Ætli mær ikki á málskeið

? Tá stórmál eru til viðgerðar á tingi, er heilt týðiligt, at menn hava gjørt sær málsligan ómak, men tá hesir koma í heitan orðadrátt, og teir rúka uppá pallin við ongum niðurskrivaðum, verður eitt annað mál tosað, og tað er púra náttúrligt, heldur javnaðartingmaðurin.

Høgni Mohr


Á síðu 20 í Sosalinum hin 29. apríl í ár, skjýtur Jóhan Hendrik Winther Poulsen upp, at løgtingsmenn koma á skeið í føroyskum. Hugskot hansara spratt, tá hann sá nakrar málsliga ivasamar endurgevingar úr orðaskifti í løgtinginum.


Dan Reinert Petersen, ið umframt at vera løgtingsmaður, er læraralærdur við føroyskum sum sergrein, ætlar sær avgjørt ikki á skeið í egnum móðurmáli. Hetta hóast hesin mætasti málmaður okkara hevur skotið tað upp í sambandi við vánaliga málburðin í løgtinginum. Dan heldur seg sjálvan duga eins væl at tosa, sum teir ið hava myndað málpolitikkin her á landi seinastu árini.


? Eg havi verið í hornatøkum við Jóhan Hendrik Winther Poulsen fyrr, sigur Dan Reinert Petersen og slær fast at hann heldur ikki tekur undir við áskoðan málmansins í hesum máli.


? Mær tykir, at í hesum føri er talan um en røst fra graven frá málmonnum, ið taka sær størri rætt, enn teir hava, sigur Dan Reinert Petersen.


? Jóhan Hendrik heldur málið vera sjúkt, og at tað tí skal lekjast, sigur Dan, men fegnast um at lýggjari málvindar nýliga eru farnir at kína oyggjunum.


Púra náttúrligt


? Tað svitast ikki, at tá farið verður á tingsins røðarapall, er málið ikki tað elementera; her eru tað evni og innihald, ið hava týdning, sigur Dan Reinert Petersen. Hann heldur, at løgtingsmenn duga væl at málbera seg. Harumframt sigur hann, at í mongum førum liggja ikki so mangar bindingar á løgtingsmonnum, og tað tískil liggur betur fyri hjá teimum, enn hjá málfrøðingunum, ið hinvegin duga betur at tosa sítt konstrueraða móðurmál, sum hann tekur til.


? Serliga tá stórmál eru til viðgerðar á tingi, er heilt týðuligt, at menn hava gjørt sær málsligan ómak, men tá menn koma í heitan orðadrátt, og teir rúka uppá pallin við ongum niðurskrivaðum, verður eitt annað mál tosað, og tað er púra náttúrligt, heldur javnaðartingmaðurin.


Hann dugir ikki at ímynda sær, at tað í eini knappari vending ber til at tosa hetta lutvíst konstrueraða málið, sum væl og virðiliga er lúkað fyri alla nuansir, sum hann málber seg. Annars heldur Dan ikki, at málburðurin hjá Jóhani Hendriki Winther Poulsen sjálvum er serliga góður.


Fitt av Jóhani Hendriki


? Hetta við at hitt hvørsfallsbenda navnorðið stendur aftast í setinginum (dømi: ábyrgd leiðarans?), er eitt sum Jóhan Hendrik og aðrir hava tikið upp úr íslendskum. Hetta royna eisini embætismenn at knæseta í føroyskum máli, men eg veit at hetta er óføroyskt, tí tað hevur ikki meira enn 100 ár á baki í Føroyum, sigur Dan Reinert Petersen.


Í viðtaluni í Sosialinum sammetti Jóhan Hendrik Winther Poulsen krøvini um, at løgtingsmenn eiga at vera hampuliga klæddir, við málsliga búnan, ið ikki eigur at vera minni nossligur. Hóast hann heldur tað vera fitt av Jóhani Hendriki Winther Poulsen at ynskja sær hetta, heldur Dan Reinert Petersen heldur ikki, at politikarir eiga at hugsa stórvegis um hetta. Kortini ivast hann ikki í, at tingmenn eiga at vera reinir og nossligir, og annars bera seg sømiliga at; eisini uttanfyri tinggátt.


Málið fyri menniskja


? Hóast summir vilja gera málið til ein fornlut, er talan í veruleikanum um eitt amboð. Og jú orðaríkari málið er, tess hvassari er amboðið, sigur Dan Reinert Petersen. Hann heldur harumframt, at málið eigur at vera fyri menniskja, og at álvarsmál, ið verða viðgjørd á tingi, ikki neyðturviliga skulu vera viðgjørd á knortlutum og háfloygdum stovnamáli?


Dan Reinert Petersen heldur ikki, at málstríðið í heildini er úrslit av tí serføroyska sundurlyndinum. Spurdur, um ikki alt hevði verið nógv lettari, um allir føroyingar stungu somu málkós, og fóru sama veg sum tey kønu, hevur javnaðartingmaðurin hug at venda øllum við, tí hann heldur talan vera um eitt stórt paradoks.


? Vit verða gjørdir til málfíggindar, meðan teir afturhaldssinnaðu kønu verða mettir at vera veruligu vinir málsins. Eg vil velja eitt livandi og smidligt mál, sum eg haldi meg duga, og tað leiðina haldi eg vera ta frægastu fyri málið, sigur hann.


Akademiskt stakkalastás


Viðvíkjandi dømunum um málspillur á tingi, ið vórðu endurgivin í Sosialinum, heldur Dan hesar ikki vera verri, enn prát í einumhvørjum lugari, ella á flakavirkinum.


Annars heldur Dan ikki, at málmenninir kunnu takast í álvara; serliga um kagað verður í nýggju móðurmálsorðabókina.


? Teir hava tikið alt sítt akademiska stakkalastás við, t.d. professari, rektari, lektari og doktari, í tí týdninginum, sum teir pynta seg við, meðan aldargamla heitið, navigatørur, ikki sleppur uppí part, veit Dan at siga, og skírir støðuna tragikomiska.





KASSI:


Stavsetingin endurskoðast


Høgni Mohr


Dan Reinert Petersen kundi hugsa sær, at ein serkøn nevnd verður sett at endurskoða føroysku stavsetingina. Endamálið skal vera at gera tað lættari at skriva føroyskt.


? Børnini sita við sveittabrot og stríðast við hetta knortluta málið, bara tí vit partout skulu byggja tað á mállæruna hjá Egili Skallagrimssyni, sigur hann.


Leiðarin á Føroyamálsdeildini, Eivindur Weihe, hevur sambært Dan einaferð havt eitt uppskot frammi, ið snúi seg um at linka strongu stavsetingarreglurnar somikið, at eini 60% av vanligu villunum fara at hvørva.


? Eg trúgvi ikki, at nakar fer at seta seg uppímóti, at føroyingar fara at stavseta rætt, heldur Dan Petersen, ið ikki stúrir fyri ósemjum í eini tílíkari málnevnd.


Hann ætlar sær at fremja málið í komandi tingsetu.




MYNDATEKSUR TIL HIN HØVUÐLEYSA:


Ósemja er um, hvønn málburð løgtingsmenn eiga at hava á tingi.


MYNDATEKSTUR TIL DAN:


Dan R. Petersen fegnast um, at lýggjari málvindar nýliga eru farnir at kína oyggjunum. ? Jóhan Hendrik Winther Poulsen heldur hinvegin málið vera sjúkt, og at tað tí skal tað lekjast, sigur tingmaður Javnaðarfloksins.