað. Vit síggja annars fegin, at tit senda tilfarið á email ella á diskili, um hetta ber til.


VÓNANDI fáa vit í næstu framtíð betri umstøður at hýsa og seta upp brøv, viðmerkingar og sjónarmið. Til ta tíð fara vit at biðja tykkum hava tol. Vit royna sjálvandi at skapa umstøður fyri at fáa tilfarið við skjótast tilber. Broytingar og umbygging av teknisku deildini á blaðnum í løtuni fara eisini at skapa betri og rúmari umstøður í blaðnum sum frálíður. Við hesum fara vit at heita á lesararnar um framhaldandi at brúka blaðið og harvið eisini tryggja, at vit hava eitt livandi og breitt alment tjak um flest allar samfelagsspurningar.