27 ára gamli Heini longu dømt 230 dystir í føroyskum fótbólti. Í desembur 2023 gjørdist hann FIFA dómari og dømdi seks altjóða dystir í ár, har ein av teimum var í UEFA Conference League. Av teimum tilnevndu [...] fyri døming. Hetta er ein av framtíðar dómarunum í Føroyum og fyri Føroyar á altjóða støði. Samlað hevur Heini dømt heili 32 dystir í ár, harav 12 dystir í Betri Deildini hjá monnum. Jóhan Hendrik Ellefsen [...] verið í bestu deildini hjá monnum. Rúni Gaardbo Rúni hevur dømt fast í bestu deildini hjá monnum síðan 2007. Í ár, varð Rúni valdur at døma steypafinaluna millum HB og B36. Dysturin varð leiktur í illveðri
sum er í vøkstri, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. BankNordik hevur seinastu tíðina miðsavnað fleiri uppgávur í Føroyum og í tí sambandi eisini sett nógv nýggj fólk í starv í Føroyum. - Vit [...] Úrslitið er í samsvari við væntanirnar. Stór framgongd er í rakstrarúrslitinum, sum er hækkað við 49 milliónir krónur upp í 194 milliónir krónur. - Vit fegnast um, at vit megna at vísa framgongd í úrslitinum [...] við sær, at bankin í framtíðini væntandi fer at gjalda ein størri part av úrslitinum út í vinningsbýti. Ársroknskapurin í stuttum: - Rakstrarúrslitið er betrað við 49 mió. kr. upp í 194 mió. kr. - Nið
verkætlan, so hevur sjálv Harpan skapað yvirskriftir í útlendskum miðlum síðani hon varð tikin í nýtslu. Í desember í fjør varð Harpan kosin sum ársins byggjarí í Norðurlondum. Hesin heiður kom frá týðandi svenska [...] FORM. Í januar í ár fekk Harpan ein annan stóran heiður. Hesaferð kom mentanarhúsið í Reykjavík á ein lista yvir tíggju tey bestu konserthúsini í heiminum, har arkitekturur og akustikkur ganga upp í eina [...] byggiarbeiði upp. Men arbeiði við Hørpuni varð tikið uppaftur, og í síðst í august í fjør varð Harpan alment tikin í nýtslu. Meðan arbeiði var í gongd og til sjálvan hátíðardagin, tá Harpan gjørdist opin fyri
Reyni, sum hevur starvast í Norðurlandahúsinum í 22 ár, gav eina rundvísing av nýggja tilbygninginum, tá Sosialurin var og vitjaði fyri fáum døgum síðani. Tá vóru málarar í gongd í niðara partinum av bygninginum [...] Á sumri 2006 vitjaði norski arkitekturin Ola Steen í Føroyum í samband við ætlanirnar um at byggja Norðurlandahúsið út. Hetta er sami arkitektur, sum í 1977 vann arkitektakappingina um Norðurlandahúsið [...] bygninginum. Nýggju hølini – eitt stórt í neðra og trý smærri í erva – hava tikið skap. Heri av Reyni roknaði út, at nýggi bygningurin fer at geva 600 fermetrar av gólvplássi í tveimum hæddum, og hetta skal leggjast
íverksetan í Føroyum, men eisini at vit eru nøkur ár aftanfyri Danmark, sigur Elin Ellefsen, sum í 1992 setti fyritøkuna, Life Skills, á stovn í Danmark. Life Skills hevur í dag fimm fólk í starvi, og [...] ikki drukna í fyrisiting Í Føroyum er Íverksetarahúsið í Klaksvík einasta konkreta tiltakið innan íverksetan. Húsið verður stýrt av einum grunni, og Eik og Klaksvíkar Kommuna hava sett pengar í. Landið hevur [...] innan KT og HR-menning. Á fundinum í Miðlahúsinum greiddi hon frá um støðuna í Danmark, har íverksetarar hava møguleika at leiga seg ókeypis inn í sokallað íverksetarahús í eitt hálvt ár og fáa atgongd til
