Mugu standa saman um tey menningartarnaðu

Setanin av landsstevnuni hjá Javna, ið varð hildin í Klaksvík um vikuskiftið, fór fram í Vágstúni eftir stórslignu skrúgonguna frá ferjuleguni. Til setanina spældi Klaksvíkar Hornorkestur, og Hannefía Poulsen, fyrrverandi formaður í Javna sett landsstevnuna. Vit prenta her setanarrøðu hennara:

Vælkomin til landsstevnu hjá Javna.

Eg eri ótrúliga glað fyri at kunna vera við til hesa landsstevnu, sum er tann fyrsta sum verður hildin í Klaksvík.

38 ár vóru í gjár síðani at felagið Javni varð stovnað, og vit, sum hava verið við frá byrjan, kunnu vera samd um, at tað er nógv hent hesi árini.

Stórsta uppgávan hjá felagnum frá byrjan var at fáa tey menningartarnaðu, sum vóru deporteraði til Danmarkar, heim aftur, og at forða fyri, at ikki fleiri vórðu send avstað. Og harumframt at skapa øllum hesum mannsømilig kor her heima á landi.

Umframt at halda landsstevnu, kunnu vit eisini 10 ára føðingardag hjá Dáanum, og hevur hetta ikki minni týdning fyri okkum norðoyingar - ja ikki bara norðoyingar, men menningartarnað úr øllum landinum. Hví skulu vit tvinnað hesi bæði saman? Jú, uttan Javna var nokk eingin Dái. Tað vóru limir í Javna, sum løgdu alla sína orku í at fáa Dáan bygdan og at virka sum ummlættingarheim. Og hann virkar væl.

Tað hevur ikki altíð verið lætt hjá teimum, sum hava arbeitt fyri at betra korini hjá teimum minni mentu, men hvør sigur, at tað skal vera lætt. Um vit líta aftur um bak, so er ótrúliga nógv hent á hesum økinum. Eg kann nevna vard arbeiðspláss, bústovnar av ymiskum sløgum, undirvísing, frítíðarklubbar og stuðlar. Men tað besta, sum er hent okkum her norðuri er nokk Dáin.

Leingi hevur verið arbeitt fyri at fáa ein hart tiltrongdan bústovn í Klaksvík. Sum eg skilji, er hetta við at bresta fyri nevi nú, so vónandi verður ikki so leingi til hesin stovnurin verður veruleiki.

Jú, nógv er komið á skafti, men líka nógv er eftir, so haldi endiliga á og stríðist víðari. Einki kemur av sær sær sjálvum. Eingi kemur og bjóðar okkum nakað. Vit mugu sjálvi gera vart við, hvat okkum tørvar. Enn er brúk fyri Javna, og tað rokni eg við, at tað altíð verður.

Tað er eisini brúk fyri at starvsfólk hjálpa til at peika á, hvat mest treingir til, so um vit øll kunnu standa saman, skal nokk bera til at náa málið, sum altíð má verða tað besta fyri tann menningartarnaða. Og tað tídningarmesta er, at brúkarin fær loyvi at siga sína hugsan á ein ella annan hátt.

Við hesum orðum lýsi eg landsstevnuna hjá Javna 1999 at vera setta.