Løgtingið samtykt markna-avtaluna

Løgtingið samtykti í gjár marknaavtaluna við Bretland við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti

Jan Müller


Løgtingið samtykti í gjár endaliga marknaavtaluna millum Føroyar og Bretland við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Tá málið kom fyri við aðru viðgerð tók eingin tingmaður orðið. Í kvøld verður so avtalan undirskrivað í Havn og eftir hetta verður hon so løgd fyri danska fólkatingið. Eisini verður hon løgd fyri bretska parlamentið til góðkenningar.

Maknamálið varð lagt fram av landsstýrinum tann 10. mai 1999 og eftir 1. viðgerð tann 12. mai 1999

beint í uttanlandsnevndina, sum viðgjørdi málið á fundi tann 12. og 14. mai 1999.

Álitið frá Uttanlandsnevndini, sum var einmælt, varð soljóðandi:

Síðani málið um marknaseting millum Føroya og Bretlands byrjaði, hevur uttanlandsnevndin (fyrr marknaðarnevndin) fingið frágreiðingar um gongdina í málinum og er tikin upp á ráð,seinast viðvíkjandi sjálvum sáttmálauppskotinum, sum nevndin hevur boðað løgmanni frá, at hon tók undir við, longu áðrenn sáttmálin varð lagdur fyri tingið. Hóast nevndin undir

viðgerðini ikki hevur verið samd og vísandi til tær viðmerkingar, sum hava verið førdar fram í nevndini undir viðgerðini av hesum málinum, og sum hava verið endurtiknar undir 1. viðgerð í løgtinginum, og til tað, sum annars hevur verið upplýst undir 1. viðgerð í løgtinginum, tekur

ein samd nevnd undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Sambært grein 11 í sáttmálanum skal hvør parturin boða hinum frá, tá ið tær innlendsku mannagongdir, ið kravdar eru til tess, at sáttmálin fær gildi, eru loknar. Nevndin vísir á, at

tekur løgtingið undir við sáttmálanum, so verður framhaldandi gongdin í málinum tann, at sáttmálin komandi týsdag verður undirskrivaður í Føroyum, ætlandi av Anfinn Kallsberg,

løgmanni, danska uttanríkismálaráðharranum Niels Helveg Petersen, og bretska

varauttanríkisráðharranum Tony Lloyd.

Sáttmálin væntast at verða lagdur fyri fólkatingið dagin eftir, at hann er undirskrivaður, við tí viðmerking, at hann er góðkendur av løgtinginum, og við tí í hyggju at viðgerðin her skal vera liðug, áðrenn fólkatingið fer í summarfrítið grundlógardagin. Í Bretlandi er mannagongdin

tann, at stjórnin kunnar parlamentið um sáttmálan, og um parlamentið ikki innan 30 dagar hevur biðið um at fáa málið viðgjørt, so verður tað roknað fyri góðkent. Bretska parlamentið

fer ikki í summarfrí fyrr enn í endanum av august mánaði.