Petur í Brekkunum er hin føroyingurin í bólkinum. Flest øll tónleikaáhugað munnu hava hoyrt yndislig saksofonspæli hjá Hans Peturi. Í løtuni gongur hann á Rútmiska Konservatoriinum í Aarhus, og í mars mánaði [...] bólkurin fer á pall í Norðurlandahúsinum tórsdagin í komandi viku. Spælt verður frá klokkan 20.00 og til 20.50 í Konserthøllini. Talan er um onki minni enn frumframførsluna hjá Sirmi í Føroyum, og øll løgini [...] úr Føroyum, Danmark og Noreg. Tór Verland Johansen, sangarin í Sirminum, hevur gjørt flestu løgini. Hann er óivað best kendur frá duo´ini, Safir, ið gav út fløgu í 1996. Umframt at vera oddamaður í Sirmi
góðkendur til altjóða dystir, var í Føroyum um tað mundi, og tí varð spælt í Landskrona í Svøríki. At føroyska landsliðið spældi fyrstu dystirnar á svenskari jørð, og ikki í øðrum landi, komst fyrst og fremst [...] Í gjár var landsliðsvenjarin á Svangaskarði og hugdi, tá ið B68 og EB/Streymur spældu 1-1. Í dag verður hann millum áskoðararnar í Sarpugerði, tá ið Víkingur og KÍ fara at spæla. FSF skrivar soleiðis á [...] Tað var júst dagin í 1990, at A-landsliðið við monnum spældi sín fyrsta undankappingardyst í EM og HM samanhangi, og úrslitið í fyrsta dystinum kenna allarhelst øll. Eingin grasvøllur, ið var góðkendur
Skúlaárini búði hann í Danmark, og í 1984 flutti hann aftur til Føroyar at búgva, meðan foreldrini og systurin Martha, sum er tvey ár eldri, vórðu verandi í Danmark. Fyrstu tíðina í Føroyum arbeiddi Jan hjá [...] limur í flogbóltsfelagnum Fleyr síðan 1984 og vunnið 7 FM-heiti og óteljandi steypakappingar. Hann hevur spælt umleið 70 landsdystir fyri Føroyar, og kanska besti sigurin var Oyggjaleikirnir í 1989 í Føroyum [...] Kandidatur". Í hesum sambandi skal hann døma 7 altjóða dystir við eygleiðarum, áðrenn hann verður endaliga liðugur. Higartil hevur hann dømt tríggjar og manglar fýra. Jan er føddur í Havn, men flutti í 1972 til
at føroyingar í morgin kunnu fara á vøll at møta sjálvum heimsmeistarunum. Hann fekk nógv skotið í skógvarnar ? og alla aðrastaðni við ? tá hann sum formaður í FSF limaði Føroyar inn í UEFA og FIFA Ágangurin [...] Ágangurin var ógvusligur, tá Torleif Sigurðsson seinast í 80-árunum gekk á odda sum formaður í FSF at veita Føroyum altjóða limaskap í UEFA og FIFA. Flestu miðlarnir vóru á gosi, og yvirskriftir sum »Skammleys [...] »raplandi« inn í UEFA og FIFA, eru lógirnar broyttar, tí fleiri av hesum londunum hava ein ivasaman status sum sjálvstøðug. Stóru dagarnir í føroyskari fótbóltssøgu í so máta vóru fyrst 2. juli í 1988, tá Føroyar
Í dag, 12. apríl, kl. 15.00 giftast í Gøtu kirkju Sonja Heinesen, Norðragøtu, og Rógvi Jacobsen, Glyvrar. Veitsla verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Í dag, 12. apríl, kl. 14.30 [...] 30 giftast í Ebenezer Herborg Guttesen og Súni Haraldsen, bæði úr Havn. Veitsla verður kl. 18.30 í B36-húsinum fyri innbodnum. Í dag, 12. apríl, kl. 10.00 giftast í Ebenezer, Tórshavn, Sólvá Mørkøre, Tórshavn [...] 452151ella 752151 í seinasta lagi 19. apríl. Leygardagin 17. mai kl. 10.00 giftast í Býráðshúsinum í Tórshavn Lisbeth á Marknagili, Klaksvík, og Jóannes Næs, Hvalba. Veitslan verður á Hotel Føroyum kl. 13.00.